Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

14. Screening fyri krabbamein

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen
Svarari: Karsten Hansen
Spurningur:

Á tingfundi 7. oktober 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

  1. Hvussu ber tað til, at vit í Føroyum ikki hava fingið sett í verk  screening fyri krabbamein í langa og baktarmi, sum danska Heilsustýrið hevur mælt til?
  2. Hvussu langt er komið við at seta á stovn screeningseind fyri krabbamein, sum tilmælt verður í krabbameinsætlanini fyri Føroyar?
  3. Nær verður landsumfatandi screening fyri bróstkrabba sett í verk?
  4. Er gjørd ein endurskoðan av screening fyri lívmóðurhálskrabba, sum eisini er tilmælt í Krabbameinsætlanini?

 

Viðmerkingar
Krabbamein er ein sjúka, sum rakar mangan føroying og føroyskar familjur, og sum hevur við sær stórar menniskjansligar avleiðingar.

Vit fingu í 2009 eina dygdargóða og umfatandi ætlan fyri, hvussu vit skulu fara fram á krabbameinsøkinum, og kom hendan ætlan við nógvum góðum tilmælum til, hvussu vit kunnu bøta um fyribyrging og viðgerð av krabbameini. Sagt verður beinleiðis í hesi ætlan, at sannlíkt er, at uml. ein triðingur av øllum krabbameinstilburðum kunnu fyribyrgjast, og at tað tí er týdningarmikið, at vit í Føroyum fara undir tiltøk við atliti at minka um tilburðirnar og harvið deyðatalið av krabbameini.

Tað má sostatt sigast at hava stóran týdning fyri nógvar føroyingar og føroyskar familjur, at nakað munagott verður gjørt fyri at fyribyrgja krabbameini, har tað ber til.

Í ætlanini verður mælt til, at tað verður gjørd ein sokallað screeningseind í Heilsuverkinum, sum skal samskipa hetta arbeiðið. Sum skilst, er hetta ikki gjørt, og fregnast má tí eftir hví so er, og í øðrum lagi um, nær hetta verður gjørt.

Tað verður eisini tilmælt, at sett verður í verk screening fyri bróstkrabba, sum fevnir um allar kvinnur í aldrinum 50-69 ár og seinni møguliga víðka til aðrar aldursbólkar. Ein kann undra seg yvir, hví hetta ikki er sett í verk enn.

Viðvíkjandi krabbameini í langa og baktarmi verður tilmælt, at vit fylgja teimum tilráðing­unum, sum danska Heilsustýrið kemur við. Á júst hesum økinum er í Danmark sett í verk screening at galda frá 1. mars 2014 og fevnir um allar kvinnur og menn í aldrinum 50-74 ár. Hetta er tó ikki sett í verk í Føroyum, og man kann undrast á, hvørjar grundgevingar landsstýrismaðurin hevur fyri ikki at fylgja danska Heilsustýrinum á hesum økinum. Tað átti ikki at verið neyðugt at verið eftirbátur á hesum økinum, tá tilmælini eru so greið, og ein kann fáa varhugan av, at tað eru tær umfatandi sparingarnar í Heilsuverkinum, sum samgongan hevur framt, sum forða fyri, at hesi átøk verða sett í verk. Tey kosta pening her og nú, men spara bæði pening og líðing, sum frá líður.

Tað undrar eisini, at landsstýrismaðurin, sum í sambandi við heilsunýskipan hevur ført fram, at tað eru trý lyklaorð, sum er galdandi, og tað er fyribyrging, fyribyrging og fyribyrging, at tað soleiðis verður latið vera við at gera ta fyribyrging, sum danska Heilsustýrið beinleiðis mælir til. Her er ikki samsvar millum tað, sum verður sagt, og tað, sum verður gjørt.

Sóknast verður tí eftir, at landsstýrsimaðurin, nú tað nærum eru gingin 5 ár síðani, krabba­meinsætlanin kom, kann koma við einum ítøkiligum svari uppá, hvussu hesin parturin av ætlanini, fyribyrgingin, kann setast í verk beinanvegin, so vit sum minsta krav eru á hædd við grannalond okkara.

Á tingfundi 10. oktober 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 11. desember 2014 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

1.      Hvussu ber tað til, at vit í Føroyum ikki hava fingið sett í verk  screening fyri krabbamein í langa og baktarmi, sum danska Heilsustýrið hevur mælt til?

Sum tað framgongur í viðmerkingunum til fyrispurningin, er talan um eina rættiliga nýggja skipan í Danmark. Tilvísingarbólkurin fyri screening á Landssjúkrahúsinum hevur umrøtt spurningin í summar og metti tá, at tað sum meginregla er ein áhugaverd og ynskilig skipan. Samstundis metti bólkurin, at tað ikki var ráðiligt at seta skipanina í verk við verandi manning innan Gastroenterologisku deild, Skopieind og Rannsóknarstovu. Málið hevur síðani verið umrøtt í samskifti millum Landssjúkrahúsið og Heilsumálaráðið, og ætlar landsstýrismaðurin, at málið verður tikið upp í Krabbameinsstýrisbólkinum, sum í næstum kemur at hava fund um screeningar í føroyska heilsuverkinum.

2.      Hvussu langt er komið við at seta á stovn screeningseind fyri krabbamein, sum tilmælt verður  í krabbameinsætlanini fyri Føroyar?

Landssjúkrahúsið hevur sett eina Screeningseind á Rannsóknarstovuni á Diagnostiska Deplinum.

Screeningseindin hevur eisini uppgávur innan onnur økir enn krabbameinsøki – m.a. at samskipa neontalscreening og hoyriscreeningar av pinkubørnum.

3.      Nær verður landsumfatandi screening fyri bróstkrabba sett í verk?

Landsstýrismaðurin hevur raðfest pening á komandi fíggjarlóg, soleiðis at tað í samsvar við krabbameinsætlanina kann farast undir landsumfatandi mammografiscreening í Føroyum. Málið er til viðgerðar í løtuni í Krabbameinsstýrisbólkinum, sum kemur at taka málið upp á fundi sum verður í næstum, fyri at viðgera hvussu tilboðið meira ítøkiliga kann verða sett í verk í 2015.

4.      Er gjørd ein endurskoðan av screening fyri lívmóðurhálskrabba, sum eisini er tilmælt í Krabbameinsætlanini?

Landssjúkrahúsið hevur sent Heilsumálaráðnum tilmæli, har tey mæla til, at screeningin fyri lívmóðurhálskrabba verður dagførd og víðka við 7 árgangum, soleiðis at hon hevur somu árgangir sum í Danmark. Tey mæla í hesum sambandi til, at málið verður tikið upp í Krabbameinsstýrisbólkinum. Hetta málið verður á skrá á fundinum hjá stýrisbólkinum sum verður í næstum.

Málið avgreitt: