Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

35. Kvinnutrot og javnstøðupolitikkur í Føroyum

« Aftur

 

Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen
Svarari: Johan Dahl
Spurningur:

Á tingfundi 21. januar 2015 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1)      Er arbeiðið at greina avleiðingar og orøkir til, at kvinnutrotið í Føroyum, byrjað, so sum heildarætlanin mælir?

2)      Um ja, hvussu er hetta arbeiðið skipa?

3)      Er tað rætt, at hetta arbeiðið fer at taka 1 til 1½ ár, sum landstýrismaðurin hevur boðað frá áður?

4)      Hvat er orsøkin til drúgvu tíðina?

5)      Er nøkur evsta freist sett fyri, nær arbeiðið skal vera liðugt?

 
Viðmerkingar:

Sum nevnt í spurningunum omanfyri, mælir heildarætlanin um fólkaflyting og fólkavøkstur frá apríl 2013 til, at ein greining verður gjørd av orsøkunum og avleiðingunum av kvinnutrotinum í Føroy­um við tí fyri eyga at orða ein javnstøðupolitikk.

Í 2011 vóru 2.155 færri kvinnur enn menn í Føroyum í aldrinum 0-59 ár. Sambært CIA World Factbook er tað bert í 12 londum, at parturin av monnum er størri í mun til partin av kvinnum enn í Føroyum. Millum londini í vesturheiminum er tað einans Grønland, sum hevur lutfalsliga færri kvinnur enn í Føroyum. (Heildarætlanin).

Í heildarætlanini verður ført fram, at hóast heildarætlanin er ætlað báðum kynunum, so er kvinnu­trotið ein so álvarsligur og samansettur trupulleiki, at tað krevur eina serstaka og meira umfatandi viðgerð, enn tað er møguligt at gera í sjálvari heildarætlanini.

Mælt verður til, at greiningararbeiðið tekur støði í einari kanning av trivnaðinum og viðurskiftunum hjá føroyskum kvinnum. Viðgerðin eigur haraftrat at kanna viðurskifti í mun til arbeiðsmarknað og umboðan og vald. 

Lønarmunurin er stórur millum kvinnur og menn, og hann heldur áfram at vaksa. Nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð, og kvinnuumboðanin í politikki og leiðandi størvum er munandi minni enn í okkara grannalondum.

Sambært Hagstovuni, so vóru lønarútgjaldingarnar 412 mió. kr. størri í 2014 enn í 2013, av hesum fóru 319 mió. kr. til menn, og kvinnurnar fingu 93 milliónir burturav. Sostatt vuksu lønarútgjalding­arnar hjá monnunum 7,3% og hjá kvinnunum 3,3% (In.fo 13/1-2014).

Hóast ávís vitan fyriliggur um trivnað hjá kvinnum í útjaðarum, mælir arbeiðsbólkurin til, at ein miðvís greining verður sett í verk. Greiningararbeiðið skal vera grundarlag undir at finna loysnir, sum kunnu tryggja, at fleiri kvinnur ynskja at venda aftur ella vera verandi her á landi, og harum­framt vera grundarlag undir at gera og fremja ein javnstøðupolitikk.

Hóast fólkatalið er vaksið nakað í 2014, so eru allar súðir ikki syftar enn. Sambært tølum frá Hagstovuni so hava vit enn ein stóran trupulleika við, at talið av fólkum í yngra endanum erulækkandi, meðan talið av eldri alsamt veksur, og henda gongdin sær út til at halda fram (Dimmalætting 2. januar 2015).

 
 
Aldur                2004                            2014                                        2024

00-19               14.700                         13.758 (- 7%)                          12.941 (- 12,5%)

20-64               27.003                         26.590 ( -1,5%)                       24.832 (- 8,0%)

65+                  6.385                          7.880   (23,4%)                       10.201 (59,8%)

Tils                   48178                          48228                                      47974
 

Hóast tølini serliga vísa skeiklingina millum aldursbólkarnar, so eru tey eins viðkomandi fyri trotið av kvinnum.

Longu í røðu løgmans á ólavsøku 2013 verður sagt um hetta mál:

”Leikpartaby?tið millum kvinnur og menn i? Føroyum er siðbundið eins og i? øðrum u?tjaðarasam­feløgum. Føroyar hava eitt sto?rt kvinnutrot, og tað er sto?r avbjo?ðing. Sjøtul er settur a? arbeiðið at gera ein javnstøðupolitikk, har fyrilit serliga verður tikið fyri viðurskiftum, ið eru tengd at ar­beiðsmarknaðinum.”

Tí kann tað undra, at hetta arbeiðið enn ikki er framt, nú vit eru í 2015, og tí hesar spurningar.

 Á tingfundi 6. februar 2015 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 30. apríl 2015 svaraði Johan Dahl, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

1)                  Er arbeiðið at greina avleiðingar og orsøkir til, at kvinnutrotið í Føroyum, byrjað, so sum heildarætlanin mælir?

Nei. Vinnumálaráðið hevur ikki sett í verk sjálvt útgreiningararbeiðið, sum heildarætlanin um fólkaflyting og fólkavøkstur mælir til.

Sum eg áður havi boðað frá, er ætlanin at fara undir arbeiðið at tilevna ein javnstøðupolitikk í ár. Hetta er partur av sama tilmæli í heildarætlanini og ætlanin er, at hesin javnstøðupolitikkur skal innihalda eina virkisætlan við ítøkiligum átøkum, sum skal fremja veruligu (de facto) javnstøðuna í Føroyum.

Ein greining av orsøkunum til kvinnutrotið í Føroyum eigur at vera liður í arbeiðinum at orða ein javnstøðupolitikk, so átøkini í virkisætlanini verða so miðvís og ítøkilig sum til ber.

Seinastu árini, ikki minst takkað veri heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur, hevur avbjóðingin við kvinnutrotinum í Føroyum fingið størri ans. Fleiri kanningar eru longu gjørdar hesum viðvíkjandi og eg haldi, at vit í dag longu hava eina greiðari mynd av, hvørjar orsøkirnar til kvinnutrotið kunnu vera.

Arbeiðsmarknaðarviðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru ivaleyst millum høvuðsorsøkirnar til tær avbjóðingar, sum vit framvegis hava, hvat javnstøðu og kvinnutroti viðvíkur. Tí skipaði Vinnumálaráðið, saman við Norðurlandaráðnum, fyri ráðstevnu um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum í Norðurlandahúsinum í mai í fjør. Ráðstevnan gav okkum eina greiðari mynd av avbjóðingunum, umframt at tað varð viðgjørt, hvussu vit taka við hesum avbjóðingum. Ráðstevnan var sostatt ein liður í arbeiðinum at greina orsøkirnar til kvinnutrotið í Føroyum.

Granskarar á Fróðskaparsetrinum hava somuleiðis havt sjóneykuna á spurningin og eg havi í hyggju at kanna møguleikarnar, hvørt ein meiri neyv og skipað greining av kvinnutrotinum kann verða gjørd av fakfólki á setrinum ella øðrum uttanveltaðum fakfólki. Ein slík greining kann síðani verða partur av arbeiðinum hjá Vinnumálaráðnum at orða ein javnstøðupolitikk, sum m.a. skal innihalda átøk, sum kunnu venda gongdini við alsamt størri kvinnutroti í Føroyum.

 

2)                  Um ja, hvussu er hetta arbeiðið skipað?

Víst verður til svarið upp á fyrra spurningin.

3)                  Er tað rætt, at hetta arbeiðið fer at taka 1 til 1½ ár, sum landstýrismaðurin hevur boðað frá áður?

Tað er ógreitt, hvussu langa tíð slíkt greiningararbeiði tekur. Tað veldst sjálvandi um, hvussu nógv starvsfólkatilfeingi og peningur verður settur av til uppgávuna og hvussu arbeiðið verður skipað. Um greiningararbeiðið verður framt av uttanveltaðum pørtum, meti eg, at at tað er sannlíkt, at hetta kann verða gjørt við eini tíðarætlan upp á uml. ½ ár.

Í hesum sambandi kann eg skoyta uppí, at slíkt greiningararbeiði skjótt kann gerast sera umfevnandi. Tí er tað ein fortreyt fyri arbeiðinum og tíðarætlanini at orða ein arbeiðssetning, sum er so miðvísur og ítøkiligur sum til ber, eisini soleiðis at greiningin kann brúkast beinleiðis sum liður í arbeiðinum at venda gongdini við ítøkiligum átøkum.

4)                  Hvat er orsøkin til drúgvu tíðina?

Orsøkin til at arbeiðið enn ikki er sett í verk í Vinnumálaráðnum, er heilt einfalt ein spurningur um raðfesting og avmarkað starvsfólkatilfeingi. Vit hava havt nógvar stórar verkætlanir, lógaruppskot og áleikandi mál síðani heildarætlanin varð  almannakunngjørd og hevur tað verið neyðugt at raðfesta, hvørji tiltøk skulu setast í verk. Tað er greitt, at vit ikki hava neyðuga starvsfólkatilfeingið til at fremja øll politisk mál, sum vit kundu hugsað okkum.

Í mun til átøkini í heildarætlanini, sum Vinnumálaráðið varðar av, haldi eg at vit eru komin rímiliga væl áleiðis og vit eru longu komin á mál við fleiri av teimum tilmælum, sum eru at finna í heildarætlanini.

Hvat javnstøðuspurninginum viðvíkur, má eg ásanna, at tað hevur haltað við politiska viljanum at fremja tey átøk, sum verða metta at hava serligan týdning í mun til javnstøðuna. Eg sipi her serliga til barsilsskipanina, hvar eg, í tráð við tilmæli í fólkavakstrarætlanini, legði uppskot fyri Tingið um at økja farloyvistíðina, samstundis sum lagt varð upp til eina pápakvotu. At innføra pápakvotur í barsilsskipanini verður mett at vera besta ítøkiliga amboð til at fremja de facto javnstøðu, og hava royndir m.a. í Íslandi prógvað, at hetta er eitt átak, sum veruliga flytur nakað innan stutta tíð.

Uppskotið fekk ikki undirtøku í Tinginum og í staðin varð uppskotið tillagað, soleiðis at samlaða barnsburðarfarloyvið varð longt við 4 vikum, tó ikki við eini longdari pápakvotu.

5)                  Er nøkur evsta freist sett fyri, nær arbeiðið skal vera liðugt?

Sum nevnt er ætlanin at fara undir at tilevna ein javnstøðupolitikk í ár. Hetta arbeiði verður væntandi liðugt í 2016.

Málið avgreitt.