Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

24. Heimarøktin

« Aftur

 

Spyrjari: Rigmor Dam
Svarari: Annika Osen
Spurningur:

Á løgtingsfundi 11. mars 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.      Hvussu hevur gongdin verið í býtinum millum faklærd og ófaklærd (heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar og ófaklærd) í heimarøktini í Suðurstreymoy (økið 1) seinastu árini?

2.      Hvussu er býtið millum faklærd og ófaklærd í heimarøktini í teimum ymsu økjunum kring landið?

3.      Hvat heldur landsstýriskvinnan um, at áleið 5 av 38 røktarstarvsfólkum í heimarøktini í Suðurstreymoy eru faklærd?

4.      Er Almannamálaráðið kunnað um, at faklærd starvsfólk í økið 1 rýma?

5.      Og um so er, hvørjar eru orsøkirnar til trupulleikan?

6.      Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera við trupulleikan – og nær?

7.      Eru líknandi trupulleikar í øðrum økjum í landinum?

Viðmerkingar
Heilsuskúlin í Suðuroy telist millum størstu førleikamennandi framstigini í landinum nakrantíð.

Síðan 2001 hevur hópur av næmingum lokið útbúgving sum heilsuhjálpari og heilsurøktari í Heilsuskúlanum. Sostatt er talið av lærdum starvsfólkum innan røktarøkið fleirfaldað, og átti tað eisini at endurspeglað fakligu samansetingina av starvsfólkum innan ymsu røktarøkini.

Okkurt bendir á, at faklærd starvsfólk trívast ikki í økið 1. Sum skilst rýma fólk úr økinum, ónøgdin millum avvarðandi er vaksandi, og verri er at fáa skikkað fólk í starv innan økið.

Hóast myndugleikarnir framvegis ikki hava megnað at áseta eina normering innan eldraøkið, so eiga vit at miða eftir, at fakliga støðið er nøktandi. Heimarøktin kemur inn í hvørt heim, har gomul og óhjálpin búgva. Fyri tryggleikan hjá brúkaranum eiga vit sjálvandi at bjóða so fakliga kompetenta tænastu, sum til ber. Fakfólk duga at lýsa tørvin hjá fólki og at lofta møguligum avbjóðingum, áðrenn tær gerast stórir trupulleikar. Aðalmálið má tí vera, at fakfólk verða sett í starv, og var hetta eisini orsøkin til, at útbúgvingin varð sett á stovn á sinni. 

Á tingfundi 13. mars 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 4. apríl 2014 boðaði spyrjarin, Rigmor Dam, frá, at hon tekur fyrispurningin aftur.

Svar: