Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

5. Fólkaskúladeild

« Aftur

 

Spyrjari: Rigmor Dam
Svarari: Bjørn Kalsø
Spurningur:

Á tingfundi 10. september 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

 

  1. Hvussu kunnu viðskiftafólk vita, hvønn tey skulu venda sær til við fyrispurningum innan teirra virkisøki, tá eingin hevur ábyrgd av ymsu økjunum undir Mentamálaráðnum?
  2. Hvussu metir Mentamálaráðið sjálvt, at samskiftið við viðskiftafólk hevur hepnast við nýggja bygnaðinum?
  3. Eru ítøkiligar ætlanir um at bøta um samskiftið úteftir, so tað verður greiðari, hvønn viðskiftafólk skulu venda sær til við fyrispurningum, og hvør hevur ábyrgdina av, at hesir verða avgreiddir?
  4. Í hvønn mun hava bygnaðarbroytingarnar bøtt um tænastuna til brúkaran?
  5. Nær er ætlanin at eftirmeta og endurskoða nýggja bygnaðin í Mentamálaráðnum?
  6. Hvat ætlar Mentamálaráðið at gera við trupulleikan? Og nær?

 

Viðmerkingar
Skúlafólk sakna fólkaskúladeildina í Mentamálaráðnum.

Nýggi bygnaðurin í Mentamálaráðnum elvir til ørkymlan millum skúlafólk og onnur, tí ógreitt er, hvønn tey skulu venda sær til, og hvør hevur ábygdina av, at fyrispurningar verða avgreiddir.

Á vetri í 2012 varð Mentamálaráðið skipað við nýggjum bygnaði, sonevndum funktiónsbygnaði, har arbeitt verður í toymum í staðin fyri í deildum. Farið var sostatt burtur frá serfrøðingavitan og greiðum ábyrgdarbýti yvir til ein bygnað við generalistum, har øll starvsfólk kunnu fara inn í øll mál, um tørvur er á tí.

Í sambandi við fyrispurning frá undirritaðu um endamálið og kostnaðin á bygnaðarbroytingunum, sum lógu um 600.000 kr. (áleið tvey ársverk), segði landsstýrismaðurin, at ætlanin var at gera ráðið effektivari, og sum frá leið at fáa meira fyri játtaða peningin.

Men nýggi bygnaðurin hevur elvt til nógva ørkymlan og ónøgd millum viðskiftafólk, sum sam­starva við ráðið.

Fyri at taka fólkaskúlan sum dømi, so hava vit 46 fólkaskúlar við starvsfólki og leiðslum, sum vísa beinleiðis til Mentamálaráðið. Kortini hevur Mentamálaráðið niðurlagt Fólkaskúladeildina, har lærarar, leiðslur, foreldur, felagsskapir, stovnar og onnur skúlafólk kundu venda sær til í dagliga samskiftinum við umsitingina.

At eingin hevur ábyrgdina av fólkaskúlanum ger, at fólk kenna seg slept upp á fjall, tí fyrispurning­ar verða ikki avgreiddir, og fólk verða send frá Peri til Pól.

Eisini hava viðskiftafólk ta greiðu fatan, at tey (fáu knáu), sum áður mannaðu Fólkaskúladeildina, eru ovbyrjað og kunnu tí ikki viðgera ella avgreiða allar fyrispurningar.

Fyri bert fáum árum síðan var fólkaskúladeildin í Mentamálaráðnum størsta og kanska best virkandi deildin við 6-7 starvsfólkum. Í dag er einki fast starvsfólk ella deild at taka sær av einum av størstu løgfrøðiligu, fyrisitingarligu og námsfrøðiligu uppgávunum í landinum.

Herálvur Jacobsen, formaður Lærarafelagsins, lýsti málið í Skúlablaðnum í mai 2014, har hann staðfesti, at skúlaleiðslur, Lærarafelagið og lærarar dagliga hava stórar trupulleikar við at fáa samband við Mentamálaráðið.

- Skúlaleiðslur hava í nógvum førum eftir royndir í fleiri dagar uppgivið at fáa samband við fakfólk innan fólkaskúlan í Mentamálaráðnum og venda sær tí til Lærarafelagið við spurningum og uppgávum, sum heilt greitt hoyra undir arbeiðsøkið hjá arbeiðsgevaranum, segði Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.

Føroyska skúlaverkið verður stýrt úr erva, og lokalu skúlaleiðslurnar hava lutfalsliga lítið rásarúm at skipa skúlan eftir egnari hugsjón ella tørvi. Ráðið fyrisitir eina røð av skúlamálum, so sum menning av skúlanum, fyrispurningar um starvsfólkaviðurskifti, árs- og virksemisætlanir, fyrispurningar um eftirútbúgving, framleiðslu og útbreiðslu av royndartilfari, skipan av eftir­metingum og skúlakanningar, lønarspurningar, samstarv við Lærarafelagið og mangt, mangt annað.

Alt hetta pliktar, soleiðis, at ráðið má hava eitt passaliga stórt og væl skikkað lið av dugnaligum og eldhugaðum starvfólkum, sum hava tíð, orku og veruligar møguleikar at fyrisita málsøkið og tæna fólkaskúlanum á fullgóðan hátt. Eisini er alneyðugt, at ráðið hevur eina námsfrøðiliga eind, har til ber at viðgera námsfrøðiligar spurningar og skúlamenning við skikkað fólk í Mentamálaráðnum.

Sigast skal, at tað eru ikki bara skúlafólk, sum eru ónøgd við nýggja bygnaðin í Mentamálaráðnum, hetta er eisini galdandi fyri viðskiftafólk innan onnur virkisøki hjá ráðnum.

Tí er áhugavert at hoyra, hvussu landsstýrismaðurin í mentamálum sjálvur heldur, at hetta hevur hepnast, og hvat hann ætlar at gera við málið.

Á tingfundi 12. september 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 21. oktober 2014 svaraði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 
Svar

Til 1: Innanhýsis er Mentamálaráðið skipað við greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum starvsfólk og deildir, soleiðis at tikið verður hond um allar ábyrgdir og øll málsøki, sum Mentamálaráðið hevur.

Nógv mál eru víðfevnd fakliga, fíggjarliga og løgfrøðiliga og krevja, at ymiskur førleiki og serfrøði luttekur í málsviðgerðini.

Um ivamál er um, hvør skal málsviðgera eitt ávíst mál, er tað uppgávan hjá leiðsluni at taka støðu til, hvussu málsviðgerðin skal fara fram.

Viðskiftafólk kunnu annars venda sær til høvuðsadressuna ella høvuðstelefonnummarið í Mentamálaráðnum, um so er, at tey ikki vita, hvør í Mentamálaráðnum hevur ábyrgdina av einum ávísum málsøki.

Til 2: Sum heild hevur Mentamálaráðið ikki fleiri trupulleikar í samskiftinum við viðskiftafólk, eftir at nýggi bygaðurin var skipaður.

Ráðið hevur ikki móttikið ítøkiligar formligar kærur ella klagur um trupulleikar í samskiftinum við viðskiftafólk.

Tó er komið fyri, at almennar viðmerkingar hava verið, har víst hevur verið á trupulleikar.

Atfinningarnar hava serliga snúð seg um, at tað ikki longur finst ein fólkaskúladeild í Mentamálaráðnum. Tað hava ikki verið ítøkilig óavgreidd mál, sum klagað hevur verið um.  

Tey flestu starvsfólkini í Mentamálaráðnum eru tey somu, sum vóru áðrenn og aftaná, at nýggi bygnaðurin bleiv skipaður fyri gott 2 árum síðani, og hesi fáast framvegis í stóran mun við uppgávur innan fyri sama virkisøkið, sum tey høvdu frammanundan, hóast ráðið innanhýsis virkar á ein annan hátt.

Til 3: Í sambandi við tær bygnaðarbroytingar, sum eru gjørdar, hevur eitt av aðalmálinum verið at bøta um samskiftið úteftir og tað arbeiða vit framvegis við. Ráðið ynskir at kunna geva eina so góða tænastu sum møguligt.

Innanhýsis hevur Mentamálaráðið sum nevnt eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum starvsfólk og deildir. Tað framgongur á heimasíðuni hjá ráðnum, hvørjar uppgávur deildirnar hava um hendi, og hvørji starvsfólk starvast á hvørjari deild.

Mentamálaráðið hevur ikki mett, at tað er viðkomandi at upplýsa alment, hvørjar uppgávur hvørt einstakt starvsfólk situr við.

Tað er Mentmálaráðið sum heild, sum hevur ábyrgdina av, at mál verða avgreidd og ikki tað einstaka starvsfólki einsamalt.  

Til 4: Mentamálaráðið hevur eitt sera fjølbroytt virkisøki, sum fevnir um undirvísing og mentan í síni heild - herundir allar stovnar og virksemi annars innan hesi øki.

Samstundis við, at nógvar fyrisitingarligar rakstraruppgávur skulu loysast her og nú, skal ráðið eisini arbeiða við lógarfyrireikandi virksemi, sum krevur eina meiri langsiktaða tilgongd og arbeiðsnáðir. Hetta er ein stór avbjóðing í Mentamálaráðnum, tí ráðið hevur nógvar rakstrarkendar uppgávur í mun til flestu av hinum stjórnarráðunum.

Við bygnaðarbroytingini hevur málið verið at skilja virksemið upp, soleiðis at tær meiri rakstrartungu uppgávurnar eru á Stýrisdeildini og tær lógarfyrireikandi uppgávurnar eru á Politikkdeildini.

Tað er torført at siga í hvønn mun bygnaðarbroytingarnar hava bøtt um tænastuna til brúkaran, tí enn er ikki serliga long tíð liðin síðan broytingarnar vóru settar í verk. Men málið er, at ráðið skal verða betri til at røkja fjølbroyttu uppgávurnar, har langt frá allar eru beinleiðis brúkararættaðar.

Til 5: Ætlanin er at taka saman um nýggja bygnaðin í heyst og møguliga verða onkrar tillagingar gjørdar. 

Til 6: Í sambandi við samanumtøkuna í heyst, fara vit eisini at samskifta við viðskiftafólk fyri at kunna laga bygnaðin til tørvin, soeiðis at teir trupulleikar í samskiftinum við Mentamálaráðið, sum eru, kunnu beinast av vegnum.

Harafturat arbeiða vit við at flyta rakstrarkendar uppgávur longur burtur frá sjálvum ráðnum í undirliggjandi stovnar, sum burturav skulu taka sær av rakstrinum. 

Málið avgreitt