Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

12. Lækking av túratali hjá Smyrli

« Aftur

 

Spyrjari: Henrik Old
Svarari: Johan Dahl
Spurningur:

Á tingfundi 30. september 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1)     Hvør var orsøkin til, at fyrrverandi leiðslan á Strandfaraskipum Landsins ikki fekk heimild til hvørki at hækka prísin ella lækka túratalið hjá strandferðsluni?

2)     Hvørji viðurskifti eru broytt soleiðis, at núverandi leiðsla fær boð um at niður­skurður skal gerast á rutuni hjá Smyrli, sum framanundan hevur fægst túratal og mesta flutning?

3)     Hví velur landsstýrismaðurin at lækka túratalið hjá Smyrli, sum framanundan hevur fægst túrar?

Viðmerkingar:
24. oktober 2012 hevði leiðslan á strandferðsluni fund við tingfólk um játtanina til strandfersluna, har víst varð á, at millum annað av nýggjun manningakrøvum fór játtanin til strandferðsluna ikki at halda, og neyðugt var antin at seta prísin hjá strandferðsluni upp, ella túraatalið niður. Strandferðslan fekk tá at vita frá politiska meirilutanum, at tað hvørki bleiv talan um at seta prísin upp ella túratalið niður. Tá var mest talan um siglingina hjá Teistanum.

Nú verður boðað frá, at tað framanundan lága túratalið hjá Smyrli skal skerjast uppaftur meir. Hesar broytingar vóru gjørdar, hóast nøgdin av flutningi er vaksin munandi seinastu árini. Ein kann eisini undrast yvir, um orsøkin til, at túratalið hjá Smyrli fyri aðru ferð í hesum samgonguskeiðnum verður skert, er, at einki løgtingsumboð fyri Suðuroynna í løtuni situr í samgongu. Tí vera hesir spurningar settir landstýrismanninum Johan Dahl.

Á tingfundi 7. oktober 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 10. desember 2014 boðaði formaðurin frá, at spyrjarin, Henrik Old, tekur fyrispurningin aftur. Upp á fyrispurning frá formanninum sambært tingskipanini § 55, stk. 3 tók eingin spurningin uppaftur. Málið avgreitt.

 

Svar: