Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

5. Virksemi og útreiðslur á føroysku sendistovunum í Keypmannahavn, London, Reykjavík og Moskva

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Kristianna Winther Poulsen
Svarari: Poul Michelsen
Spurningur:

Á tingfundi 21. september 2016 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

  1. Hvørja diplomatiska støðu hava føroysku sendifólkini, og gevur hendan diplomatiska støðan atgongd til neyðug sambond?
  2. Hvørjar útreiðslur hevur føroyski landskassin til samsýningar til føroysku sendifólkini? Hvør sær og samlað?
  3. Hvørjar útreiðslur hevur føroyski landskassin til skrivstovuhaldið hjá sendistovunum? Hvør sær og samlað?
  4. Hvørjar viðbøtur er talan um í sambandi við uttanlandsuppihaldið hjá sendifólkunum?
  5. Hvørjar útreiðslur hevur føroyski landskassin av hesum viðbótum?
  6. Hvørjar útreiðslur hevur føroyski landskassin til bústað hjá sendifólkunum? Hvør sær og samlað?
  7. Hvar eru føroysku sendifólkini skattskyldug?
  8. Undir hvørjum treytum rinda føroysku sendifólkini skatt?
  9. Eru tær ymisku viðbøturnar, sum eru tengdar at uttanlandsuppihaldinum hjá sendifólkunum, skattskyldugar?
  10. Um hesar viðbøtur eru skattskyldugar, hvar eru tær skattskyldugar?
  11. Hvat metir landsstýrismaðurin, at føroyska samfelagið fær burturúr at hava sett tær 5 sendistovurnar á stovn? Her verður hugsað um, hvat gagn er fyri vinnulívið, mentanar- og listaumhvørvið, útbúgvingarumhvørvið, politisku skipanina og samfelagið yvirhøvur?
  12. Fær landsstýrismaðurin í uttanríkismálum nakrar regluligar skrivligar frágreiðingar um virksemið á sendistovunum?

Viðmerkingar:
Føroyar hava 5 sendistovur, sum eru í Keypmannahavn, London, Brüssel, Reykjavík og Moskva. Nú verður so umrøtt, at ætlanir eru um at seta fleiri sendistovur á stovn.   

Tilsamans 11 fólk eru í starvi á teimum 5 sendistovunum. Eitt av hesum fólkunum er ikki í fullum starvi. Talan er um 5 sendifólk og um skrivarar hjá sendifólkunum, sum lýst undir grein 13 í fíggjarlógini.

Endamálið hjá sendistovum Føroya er í høvuðsheitum, eins og hjá øðrum londum, at skapa og røkja sambond í vertslandinum og miðla kunning og sambond millum heimlandið og vertslandið til tess at fremja áhugamál Føroya -  politiskt, vinnuliga, mentanarliga og á annan hátt.

Uppgávurnar hjá hvørji einstakari sendistovu eru neyvari lýstar í fíggjarlógini undir grein 13.

Tað er eyðsæð, at gott samband við umheimin hevur stóran týdning fyri Føroyar. Einki samfelag og einki land kann standa einsamalt uttan gott samskifti, góðan samhandil, politiskt samstarv og samstarv annars á øllum økjum við onnur lond.

Við Føroya støðu í mun til landafrøði, stødd og fólkatali í huga, er tað avgerandi at hava røttu karmarnar fyri samstarvi við onnur lond, í mun til marknaðaratgongd, vinnulív, útbúgving og gransking, mentan og list, og á øðrum økjum av týdningi fyri føroyska samfelagið.

Í fíggjarlógini er yvirlit yvir kostnað av sendistovunum. Tað er tó torført at síggja, hvussu hesar upphæddirnar verða brúktar, og tí er ringt at vita, um vit brúka útreiðslurnar til sendistovur á besta hátt.    

Fyri eitt hvørt samfelag eigur almenna fíggingin at verða brúkt, so at sum mest fæst fyri hvørja skattakrónu.

Ein og hvør skipan skal støðugt metast og eftirmetast fyri at vita, um skattakrónurnar verða brúktar á rættan hátt.

Tí verður hesin fyrispurningurin settur landsstýrismanninum.

Á tingfundi 22. september 2016 varð uttan atkvøðgreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 22. november 2016 svaraði Poul Michelsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum:

Svar:

Til 1)
Føroysku sendifólkini
hava diplomatiskan status, t.v.s. at tey eru send út sum alment umboð fyri Føroyar, men eru undir verandi skipan knýtt at donsku sendistovuni á staðnum. Undantakið er sendifólkið til Danmarkar, ið ikki hevur diplomatiskan status, men tó hevur sama starvsinnihald. Heiti, sum sendifólkini eru send út undir, nevnist “minister counsellor”, ið vanliga er næsthægsta embæti í einari minni sendistovu, næst eftir “ambassadørinum”. Er talan um størri sendistovu, so er heitið “minister counsellor” triðhægsta embæti í einari sendistovu. Hóast okkara sendifólk eru “Head of mission” (of the representation of the Faroes in ......), eins og ein “ambassadørur” er, so eru okkara sendifólk skrásett í “diplomatic list” sum “minister counsellor”. Vanliga gevur hetta diplomatiska heitið atgongd til fremmandar myndugleikar, men tað skerst tó ikki burtur, at ambassadørheitið verður hægri virt og einum ambassadøri verður givið meiri gætur. Serliga í hierarkiskum samfeløgum og mentanum er hetta ein avbjóðing.  Hetta eru ikki bestu korini, og tí verður virkað fyri at fáa donsku skipanina at góðtaka, at tað kann gerast møguligt hjá føroyskum sendifólki at nýta ambassadørheitið, tá ið tað er ynskiligt. 

Til 2)
Játtanin til sendistovurnar er á høvuðskonto 13.13.1.01.

Útreiðslur til løn (íroknað eftirløn og arbeiðsmarknaðargjøld):

 

kr.

Sendifólk í Danmark

675.500

Sendifólk í Bretlandi/Írlandi

650.635

Sendifólk í Íslandi

667.319

Sendifólk í ES/Brússel

632.613

Sendifólk í Russland (mars-desember)

579.046

Samlað

3.205.113

Sendimannaskifti hevur verið í Bretlandi og Íslandi í 2015 og er onkur lønarbroyting í hesum sambandi.

Til 3)
Útreiðslurnar til skrivstovuhaldið hjá sendistovunum í 2015.

Í avtaluni við Udenrigsministeret um sendifólkaskipanina, vanliga nevnd attachépakkin, er ásett avtalað undir hvørjum treytum sendifólk og sendistovur virka.. Attachépakkin er samansettur av løn, útiviðbót v.m. til sendifólki og einum málsviðgerataksti (da. “sagsbehandlertakst”).

Málsviðgerataksturin fyri Bretland/Írland og Russland fevnir eisini um útreiðslur til skrivstovu, skrivstovufólk, ferðing og bústað hjá sendifólkinum (útreiðslurnar eru ikki útgreinaðar).

 

 

Skrivstovuhald (mió.kr.)

Sendistovan í Danmark

1.732

Sendistovan í Bretlandi/Írlandi (leiga til bústað íroknað)

1.876

Sendistovan í Íslandi

1.494

Sendistovan í ES/Brússel

1.776

Sendistovan í Russland (10 md.)

(leiga til bústað íroknað)

2.340

Samlað

10.159

Til 4 og 5)
Sendifólkini fáa, fasta løn og eina útiviðbót.

Útreiðslur til útiviðbøtur í 2015:

 

kr.

Sendifólk í Danmark

180.000

Sendifólk í Bretlandi/Írlandi

258.073

Sendifólk í Íslandi

173.767

Sendifólk í ES/Brússel

272.275

Sendifólk í Russland

170.469

Samlað

1.054.584

Sendimannaskifti hevur verið í Bretlandi og Íslandi í 2015, og hevur tað serligar útreiðslir við sær. Hugsað verður um flutiútreuðslur, eins og  Broyting eru ísv. sendimannaskifti. Sendifólk sum eru flutt heim aftur hava fingið útgoldið eina flytiviðbót á 130.810 kr.

Til 6)
Útreiðslunar til bústað hjá sendifólkunum eru:

Útreiðslur til bústað í 2015:

 

kr.

Sendifólk í Danmark

188.138

Sendifólk í Bretlandi/Írlandi

Partur av málsviðgeratakstinum

Sendifólk í Íslandi

187.889

Sendifólk í ES/Brússel

214.965

Sendifólk í Russland

 

Partur av málsviðgeratakstinum

Samlað

(590.992)

Ísv. sendimannaskifti í 2015 eru broytingar í leiguútreiðslunum.

Til 7 og 8)
Føroysku sendifólkini verða send út gjøgnum danska Udenrigsministeriet og hava higartil verið skattskyldug í Danmark. Arbeitt verður í løtuni við at broyta hetta, soleiðis at sendifólkini í framtíðini koma at verða skattaði í Føroyum.

Til 9 og 10)
Útiviðbótin er ikki skattskyldug, tí hon er at rokna sum eitt endurgjald.

Til 11)
Samstarv og samskifti við onnur lond er ein fortreyt fyri at skapa trivnað og vøkstur her á landi. Uttanríkistænastan samskipar og røkir áhugamál Føroya við onnur lond, og sendistovurnar eru ein samrunnin partur av uttanríkistænastuni.

Eitt og hvørt land, sum vil vera framkomið og fáa fyrimunir av samskiftum og samvinnu við umheimin, má nýta part av síni orku uppá at luttaka í altjóðasamfelagnum. Tað gera øll lond, og tað er ikki uttan grund. Tí hava øll framkomin lond, stór sum smá, eina uttanríkistænastu. Hjá smáum londum er búskapurin aloftast eisini meira tengdur at altjóðasamfelagnum enn hjá størru londunum, við tað at lutfalsliga størri partur av búskaparvøkstrinum hjá smáu londunum stavar frá samhandlinum við onnur lond. Føroyar eru avgjørt eitt slíkt land, hvørs búskapur er sera tengdur at samhandli við umheimin.

Sendistovurnar eru framskotnu postarnir, virkispallarnir, hjá okkara uttanríkistænastu. Tær eru eygu og oyru har úti, og tær eru muðurin, ið málber okkara áhugamál. Tað er galdandi fyri politisk og búskaparlig viðurskifti eins og mentanarlig. Tí hava vit roynt at sett á stovn sendistovur í teim londum, har ið vit hava týdningarmikil áhugamál at røkja. Sambond verða skapt við myndugleikar, aðrar diplomatar, vinnulív, mentanarlív og aðrar bólkar í vertslandinum. Hóast tøkniligu menningina eru persónlig sambond og samspæl framvegis týdningarmikil. Sendistovurnar skipa fyri tiltøkum og átøkum, svara fyrispurningum av ymsum slag og framleiða frágreiðingar um áleikandi mál.

Somuleiðis eru sendistovurnar eisini í stóran mun portrið inn til Føroyar hjá øðrum londum og tess vinnulívi, eins og hjá altjóða felagsskapum. Tá ið onnur lond ynskja at menna samstarvið við Føroyar, seta tey seg ofta fyrst í samband við sendistovur okkara, og tað er í stóran mun føroysku sendistovurnar, ið dagliga røkja samstarvið við onnur lond og við felagsskapir, har ið vit hava umboðan.

Omanfyri nevndu starvsøki og uppgávur eru felags fyri allar sendistovurnar. Harumframt er ymiskt, hvørji mál, ið krevja mest orku frá stað til stað, eins og serstøk viðurskifti kunnu vera á einum stað, ið ikki eru á øðrum. Niðanfyri verður stutt nevnt, hvat ið er sermerkt fyri ávísu sendistovuna.

Sendistovan í Brússel virkar serstakliga yvirfyri ES kervinum, við at røkja sambond við avvarðandi ES myndugleikar og onnur viðkomandi umboð, kunna um føroysk viðurskifti og áhugamál og at fylgja við og kunna heimeftir til føroysku skipanina. Virksemið hjá sendistovuni er tætt knýtt at sínámillum sáttmálunum millum Føroyar og ES viðvíkjandi fiskiveiði, handli og gransking, Sum størsti samlaði marknaðurin hjá Føroyum verður arbeitt áhaldandi við at bøta um handilsviðurskifti við ES, umframt sum heild at styrkja og nútímansgera samstarvið við ES og gera Føroyar sjónligari á evropeiska meginlandinum . Flest øll heimsins lond hava umboð í Brússel, har diplomatiska kervið  er sera væl útbygt . Hetta gevur føroysku sendistovuni møguleikar at bæði røkja og menna verandi og nýggj sambond av strategiskum týdningi fyri Føroyar.

Sendistovan í Keypmannahavn hevur nógv virksemi, ið knýtir seg at tætta sambandinum millum Føroyar og Danmark, og verður tískil gingið nógv millum myndugleikar. Umframt at røkja samband við danskar stjórnarskrivstovur, herímillum serliga danska forsætismálaráðið og uttanríkisráðið, verður nógv orka nýtt til sambond við hinar sendistovurnar í Keypmannahavn av tí at allir fremmandir diplomatar í Danmark eru greiðir um, at Føroyar eru partur av teirra starvsøki. Harumframt eru serliga nógv persónlig sambond millum Føroyar og Danmark, og tað ávirkar eisini arbeiðið hjá sendistovuni.  Sendistovan í Keypmannahavn hevur serliga góðar hølisumstøður, sum bæði aðrir føroyskir myndugleikar og eisini vinnulívið nýta á ymsan hátt, m.a. við tilboð um at hýsa tykisskrivstovur (virtual office).

Sendistovan í London røkir sambondini við størsta og næsta grannaland Føroya, sum samstundis er einasta grannalandið, sum hevur stórveldisstøðu, og er miðdepil í heimsfevnandi brestska tjóðasamveldinum (Commonwealth). Bretski høvuðsstaðurin er fíggjarhøvuðsstaður heimsins, og ein av heimsins týdningarmestu mentanardeplum. Eftir bretsku fólkaatkvøðuna tann 23. juni, har meirilutin av bretska fólkinum vil hava Bretland út úr ES, verður nógv orka brúkt uppá at skapa og røkja sambond við nýggj og viðkomandi ráð. Sendistovan røkir føroyskar vinnuligar møguleikar í Bretlandi og Írlandi. Sendistovan hevur virknan leiklut í at røkja DFG-limaskap Føroya í NEAFC og NASCO og atlimaskapin í IMO. Sendistovan hevur eisini umboðan Føroya yvirfyri Írlandi um hendur. Føroyska sendistovan fekk í lag, at bretskir tinglimir skipaðu Føroyanevndina í bretska tinginum, og hetta er ein týdningarmikil netverksmøguleiki, sum sendistovan støðugt røkir.

Sendistovan í Moskva varð sett á stovn til tess serliga at virka fyri at fremja áhugan í Russlandi og hinum limalondunum í Eurasiatiska Samveldinum fyri samhandli og samstarvi við Føroyar, og serstakliga fyri at fáa í lag fríhandil landanna millum. Tilsamans svarar hetta økið til áleið 25% av øllum landaøki í heiminum. Russland er seinnu árini vorðið ein sera týdningarmikil útflutningsmarkaður fyri Føroyar, og hevur leingi verið eitt sera týdningarmikið samstarvsland viðvíkjandi fiskiveiði. Virkað verður miðvíst og áhaldandi fyri at fáa fríhandilssáttmálasamráðingar á dagsskránna.

Sendistovan í Reykjavík virkar í einum av okkara næstu grannalondum, og er serstøk á tann hátt, at hon virkar í tí landi, sum stendur næst Føroyum ikki bara landafrøðiliga, men eisini viðvíkjandi søgu, mentan og eitt slag av lagnufelagsskapi, ið ger, at Føroyar og Ísland eru sameind lond í nógvum viðurskiftum. Ísland er eisini einasta landið, ið hevur ein útsendan diplomat starvandi í Føroyum. Fyri at veita føroyskum vinnulívi betri møguleikar á íslendska marknaðinum, bjóðar sendistovan m.a. eina hýsingarskipan, sum gevur fyritøkum góðar umstøður at finna fram til handilsmøguleikar og menning av íslendska marknaðinum. Sendistovan millumliður til tess at kunna báðar vegir og vera við til at tryggja samstarvið landanna millum. Ein táttur í hesum er arbeiði knýtt at Hoyvíkssáttmálanum, sum hevur til endamáls at vera karmur um Føroyar og Ísland sum eitt fríhandilsøki.

Eftir at hava hava havt sendistovur og uttanríkistænastu í sløk 20 ár, eru vit eftir mínum tykki komin hartil, at vit hava eitt toymi av fólkum við hollum diplomatiskum royndum og royndum frá samráðingum í millumtjóða samstarvi, og eru hetta førleikar sum føroyska samfelagið hevur brúk fyri.

Eg ivist tí ikki í, at føroyska samfelagið hevur gagn av okkara sendistovum, og at vit fáa alsamt meira burturúr, so hvørt førleikarnir verða mentir. Seinastu árini hava sendistovurnar eisini lagt enn meira orku í, at veita vinnulívinum tænastur, heruppií útflutningsfremjandi átøk, og er hetta ein táttur, ið nú verður raðfestur hægri í okkara uttanríkistænastu.

Hetta merkir ikki, at vit eru komin á mál, tí tað eru vit ikki. Uttanríkistænastan er enn lutfalsliga ung, og stendur enn í menning. Tí eiga vit støðugt at eftirmeta sendistovurnar og skipanina annars, fyri at vita um vit gera tingini rætt, ella um vit kunnu loysa uppgávurnar á ein skilabetri hátt til tess at fáa meira burturúr tí tilfeingi, sum vit hava at ráða yvir. 

Partur av hesum er at vit kanna eftir, um vit hava umboðan í teimum støðum, ið tað hevur mestan týdning at Føroyar eru umboðaðar,  eins og vit hyggja eftir, um vit framhaldandi hava brúk fyri at vera umboðaði í teimum londum har vit í løtuni hava sendistovur. Eisini kanna vit um tað er grundarlag fyri at brúkaragjøld fyri tænastur í størri mun enn í dag kunnu fíggja virksemi hjá sendistovunum.

Til 12)
Landsstýrismaðurin fær javnan skrivligar frágreiðingar, sum sendifólkini senda heim í sambandi við fundir, kunning og annað virksemi hjá sendistovunum, umframt ársfrágreiðingar.

Málið avgreitt.

 

Svar: