Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

40. Ansingarsamsýning til fólk, sum ansa fólki millum 18 og 67 ár heima

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen
Svarari: Annika Olsen
Spurningur:

Á tingfundi 11. februar 2015 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.      Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan at skipa møguleikar, eitt nú gjøgnum forsorgar­lógina, so avvarðandi kunnu fáa møguleika at ansa fólki millum 18 og 67 heima?

2.      Um ja, nær verður tað?

3.      Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan í sambandi við at seta á stovn BPA-skipan í Føroyum?

4.      Um ja, nær verður tað?

5.      Sambært forsorgarlógini eru ongar forðingar fyri, at avvarðandi kann vera stuðul hjá sínum egnu. Hvørjar eru orsøkirnar til, at tað ikki sýnist at bera til í dag?

6.      Hvørjar eru treytirnar fyri, hvør kann virka sum stuðul?

7.      Hvørji stig fer landsstýriskvinnan at taka fyri at tryggja rættindini í ST-sáttmálanum um, at borgarin fær møguleika at velja sær sín stuðul?

8.      Hvussu verður við skipanini við ansingarløn, nú hon verður løgd út til kommunurnar saman við eldraøkinum?

9.      Verður møguleiki at veita ansingarløn til avvarðandi at persónum millum 18 og 67 ár?

Viðmerkingar
Undirritaðu spyrjarar settu á tingfundi 29. januar 2014 fram munnligar spurningar um ansingarsamsýning og rættindi í hesum sambandi, tá ið fólk millum 18 og 67 ár verða ansað heima. Svarið hjá landsstýriskvinnuni tann dagin var ikki so greitt og førdi til, at undirritaðu settu skrivligan fyrispurning fyri uml. einum ári síðan. Svarið hjá landsstýriskvinnuni varð tá, at landsstýriskvinnan var sinnað at hyggja nærri at málinum og at fremja tær neyðugu broyt­ingarnar, sum skuldu til fyri at finna eina góða loysn á málinum. Víst varð á fleiri ymiskar loysnir, men ikki sagt neyvt, hvør loysn var tann rætta. Nevnt var arbeiði við at hækka røktarviðbótina sum eina loysn. Sagt varð eisini, at orsøkin til, at avvarðandi ikki blivu sett sum stuðulsfólk, var tí, at hetta kundi hava óhepnar avleiðingar, m.a. orsakað av manglandi eftirliti.

Grundin fyri spurninginum tá var tann, at tað alment hevði verið víst á, at familjur, sum varða av fólki við menningartarni, høvdu rent seg í trupulleikar við at fáa ansingarløn, ella aðra kompensatión fyri at ansa sínum heima.

Víst var á, at eingin heimild er í kunngerð at veita ansingarløn til fólk millum 18 og 67, og at hetta er orsøkin til, at ávísar familjur vóru í tí støðu, at tey ikki hava havt annað enn røktar­viðbót at liva av í áravís.

Familjur, sum ansa sínum heima, og harvið ikki fáa verið á arbeiðsmarknaðinum, fingu sostatt onga nøktandi inntøku/eftirløn.

Landsstýiskvinnan hevur heimild at gera kunngerðir og kann sostatt broyta kunngerðina. Somuleiðis kann landsstýriskvinnan koma í Løgtingi við umbøn um at útvega sær aðrar neyðugar lógarheimildir, um so er, at lógarheimildir mangla. Tí er spurningurin, hvørt landsstýriskvinnan er sinnað at gera tær broytingar, sum skulu til, og hvørji stig landsstýris­kvinnan annars metir neyðug at taka fyri henda málbólk, so vit liva upp til ST-sáttmálan um rættindini hjá fólki, sum bera brek.

Grundtankin í ST sáttmálanum er, at øll menniskju – eisini fólk, ið bera brek - skulu hava rætt til sjálvi at taka avgerðir um egið lív. Grein 4, stk. b og d í ST sáttmálanum ásetir, at limalondini skulu taka burtur allar forðingar, eisini siðvenjur, sum eru viðvirkandi til at gera mismun á fólki, ið bera brek.

Víst verður til greinina í ST-sáttmmálanum niðanfyri:

“eru sannførd um, at familjan er natúrliga og grundleggjandi eindin í samfelagnum, og hon hevur krav um at verða vard av samfelagnum og ríkinum, og at fólk, ið bera brek, og familjur teirra eiga at fáa neyðuga verju og hjálp at gera sítt til, at fólk, ið bera brek, til fulnar og javn­bjóðis øðrum kunnu brúka síni rættindini,”

Somuleiðis var í tingviðgerðini víst á, at tað er trupult hjá avvarðandi at fáa loyvi til at vera stuðul hjá sínum nærmastu. Hetta kann undra, tí at í lógarverkinum sær ikki út til at vera nøkur forðing fyri hesum. Tískil hava vit illgruna um, at tað eru gamlar siðvenjur, sum gera seg galdandi her. Og tað er í ósamsvari við ST-sáttmálan.

Landsstýriskvinnan vísti á, at atlitið til brúkaran var eisini tengt at at veita nøktandi pædagogiskt ella virknistilboð. Spyrjararnir duga ikki at síggja nakra andsøgn í at veita eitt nøktandi virknistilboð, samstundis sum avvarðandi er stuðul. Støðan og tørvurin hjá tí ein­staka borgaranum má vera tað alt avgerandi fyri, hvør best er skikkaður at loysa uppgávuna sum stuðul, og henda uppgáva kann væl loysast av avvarðandi, samstundis sum brúkarin fær eitt mennandi virknistilboð aðrastaðni, um tað er best fyri brúkaran.

Sambært lógaruppskotunum um at leggja eldraøki út til kommunurnar er ætlanin, at henda skipan skal fylgja við, og at tað tí frameftir verða kommunurnar, ið koma at umsita hesa skipanina. Hetta var eisini svarið, landsstýriskvinnan gav spyrjarunum, tá ið munnligir fyrispurningar vóru. Tí er tað áhugavert at fáa at vita, hvussu landsstýriskvinnan ætlar at tryggja sær, at henda skipan kemur at virka til fulnar, nú hon er løgd út til kommunurnar.

Orsøkin til, at Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen nú enn einaferð seta spurningin fram, er at fylgja upp og fáa at vita, hvat er hent í málinum. Um málið er loyst, hvussu málið er loyst, ella um familjur framvegis bíða.

Á tingfundi 12. februar 2015 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 16. apríl 2015 svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

Til spurning 1 og 2

Landsstýriskvinnan ynskir, at avvarðandi skulu hava møguleika at ansa fólki millum 18 og 67 ár heima, men ynskir, at hetta skal gerast undir skipaðum viðurskiftum.

Sum liður í arbeiðinum at avloysa reglurnar í forsorgarlógini um tænastur til fólk við serligum tørvi, er landsstýriskvinnan farin undir at fyrireika arbeiðið at gera ein tænastupolitik, har hesin partur verður umrøddur og viðgjørdur.

Landsstýriskvinnan fer í hesum sambandi at seta ein arbeiðsbólk, sum er umboðaður av Almannamálaráðnum, Almannaverkinum, áhugafeløgum og fakfeløgum til at gera tilmæli um ein føroyskan tænastupolitikk og verður arbeiðið ætlandi liðugt í juni 2015.

Tænastupolitikkurin skal síðani vera grundarlagið undir arbeiðinum við at gera eina tænastulóg fyri Føroyar. Tænastulógin verður ætlandi gjørd í heyst.

Til spurning 3 og 4

Landsstýriskvinnan ynskir at stovnseta eina borgarastýrda stuðulsskipan (eisini kallað BPA skipan) í Føroyum, og eru stig tikin til hetta.

Persónligur stuðul eftir almannalóggávuni varð í stóran mun borgarastýrdur í Føroyum inntil 2006. Royndirnar vóru misjavnar, og sambært tilmælinum “Ein lýsing av stuðulsfólkaøkinum- og eitt tilmæli um eina aðra skipan” frá 2001 vóru borgarar, starvsfólk og myndugleikar á einum máli um, at neyðugt var at fáa meira skipaði viðurskifti rundanum um stuðulsuppgávuna. Tískil varð lóggávan og siðvenjan broytt, og stuðulsskipanirnar fyri vaksin og børn stovnsettar. Stuðulsskipanir  blivu settar á stovn fyri at fáa meiri skynsaman  rakstur og tryggja javna í tænastuni og tænastustøðinum. Mett varð somuleiðis, at ein almenn skipan betri tryggjaði fakliga støðið og rættindini hjá starvsfólkum. Ein onnur grundgeving fyri broytingunum var, at tað var trupult at fremja neyðuga eftirlitið, tá borgarin sjálvur í stóran mun stýrdi tænastuni.

Tískil hevur landsstýriskvinnan mett, at tað er alneyðugt at raðfesta fyrireikingararbeiðið soleiðis, at Føroyar fáa eina BPA-skipan, sum tekur støði í føroyskum viðurskiftum og sum tryggjar, at tey viðurskifti, sum víst verða á omanfyri verða fingin í rættlag, áðrenn ein skipan verður sett í verk.

Tí tók landsstýriskvinnan stig til, at Almannaverkið tann 1.sept. 2014 fór undir eina royndarverkætlan við BPA í Føroyum og verður verkætlanin ætlandi eftirmett í hesum mánaðinum (mars 2015).

Endamálið við BPA skipanum er at seta borgaran í fokus og at geva møguleika fyri størri sjálvsavgerðarrætti. Fokus er í størri mun á ynskini og tørvin hjá borgaranum, og geva møguleika fyri at uppbyggja ella fasthalda eitt sjálvstøðugt lív. Mett verður, at BPA stuðlar betri undir, at borgarin fær framt sín sjálvsavgerðarrætt enn stuðulsskipanin,  sum er fyriskipað av Almannaverkinum. Eisini gevur ein BPA skipan møguleika fyri størri fleksibilitet í skipanunum hjá Almannaverkinum.

Verkætlanin við BPA tekur støði í núverandi lóggávu og eru partar úr BPA skipanum, sum finnast í okkara grannalondum eisini tiknar við í royndarverkætlanina. Atlit eru somuleiðis tikin til onnur føroysk viðurskifti so sum landafrøði, lítið samfelag og smáar málbólkar. BPA verður veitt til avmarkaði endamál í royndarverkætlanini, og BPA verður ikki veitt til uppgávur, sum eru avgerandi fyri heilsuna og menningina hjá borgaranum. Hetta er fyri at tryggja, at tænastan er forsvarlig. Hóast tænastan verður borgarastýrd, so hevur Almannaverkið í síðsta enda ábyrgdina av veittu tænastuni.

Borgarar, sum luttaka í verkætlanini, eru bæði fólk, sum búgva heima og búfólk á sambýlum hjá Almannaverkinum. Talan er um borgarar við serligum ynski um at stýra hjálpini ella partar av henni sjálvi, og sum Almannaverkið metir kunnu røkja uppgávuna sum arbeiðsleiðari.  Arbeiðsgevarauppgávan verður framhaldandi hjá Almannaverkinum. Royndirnar í hinum Norðurlondum vísa, at tað er trupult at umsita arbeiðsgevarauppgávuna. Tá talan er um børn undir 18 ár, røkja foreldrini/foreldramyndugleikin arbeiðsleiðarauppgávuna

BPA skipanin, sum verður veitt búfólkum á sambýlum, hevur til endamáls at styrkja sjálvsavgerðarrættin hjá hesum borgarum í mun til frítíðarlív. Javni hevur ofta ført fram sjónarmiðið um, at normeringin á sambýlum ikki røkkur til, at starvsfólk kunnu fara við borgarum hvør sær til tiltøk, sum teir ynskja at fara til. Hetta merkir, at borgarar í sambýlum ofta  mugu  laga seg eftir hvørjum øðrum viðv. frítíðartiltøkum. Fyri at kanna, hvussu hetta kundi verið skipað, luttaka eisini búfólk á sambýli í verkætlanini, og fáa hesi nú nakrir tímar um vikuna, sum tey sjálvi ráða yvir og stýra.

Til spurning 5 og 6

Royndirnar av stuðulsskipanini, sum í stóran mun var borgarastýrd fram til 2006 vístu, at tað hevur stóran týdning at hava skipaði viðurskifti rundanum stuðulsuppgávuna. Aðalmálið hjá Almannaverkinum er at skipa tænasturnar so skynsamt sum gjørligt og við atliti at so nógv sum gjørligt fáa eina nøktandi tænastu við fakligari dygd. Hetta er ein av orsøkunum til, at Almannaverkið seinastu árini í størri mun enn áður hevur skipað stuðulstænasturnar í toymum heldur enn 1 til 1 stuðul. Almannaverkið hevur seinastu árini sum útgangspunkt ikki sett avvarðandi í starv sum stuðul, og eru avgerðirnar hjá Almannaverkinum hesum viðvíkjandi staðfestar av Kærunevndini í almanna- og heilsumálum. ( sí avgerð 13/0014).

Tað er Almannaverkið, sum umsitur stuðulsfólkaskipanina og skal til eina og hvørja tíð seta tey starvsfólk, sum eru best skikkaði til starvið. Fakligu krøvini til stuðlar verða altíð sett í mun til tørvin hjá brúkaranum. Aloftast er talan um pedagog, terapeut ella heilsufakligt fólk. Í førum har eingin av umsøkjarunum hevur ynskta fakliga førleikan, kann gerast neyðugt at seta ófaklærdar stuðlar.

Til spurning 7

At tryggja rættindini í ST-sáttmálanum er eitt áhaldandi arbeiði. Umframt at geva fólki møguleika at ansa borgarum millum 18-67 ár heima, so er eisini alneyðugt, at vit tryggja hesum borgarum tænastur, sum skulu viðvirka til, at borgarar í størst møguligan mun kunnu liva eitt so sjálvstøðugt lív sum tilber. Landsstýriskvinnan er í gongd við at skapa karmar fyri, at borgarar í størri mun skulu hava møguleika fyri at velja sær sín egna stuðul við eini BPA skipan. Tað skal tó ikki vera neyðugt, at avvarðandi og onnur skulu noyðast av arbeiðsmarknaðinum, tí landið ikki kann útvega ein nøktandi bústað ella at tænastan, sum landið bjóðar, ikki nøktar tørvin hjá borgarunum, eins og tað  skal heldur ikki verða neyðugt hjá einum borgara við serligum avbjóðingum at búgva heima hjá familjuni og taka ímóti hjálp frá avvarðandi uttan aðrar valmøguleikar. 

Til spurning 8

Kommunurnar hava heimild til at veita fólki ansingarsamsýning fyri at ansa fólkapensjónistum, sum hava tørv á støðugari røkt og hjáveru.  Skipanin við ansingarsamsýning er ein av mongum tænastum sum kommunurnar kunnu bjóða borgarum fyri at liva upp til endamálið við lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Tað merkir, at tað ikki er eitt lógarkrav, at kommunurnar skulu veita ansingarsamsýning. Kommunurnar kunnu avgera at bjóða fólkapensjónistum aðra tænastu, sum er í økinum, t.d. heimatænastu ella bústað. Kommunurnar hava tó yvirtikið ábyrgdina av teimum borgarum, sum hava fingið játtað ansingarsamsýning áðrenn útleggingina. Velur ein kommuna at veita aninsgarsamsýning, so verður hetta gjørt sambært kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av gomlum og óhjálpnum persónum, og er talan um somu treytir, sum tá landið umsat skipanina. 

Til spurning 9

Skipanin viðvíkjandi ansingarsamsýning, sum kommunurnar hava yvirtikið fevnir um ansing av fólkapensjónistum. Kommunurnar hava ikki ábyrgd at veita ansingarsamsýning til avvarðandi at persónum millum 18 og 67 ár. Tað liggur ikki í kortunum, at kommunurnar skulu veita ansingarsamsýning til avvarðandi at persónum millum 18 og 67 ár

Tá ið eftirmetingin av BPA- skipanini fyriliggur og tilmæli um tænastupolitik er tilevnað, fer landsstýriskvinnan eisini at taka støðu til um røktarviðbótin, ið verður latin tí, sum skal ansast sambært pensjónslógini, verður hækkað soleiðis, at røktarviðbótin samsvarar við upphæddina, sum avvarðandi kunnu fáa fyri at ansa fólki, sum eru 67 ár og eldri og sum eru óhjálpin.

Málið avgreitt.