Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

16. Eigaraskapur av vindmylluparkini í Húsahaga

« Aftur

 

Spyrjari: Aksel V. Johannesen
Svarari: Johan Dahl
Spurningur:

Á tingfundi 21. oktober 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljósðandi:

1.      Hevur landsstýrismaðurin givið loyvi til, ella ætlar landstýrismaðurin at geva loyvi til, at SEV og MAGN saman kunnu eiga vindmylluparkina í Húsahaga?

2.      Um loyvi verður givið, kann landsstýrismaðurin so í stuttum greiða frá, hvørjir fyrimunir eru fyri vanliga brúkaran, at ein partur av virkseminum hjá SEV verður privatiseraður til ein útlendskan íleggjara?

 
Viðmerkingar:

SEV er í dag ein interkommunalur felagsskapur, sum allir føroyingar eiga.

Í seinastu viku varð nýggja vindmylluparkin í Húsahaga tikin í nýtslu. Ein sólskinssøga fyri land, kommunur og alt Føroya fólk.

Við vindmylluparkini í Húsahaga hevur SEV tikið eitt stórt stig rætta vegin. Bæði tá hugsað verður um umhvørvið, men sanniliga eisini tí, at vindmyllurnar í Húsahaga gera tað munandi bíligari enn frammanundan hjá SEV at framleiða el-orku í framtíðini, tá kostnaðarmikla og dálkandi oljan hevur verið álitið í framleiðsluni.

At framleiðslan verður munandi bíligari, eigur sjálvandi at síggjast aftur hjá føroyska vinnulívinum og føroysku húsarhaldunum. Um ikki beinanvegin, so sum frálíður, so hvørt stóru íløgurnar verða afturgoldnar.

Ítøkiligar ætlanir eru nú um, at ein partur av virkseminum hjá SEV skal privatiserast til íslendska oljufelagið, MAGN. Ætlanin er nevniliga, at MAGN skal eiga ein triðing av vindmylluparkini í Húsahaga.  

SEV hevur ikki sum endamál at skapa vinning, men íløgurnar og virksemið hjá kommunala felagsskapinum skal hvíla í sær sjálvum. Um ein professionellur, útlendskur íleggjari nú skal eiga ein part av vindmylluparkini, kann hugsast, at rationaliseringin við íløguni í vindmylluparkina ikki fult og heilt kemur føroyskum vinnlívi og føroysku húsarhaldunum til góðar, men í staðin endar í lummunum hjá íslendskum íleggjarum.

SEV, kommunurnar og landsstýrið hava til eina og hvørja tíð skyldu til at tryggja bestu fortreytir til vinnulívið og fólkið. Tí er tað serstakliga áhugavert hjá løgtinginum at frætta, hvørjir fyrimunir eru hjá brúkaranum, um MAGN verður eigari av vindmylluparkini.

Á tingfundi 22. oktober 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 6. februar 2015 boðaði formaðurin frá, at Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður hevur tikið aftur spurningin. Upp á fyrispurning frá formanninum sambært § 55, stk. 3 í tingskipanini tók eingin fyrispurningin uppaftur. Málið avgreitt.

 

Svar:

Á tingfundi 5. desember 2014 svaraði Johan Dahl,. landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

Til nr. 1

Fyrsitingarligu heimildir landsstýrismansins í sambandi við framleiðslu av elorku eru ásettar í løgtinslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (elveitingarlógin).

Sambært § 4 í elveitingarlógini krevst loyvi til framleiðslu av ravmagni, og er talan um vindorku, skal eftir § 5 í lógini útbjóðing fara fram frammanundan at loyvi verður givið, ella at lýst verður eftir umsóknum í sambandi við sonevnda open door útbjóðing, og treytirnar verða settar í sambandi við útbjóðingina. Endamálið við útbjóðingini er at geva øllum møguleika at bjóða seg fram at framleiða ravmagn úr hesi orkukeldu, og á henda hátt fáa kapping á framleiðsluøkinum.

Eftir at  alment varð lýst eftir umsóknum á sumri í 2012 varð avgerð tikin um at veita felag undir stovnan við SEV og Magn loyvi til elframleiðslu í sambandi við vindmyllulund í Húsahaga.

Til nr. 2

Við elveitingarlógini frá 2007 varð elveitingarøkið partvís liberaliserað (frælsisgjørt).

Setningurin var at fáa kappingarlíknandi viðurskifti innan elframleiðslu og at fremja virkisføri, og var ætlanin við lógini at skipa framleiðslupartin soleiðis, at møguleiki skuldi verða  fyri fleiri framleiðsluvirkjum og framleiðarum.

Búskaparliga ástøðið fyri málsetningum um at skapa eina kappingarlíknandi støðu á elvetingarøkinum er, at kapping skapar fleiri fyrimunir, t.d. størri virkisføri (effektivitet), lægri prísir, dygdarbetri framleiðslu, størri nýskapan (innovatión) og fleiri valmøguleikar, alt tílíkt, sum skuldi verið ein fyrimunur fyri samfelagið og brúkaran.

Verulig kapping á einum marknaði er, tá brúkarin hevur frítt val millum fleiri veitarar.

Í Føroyum er tað ikki støðan, at verulig kapping er á elveitingarøkinum, har brúkarin hevur frítt val millum fleiri veitarar. Elvetingarlógin hevur tí ikki skapað kapping millum elframleiðarar um at fáa so stóran part sum gjørligt av marknaðinum (brúkarunum), tí brúkararnir kunnu bert keypa el frá einum felag, sum er SEV net. Heldur ikki er frí atgongd til marknaðin fyri sølu av elmegi til SEV net. Eftir elvetingarlógini er ætlanin, at tað í sambandi við útbjóðing av nýggjum elmátti eftir § 5 í lógini, skal verða møguleiki fyri kapping millum framleiðarar, serliga í sambandi við framleiðslu úr vindmegini.

Tá bjóðað verður, er kappingargrundarlagið m.a. prísir og dygd (kvalitetur), men er tað ein nýggjur framleiðari, sum bjóðar seg fram, er hetta eisini eitt kriterium, sum kann  hava týdning, og sum skal avvigast mótvegis hinum kriteriunum. Verður boðið ein væl betur prísur og/ella væl betur dygd enn  kappingarneytin kann bjóða, fær tað, at kappingarneytin er ein nýggjur framleiðari, ikki avgerandi ávirkan í avviganini av, hvør skal vinna útboðið.

SEV kundi bjóðað væl betri elprís enn kappingarneytin í sambandi við open door útbjóðingina av  vindmyllulundini í Húsahaga, og tað var tað, sum var avgerandi fyri, at SEV fekk loyvið.

Harumframt kemur, at tað, at seinni ætlaði eigaraskapurin av vindmyllulundini er skipaður við Magn  sum minnnilutaeigara og tí ikki hevur við sær, at hetta felagið varð mett sum ein nýggjur framleiðari í kapping við SEV.

Hóast vindmyllulundfelagið, sum dótturfelag hjá SEV, ikki er í kapping við SEV, kann ætlaði eigaraskapurin hjá MAGN í felagnum tó hava  fyrimunir við sær fyri brúkaran.

MAGN setur váðafúsan kapital í felagið, og lættir hetta um fíggjarbyrðuna hjá SEV. Tað, at ein privatur aktørur er við í verkætlanini kann hava við sær, at størri dentur verður lagdur á effektivitet og rakstraroptimering. Somuleiðis kann hugsast, at luttøkan hjá MAGN í eini vindmylluverkætlan vil hava við sær, at felagið uppbyggir egnar førleikar, ið vil gera tey betur før fyri at koma við einum sjálvstøðugum boði upp á framtíðar vindmylluverkætlanir. Tað er ikki ókent, at fyritøkur, ið fara inn á nýggj virkisøki, byrja við at fara í samstarv við verandi veitarar, fyri síðan at bróta frá og kappast á jøvnum føti.

Eftir elvetingarlógini er, sum nevnt, ætlanin, at tað í sambandi við útbjóðing av nýggjum elmátti skal verða møguleiki fyri kapping millum framleiðarar, serliga í sambandi við framleiðslu úr vindmegi.

Tað er eitt sindur ógreitt, um spyrjarin heldur, at hetta ikki eigur at vera so, og hevur møgulig tað sjónarmið, at privatir ikki eiga at hava møguleika at bjóða seg fram í elframleiðsluni í kapping við SEV.

Um so er, og hetta sjónarmið skal verða nýtt í sambandi við umsiting av lógini, so má elveitingarlógin broytast. Hetta er ein prinsippiellur spurningur, um hvørt vit eiga at hava kapping á elveitingarøkinum.

Hendan spurningin og aðrar ætli eg at leggja fyri Tingið til aðalorðaskifti um, hvussu elveitingarøkið eigur at verða skipað.

Málið avgreitt.