Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

31. Sparingar á Hamragarði

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Henrik Old
Svarari: Annika Osen
Spurningur:

Á tingfundi 3. apríl 2014 boðaði formaðurin frá omanfurinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.      Er landsstýriskvinnan vitandi um tær sparingar, sum ætlanin er at seta í verk á Hamragarði?        

2.      Hevur landsstýriskvinnan góðkent, at 60 tímar um vikuna skulu sparast burtur?

3.      Hevur landsstýriskvinnan góðkent, at køkurin skal steingjast í vikuskiftunum?

4.       Er landsstýriskvinnan vitandi um, at allir ítrivstímarnir á heiminum eru burtur.                            

Viðmerkingar:

Tá fólk eru noydd at fara á røktarheim, er nakað av tí mest umráðandi fyri hesi, at tey føla, at har er trygt og gott at vera.                                                                 

Tí kann tað ikki vera rætt, at tað í heilum verður boðað frá ymiskum sparitiltøkum, sum gera gerandisdagin ótryggan. Frammanundan er ein náttarvakt spard burtur á Hamragarði.                       

Tað undrar stórliga, at tað kann kom upp á tal í 2014 at steingja køkin í vikuskiftunum á einum heimi, har 24 fólk búgva.                                    

Harumframt eru ítriv og venjing ein umráðandi partur av framkomnari røkt, og er tað tískil sera harmiligt, at hesin parturin verður tikin burtur úr røktini.                                                           

Tí verða hesir fyrispurningar settir landsstýriskvinnuni í almannamálum.

Á tingfundi 4. apríl 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:
 

1.      Er landsstýriskvinnan vitandi um tær sparingar, sum ætlanin er at seta í verk á Hamragarði?

Landsstýriskvinnan fekk ikki kunning um hesar sparingar frammanundan. Tað kom fram í miðlunum, at sparingar verða framdar, og ígjøgnum miðlarnar varð landsstýriskvinnan kunnað. Eftirfylgjandi hevur landsstýriskvinnan fingið eina frágreiðing frá Almannaverkinum um, at eingi boð eru komin um at spara í røktini.       

2.      Hevur landsstýriskvinnan góðkent, at 60 tímar um vikuna skulu sparast burtur?

Tað er ikki vanlig mannagongd, at landsstýriskvinnan skal góðkenna, hvussu raksturin á einstøkum røktarheimum verður lagdur til rættis. Tískil hevur landsstýriskvinnan heldur ikki góðkent nakra avgerð um sparing. Tað eru leiðslurnar á teimum ymsu heimunum, sum taka slíkar avgerðir.

Almannaverkið hevur játtanareftirlit við økinum, og eru tað viðurskifti, sum Almannaverkið metir, at landsstýriskvinnan skal kunnast um, verður hetta gjørt, soleiðis at landsstýriskvinnan kann taka neyðug politisk stig. Sum áður nevnt eru slík boð ikki komin frá Almannaverkinum.

3.      Hevur landsstýriskvinnan góðkent, at køkurin skal steingjast í vikuskiftunum?

Víst verður til svar uppá spurning nr. 2.

4.       Er landsstýriskvinnan vitandi um, at allir ítrivstímarnir á heiminum eru burtur.              

Víst verður til svar uppá spurning nr. 2. Tó er Almannaverkið kunnað um, at ítrivstímarnir, sum eru 7 tímar um vikuna, eru tiknir burtur.

Málið avgreitt.