Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

7. Tunlarnir Norður um Fjall

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Svarari: Jørgen Niclasen
Spurningur:

Á tingfundi 24. september 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.      Kann landsstýrismaðurin kanna, hvussu nógv bíligari tað er at hækka og breiðka verandi tunlar Norður um Fjall sammett við at gera nýggjar – hetta viðatliti til at gera tað fíggjarliga møguligt at fara fyrr í gongd?

2.      Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at gera nakað við akutta tørvin á trygd í tunlunum, m.a.  seta bummar uttanfyri, samskifti inni í tunlunum í neyðstøðu og neyðuga útgerð til sløkkiliðini at gera átøk inni í tunlunum?

Viðmerkingar:

 

Nú er farið undir at gera  tunnil til Viðareiðis og tað gleðast vit stórliga um.  Útbyggingin av samferðsluni til norðasta partin í landinum steðgar ikki her, tí nýggir tunlar Norður um Fjall eru raðfestir í langtíðar samferðsluætlanini.

Verandi tunlar eru frá 1965 - 67 og verða sostatt skjótt 50 ára gamlir.  Teir vóru gjørdir í eini heilt aðrari tíð. Teir eru alt ov lágir og  smalir til tungu og øktu  ferðsluna í dag.  Teir eru  einsporaðir og klára  als ikki  ferðsluna . Ferðslan í 1966-67 kann  ikki sammetast við ferðsluna í dag anno 2014.  Tunlarnir eru ein fløskuhálsur hjá verandi virksemi norðanfyri og fyri  víðari menning í økinum.

Eg meti, at vit sum myndugleiki ikki kunnu standa model til hesar tunlar longur.  Hugsi her serliga um trygdina. Um ein álvarsom vanlukka hendir, verða helst nógvar røddir frammi um, hví vit ikki fyri langari tíð síðan høvdu gjørt nýggjar tunlar ella víðkað hesar.

Tað er sera nógv og tung ferðsla ígjøgnum tunlarnar. Førararnir á stóru akførunum  koyra ígjøgnum við sera lágari ferð og við tunguni mitt í munninum fyri ikki at taka í kneysar, sum stinga út í síðunum, ella fyri at taka uppundir loftið. Nógv av stóru tungu akførunum í dag sleppa ikki ígjøgnum  og tað eru førarar, sum helst vilja sleppa frá at koyra ígjøgnum.

Hvat  um sjúkrabilur, sløkkiliðsbilur ella løgreglan skulu neyðsendarkoyring  ígjøgnum, samstundis sum hesi stóru akførini eru inni  í tunlinum.  Tá kann skjótt enda galið,  bæði har, sum tørvur var á hjálp, og inni í tunlinum.

Akførini verða støðugt hægri og breiðari, so tað er ongantíð ov skjótt at gera okkurt við støðuna, sum er akutt nú.

Ferðslutøppur er næstan dagligur kostur  í tunlunum orsakað av stóru tungu akførunum, sum ikki sleppa inn á møtiplássini. Hvar er trygdin tá? 

Trygdin í tunlunum Norður um Fjall er ikki raðfest serliga frammarlaga. Har er t.d. ongin bummur uttanfyri, sum kann steðga ferðsluni um okkurt er áfatt inni. Har er ongin antennuútgerð til sløkkiliðið at samskifta við,  ongin ventilatión. Harumframt hava sløkkiliðini ikki neyðugu útgerðina til at gera eitt átak í tunlunum. Hetta er útgerð sum LV hevur skyldu útvega.  Um eldur kemur í ein bil inni í tunlinum, so er ivasamt, um sløkkilið sleppur framat bilinum.

Verandi tunlar eru so lágir, at tað ber ikki til at seta ventilatión og rættilig ljós uppundir loftið. 

Í verandi  langtíðaríløguætlan eru tunlarnir Norður um Fjall raðfestir til 2021 – 24, men eg meti tað sum ábyrgdarleyst at  bíða so leingi.  Vit verða noydd at framskunda hetta við atliti til trygdina og øktu tungu ferðsluna.

Rættarnevndin var í Sveis í juni mánaða 2013 við tí fyri eyga at kunna okkum um tunnilsgerð har. Vit spurdu um møguleikar at hækka og breiðka tunlar ístaðin fyri at gera nýggjar.  Har varð upplýst, at tað var bíligari at hækka og breiðka   tunlar samanborið við at gera nýggjar. Tað vóru tó ymisk viðurskiftir í hvørjum einstøkum føri, sum høvdu ávirkan á hetta, m.a. hvussu nógvar tímar teir sluppu at arbeiða um døgnið.   Samanumtikið var tað bíligari at víðka  tunlar heldur enn at gera nýggjar.  

Á tingfundi 30. september 2014 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 4. desember 2014 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar
 
Ad 1)

Sambært langtíðarløguætlan landsstýrisins (Á rættari kós 2015 mars 2014 síða 33) er ætlanin at byggja nýggjar tunlar norður um Fjall í 2021 til 2024 fyri 265 mió.kr.

Landsverk fylgirnorskum normum fyri vegagerð og tunnilsgerð. Stovnurin hevur ikki royndir innan økið, men vísir serliga til royndir úr Noregi, sum vísa, at tað kostar nakað tað sama at víðka verandi tunlar sum at byggja nýggjar, tá ið ferðslan bara kann leiðast gjøgnum verandi tunlar. Royndir úr Íslandi vísa sama úrslit. Um onnur farleið er til ferðslu, meðan byggingin fer fram, er tað hinvegin nakað bíligari at víðka verandi tunlar.

Landsverk hevur higartil mett, at tað verða ampar fyri ferðsluna í byggitíðini, umframt óbeinleiðis kostnað fyri vinnu og samfelag, um einasta farleið Norður um Fjall ikki er tøk partar av tíðini.

Meginparturin av tí arbeiði, sum verður gjørt, tá nýggir tunlar verða gjørdir, skal eisini gerast, tá tunlar verða víðkaðir: Loft og veggir skulu tryggjast, vegabreytin skal gerast av nýggjum, tekniskar installatiónir skulu leggjast inn og annað. Tað er trupult og dýrt at arbeiða, meðan tunlarnir eru opnir fyri ferðslu partar av samdøgrinum. Tað viðførur nógva av- og tilrigging, og kann arbeiðið tí draga út.

Eftir ætlanini, sum nú fyriliggur, liggja nýggju tunlarnir heldur lægri enn verandi tunlar, so koyrilíkindini verða eitt sindur frægari.

Samanumtikið hevur Landsverk mett, at tað kostar á leið tað sama at víðka verandi tunlar Norður um Fjall sum at gera nýggjar tunlar.

Eg fari í næstum at kanna nærri, hvørjar royndir myndugleikar og byggifyritøkur hava aðrastaðni við umvæling av tunlum, og kostnaðin av at dagføra og víðka verandi tunlar, heldur enn at byggja nýggjar.  Endamálið er serliga at finna bíligari loysnir fyri tunnilsgerð, sum kunnu leggjast til politiska støðutakan.

Landsverk upplýsir, at stovnurin hevur sett seg í samband við byggifyritøkur og ráðgevarar í Sveis, sum hava drúgvar royndir við bygging, umvæling og dagføring av tunlum, og fer í næstum at ráðføra seg við serfrøði í Sveis um, hvussu verandi tunlar í Føroyum kunnu dagførast. Eisini fer Landsverk at kanna nærri kostnaðin av at dagføra, samanborið við at byggja nýggjar tunlar.

Eitt tilmæli um málið verður eftir ætlan sent Fíggjarmálaráðnum fyrst í komandi ári. Tá tað fyriliggur, verður tað lagt til politiska støðutakan.

Ad 2)

Landsverk hevur saman við sløkkiliðunum á staðnum, sjúkrahúsinum og løgregluni gjørt eina tilbúgvingarætlan fyri tunlarnar Norður um Fjall í 2011.

Í løtuni verða royndir gjørdar at seta ein repeatara (forsterkara) upp, fyri at betra samskiftið millum partarnar í tilbúgvingini, tá átøk eru í tunlunum.

Landsverk hevur sett rýmingarljós og eldsløkkjarar upp í Hvannasundstunlinum, og er ætlanin at halda áfram í Árnafjarðartunlinum. Tað er fartelefonsamband nú, so til ber at geva boð frá sær, um ferðsluóhapp er í tunlunum.

Viðvíkjandi bummum uttan fyri tunlarnar, er hetta ikki eitt krav sambært norsku tunnilsnormunum, sum Landsverk fylgir, og Landsverk hevur ikki mett tað verða neyðugt at sett bummar upp. Partur av tilbúgvingarætlanini er, at so skjótt fráboðað er, verður tunnilin stongdur, men har er eingin automatisk steinging. Tað at keypa sjálvvirkandi bummar, er rættiliga dýrt. Manuellir bummar eru bíligir, man teir gera lítla nyttu.

Viðvíkjandi ventilatión er als einki pláss í tunlunum til slíkar, men Landsverk hevur eina viftu, sum kann flytast, og kann brúkast at tøma tunlarnar fyri royk, um tað verður neyðugt.

Samanumtikið kann sigast, at best er, at nýggir tunlar verða gjørdir Norður um Fjall sum skjótast, men til hesir verða tiknir í nýtslu, verður raðfest at fáa trygdina í verandi tunlum so góða, sum til ber.

Málið avgreitt.