Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

32. Játtanin til eldraøkið 2014

« Aftur

 

Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen
Svarari: Annika Osen
Spurningur:

Á tingfundi 3. apríl 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.      Hvussu nógv er játtanin til eldrarøktina framskrivað við í 2014
a) útgreinað á løn- og prísvøkstur, eykajáttanir í 2013
b) fleiri brúkarar og hækkan av tænastustøði og
c) hvussu nógv er játtanin lækkað vegna sparingar?

2.      Hvussu nógv er játtanin til hvørt Røktarheim sær, sambýli og heimatænastuna í 2014?

3.      Hvussu nógv varð játtað til hvørt Røktarheim sær, sambýli og heimatænastuna í 2013, íroknað eykajáttan?

4.      Hvussu nógv ársverk pr. búfólk vóru á røktarheimum og eldrasambýlum tann 1 januar 2012, og hvussu nógv ársverk eru í dag?

5.      Hvør er frágreiðingin uppá, at vøksturin í eindarprísum frá 2013 til 2014 er ymiskur, tá ið tað kemur til ávikavist røktarheim, sambýlir og heimatænastuna?

6.      Hvussu nógvur peningur er játtaður til rehabilitering á røktarheimum, sambýlum og heima­tænastuni?

 
      Viðmerkingar:

      Játtanin til eldrarøktina hækkar frá 337.694 mió í 2013 til 355.160 mió í 2014 ein hækking á 17.466 milliónir. Í 2013 vóru stórir trupulleikar í eldrarøktini vegna ov lítla játtan, og tí vóru stórar sparingar fráboðaðar. Málið endaði tó við, at neyðugt var í tveimum umførum at koma við umbøn til eykajáttan. Løgtingið játtaði tilsamans 9,9 mió. kr. í eykajáttan til eldrarøktina.

 

Fyrr í ár kom fram, at Almannaverkið á vári 2013 fór í holt við eina kanning av tíðarnýtsluni í eldrarøktini. Sambært fjølmiðlunum var farið undir at kanna, hvussu nógva tíð starvsfólk á røktarheimum og í heimatænastuni nýta til ymisku uppgávurnar.

Kannað var út í æsir, hvussu langa tíð tað tekur at hjálpa fólki upp úr songini, lata tey í, vaska teimum, geva teimum heilivág og at busta tenn.

Starvsfólkini fingu eina skrivliga vegleiðing, ið ásetti, hvussu tey skuldu bera seg at, og hvat tað merkir til dømis at geva einum eldri fólki heilivág. Tey skuldu tryggja sær, at tann eldri ikki bert fekk heilivág, men eisini at viðkomandi fekk heilivágin á rættan hátt.

Sambært Kringvarpinum, avgjørdi virkandi stjórin á Almannaverkinum tann 21. februar 2014 at steðga kanningini av tíðarnýtsluni hjá starvsfólkum á røktarheimum. Orsøkin til, at gjørt varð av at steðga kanningini, varð søgd at vera, at játtanin til eldraøkið í ár er vaksin, og at eldraøkið verður lagt til kommunurnar næsta ár.

Hóast tað fleiri ferðir er ført fram, at játtanin til eldrarøktina er so rúmlig í 2014 í mun til játtanina í 2013, samsvarar hetta ikki við tað, ið avvarðandi og starvsfólk uppliva í gerandisdegnum.

Tann 27 mars 2014 stendur millum annað at lesa í skrivi frá Felagnum Tign, sum røkir áhugamálini hjá røktarkrevjandi føroyingum, bæði eldri og yngri:

Felagið sigur, at støðan á røktarøkinum er alt annað enn nøktandi, og higartil hava hvørki eyka­játtanir ella broytingar í ovastu leiðslu gjørt nakran mun.”

Somu fatan fær ein, um ein samskiftir við starvsfólk innan eldrarøktina. Tað tykist sum at tænastu­støðið er sera ymiskt. Ein fær ta fatan, at starvsfólkatímar eru skerdir, bæði við færri starvsfólkum og styttri vaktum. Røktarstarvsfólk mugu brúka meira tíð enn áður til aðrar uppgávur enn røkt, t.d við at hjálpa til í køkinum. Ov fá fólk eru til arbeiðis um náttina. Tað er sera ymiskt, hvørji tilboð eru til fysioterapi og ítriv, onkustaðni eru hesi tilboð at kalla spard burtur.

Hesar skerjingar viðføra, at tænastan til búfólkini í stóran mun bert fevnir um mest grundleggjandi røktina. Tey eldru sleppa upp, verða latin í og fáa mat og mugu síðan, fyri ein stóran part, sita óvirkin meginpartin av tíðini. Tí kann tað tykjast sum, at okkara eldru borgarar, ístaðin fyri at verða stimbraðir, meira at kalla bert verða ”uppbevaraðir”.

Eitt er, hvat tænastustøðið vit bjóða okkara eldru borgarum, eitt annað er, hvat fyri arbeiðsumstøður vit bjóða røktarstarvsfólkunum. Sambært álitinum um eldrapolitik so eru longu nú avbjóðingar við starvsfólkahópinum:

Ein kanning frá 2008 vísir, at 20% av starvsfólkunum í Heimatænastuni eru 60 ár og eldri, samanborið við at 12% av arbeiðsmegini eru í hesum aldursbólki. Umvent eru 26% av starvsfólkunum í Heimatænastuni 40 ár og yngri, meðan 31% vóru í 50’unum.Mett verður, at starvsfólkatørvurin á eldraøkinum um nøkur fá ár kann verða størsta einstaka avbjóðingin fyri eldrarøktina, um hond ikki verður tikin um avbjóðingina" (Álit um eldrapolitikk AHR 2012).

Um arbeiðsumstøðurnar eru so, at tað kennist trupult at fáa veitt ta tænastu, ið ein fegin vil, so eru útlitini til at fáa fleiri at velja at starvast innan hetta økið í framtíðini ikki góð. Ikki minst havandi í huga, at lønin ikki er serliga høg, og at nógv størv eru niðursetta tíð.

Ein annar viðkomandi spurningur er, um tænastustøðið í eldrarøktini er nøktandi, nú tað er samtykt at leggja økið út til kommunurnar at umsita.

Fyri at fáa lýst, hvussu er við játtan, starvsfólkanormering og tænastustøðið innan eldrarøktina, verða omanfyrinevndu spurningar settir.

 Á tingfundi 4. apríl 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 2. mai 2014 svaraði annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

Málið avgreitt.