Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

10. Støðan á Elektron, avreiðing av KT-virksemi úr Føroyum, føroysk loysn fyri Elektroniskari undirskrift o.a.

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Høgni Hoydal
Svarari: Jørgen Niclasen
Spurningur:

Á tingfundi 30. september 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.      Hvør er fíggjarliga støðan hjá P/F Elektron, og hvørji eru útlitini fyri inntøkum, virksemi og arbeiðsplássum hjá fyritøkuni komandi árini?

2.      Hvussu samsvara støðan og útlitini hjá P/F Elektron við tær upplýsingar og metingar, sum nevndin og leiðslan í fyritøkuni hava upplýst Løgtinginum, landsstýrinum og almenninginum, síðan byrjað varð at flyta alt KT-virksemið hjá peningastovnunum av landinum í 2004 – m.a. tá Løgtingið hevur viðgjørt røð av lógaruppskotum um at steðga flytingini og at taka virk­semið heimaftur?

3.      Hvussu nógv hevur tað kostað í krónum og oyrum hjá eigarunum av P/F Elektron (Lands­stýrinum og peningstovnunum) at flyta alt virksemið av landinum?

4.      Hvussu nógv hevur tað kostað og fer at kosta landskassanum at gera nýggjar/broyttar KT-loysnir, ið kunnu samskifta við tær útfluttu skipanirnar hjá peningastovnunum?

5.      Hvussu nógvir peningur verður nýttur árliga í rakstrarútreiðslum og íløgum hjá føroysku peningastovnunum til at gjalda til ta fyritøkuna/fyritøkurnar, sum virksemið er flutt til uttanlands?

6.      Hvussu trygga fyri føroyskar brúkarar metir landsstýrið, at útflutta skipanin við persónsupplýsingum hjá øllum føroyingum er – og hvat ger landsstýrið fyri at kunna standa til svars mótvegis føroyskum brúkarum um, at trygdin er í lagi?

7.      Hvussu nógv arbeiðspláss eru mist í sambandi við KT-virksemið hjá P/F Elektron, síðani bankarnir byrjaðu at flyta virksemið av landinum?

8.      Hevur P/F Elektron – ella annar føroyskur veitari – møguleika at gera eina skipan við elektroniskari undirskrift í Føroyum – og er nakað gjørt á hesum øki?

9.      Hví boða peningastovnar frá, at ætlanin er at nýta ta donsku skipanina NEM-ID – og hvat hevur landsstýrið gjørt og ætlar at gera í hesum sambandi?

10. Hvat hevur landsstýrið gjørt sum politiskur myndugleiki og sum partaeigari í P/F Elektron til tess at tryggja føroyskar førleikar, trygd, arbeiðspláss og ávirkan á hesar grundleggjandi KT-tænastur og nýtsluna av persónsupplýsingum hjá øllum føroyingum?

11. Hvat hevur landsstýrið gjørt, síðani seinasta uppskotið hjá Tjóðveldi á Løgtingi um at fáa føroyskar skipanir at virka aftur varð felt – men har meirilutin í Rættarnevnd Løgtingsins í sínum áliti kravdi eina eftirmeting av, um tað var rætt at flyta skipanirnar av landinum?

Viðmerkingar:

Nú er komið alment fram, at P/F Elektron hevur stórar fíggjarligar trupulleikar, og aftur verða fólk uppsøgd.

Ikki minni enn 5 ferðir síðani 2004 hevur meirilutin á Løgtingi felt uppskot frá Tjóðveldi um at steðga flytingini av KT-virkseminum hjá peningastovnunum og peningaviðurskiftunum hjá øllum føroyingum.

Men nú áttu øll at sæð, hvørjar ovurstórar avleiðingar eru av, at  peningastovnarnir sluppu at flyta sínar skipanir til eitt felag uttanlands – nevnt Skandinavisk Data Central (SDC).

Allar tær ávaringar og metingar, ið hava verið førdar fram frá uppskotssetaranum tær mongu ferðirnar, ið uppskot hevur verið lagt fram um at steðga útflytingini, hava víst seg  at verið rættar.

Meðan uppáhaldini hjá peningastovnunum og tey lyfti og tær grundgevingar, ið teir hava ført fram alment og mótvegis Løgtinginum, hava als ikki hildið ella havt nakran haldgóðan botn:

-         Tænastan er versnað fyri føroyska brúkaran.

-         Gjøld eru hækkað – sum verða brúkt til at fíggja eina avoldaða og dýra skipan í Danmark, sum vit onga ávirkan hava á.

-         Arbeiðspláss og vitan verða flutt av landinum og mist.

-         Elektron, ið var eitt fyridømi um samstarv og smidligar og skilagóðar skipanir millum tað almenna og tað privata, verður nú niðurlaðað Hetta hóast peningastovnarnir hildu uppá, at hetta fór ikki at henda, men at hinvegin fóru nýggj arbeiðspláss at koma í Føroyum, orsakað av útflytingini.

-         Landið noyðist nú at brúka stórar upphæddir til tess at gera nýggjar skipanir, ið kunnu samskifta við avoldaðu donsku skipanini til tess at krevja inn skatt og gjøld.

-         Peningastovnarnir hava brúkt og brúka ovurstórar upphæddir – ið brúkarin í Føroyum skal gjalda – til tess at fíggja eina skipan uttanlands, ið kundi virka munandi betur í Føroyum.

Og nógv dømi er um, at trygdin og tænastan til føroyskar borgarar og fyritøkur ikki hevur verið í lagi – og eingin fær gjørt nakað við tað í Føroyum, tá fólk koma í trupulleikar.

Tær upphæddir, ið nú verða nýttar og kravdar inn frá føroyska brúkaranum til tess at gjalda fyri at útflyta vitan, førleikar, virksemi og arbeiðspláss úr Føroyum, kunnu uttan iva fíggja haldgóðar og mennandi skipanir í Føroyum – serliga tá bæði tað almenna og tað privata kunnu ganga saman um at gera felags íløgur og felags skipanir. Júst sum gjørt varð, tá Elektron varð bygt upp.

Nú er eisini komið fram alment, at ein skipan við elektroniskari undirskrift eisini skal vera ein loysn og ein skipan í Danmark.

Talan er um eitt grundleggjandi infrakervi, sum verður flutt av landinum, ið frameftir hevur  eins stóran týdning fyri samfelagsmenningina sum vegir, brýr, tunlar, sjóvegis og loftvegis samband,
og at talan er um eitt sera virðismikið og týdningarmikið tilfeingi, ið – uttan at nakar borgari er eftirspurdur, sum er tvungin at nýta føroyskar peningastovnar – verður flutt úr føroyska samfelagnum, har føroysk vinna ikki fær møguleika at kappast um at gagnnnýta tað og førleikamenna seg.

Seinast uppskot hjá Tjóðveldi um at fáa skipanirnar til Føroya varð viðgjørt á tingi (á vári 2014), skrivaði meirilutin í Rættarnevnd Løgtingsins, at tey tóku ikki undir við uppskotinum, men kravdu kortini eina eftirmeting frá landsstýrinum, um tað var rætt at loyva skipanunum av landinum.

Til tess at varpa ljós á avleiðingarnar av tí, sum fer fram, og at gera politisk átøk til tess at rætta gongdina, verður fyrispurningurin settur.

 Á tingfundi 7. oktober 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 4. desember 2014 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til spurning 1

Av roknskapinum hjá P/F Elektron sæst, at gjaldføri felagsins er vánaligt og er versnað seinastu 3 árini. Felagið hevði í 2013 eitt hall á 19,8 mió.kr. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at óvanligar eyka kostnaðarføringar vóru framdar í 2013 á 17 mió.kr., og harvið var vanliga rakstrarhallið 2,8 mió.kr.

Óvanligu kostnaðarføringarnar kunnu í høvuðsheitum býtast í tríggjar bólkar – nevniliga avskriving av goodwill í felagnum, óvanligar kostnaðarføringar til størri verkætlanir og uppsagnarlønir.

Stjórin í Elektron upplýsir fyri Fíggjarmálaráðnum, at P/F Elektron í løtuni setur nýggja kós. Í tí sambandi vera nakrar broytingar framdar, og hetta merkir, at Elektron væntar rakstarligt hall í 2014, umleið javnvág í 2015 og yvirskot í 2016.

Til spurning 2

Eg eri ikki kunnugur við, hvat nevnd og leiðsla hava kunnað Løgtingið um, men tá føroysku peningastovnarnir avgjørdu at flyta teirra kt-rakstur til SDC í Danmark, varð upplýst fyri landsstýrinum, at avtala var gjørd við SDC um, at SDC í ávíst áramál skuldi keypa kt-tænastur frá Elektron. Man metti, at henda avtala kundi geva Elektron royndir og vitan, ið var neyðug fyri at kunna fáa fótin fastan uttan fyri landoddarnar

Til spurning 3 og 5

Eg havi spurt Felagið peningastovnar, um tað kann upplýsa fyri Løgtinginum tey viðurskifti, ið spyrjarin spyr um. Felagið peningastovnar svarar soleiðis:

“Peningastovnarnir kunnu ikki svara hesum spurningum, tí talan deils er um upplýsingar fevndar av tagnarskyldu mótvegis KT-veitaranum og deils um innanhýsis trúnaðarupplýsingar”.

Um upplýsingar um landsins kostnað, verður víst til svar mítt til spurning 4.

Til spurning 4

Tá peningastovnarnir fluttu til SDC, vóru tað fleiri KT-tillagingar sum máttu gerast í TAKS-skipanunum, men peningastovnarnir rindaðu sjálvir fyri stóran part av hesum tillagingum. Tó vóru ymiskar skipanir, sum máttu broytast, og sum eisini viðførdu nýggjar rakstrarkostnaðir í sambandi við gjaldingar og innkrevjing. TAKS hevur ikki gjørt upp, hvørjir KT-kostnaðir eru beinleiðis knýttir at samskiftinum við nýggju peningastovnsskipanina. Tað er eisini trupult at meta um kostnaðir frameftir. Samskiftið ímillum KT-skipanirnar hjá TAKS og peningastovnunum virkar, og ongar ætlaðar um broytingar eru í umbúna.

Í løtuni liggja skattaskipanirnar á gamla mainframe platforminum, ið hevur við sær eyka rakstrarkostnað fyri landið. Arbeitt verður við at leggja skattaskipanirnar á ein nýggjan platform sum skal gera raksturin bíligari.. Hendan verkætlanin kostar landinum 14,7 mió. kr., umframt at 1,5 mió. kr. vórðu brúktar til eina forkanning í 2012. Væntandi kemur umleggingin at geva landinum eina árliga rakstrarsparing uppá 4 mió. kr.   

Til spurning 6

Útlendski veitarin av skipanum til peningastovnarnar er undir eftirliti og fylgir altjóða trygdarstandardum. Eg havi ikki orsøk til at halda, at veitarin ikki lýkur neyðug trygdarkrøv.

Til spurning 7

Ikki ber til neyvt at siga, hvussu nógv arbeiðspláss eru mist í sambandi við KT-virksemið hjá P/F Elektron, síðani bankarnir byrjaðu at flyta virksemið av landinum.

Í 2010 lønti P/F Elektron 94 ársverkum. Í 2014 lønar P/F Elektron 62 ársverkum. Leiðslan í Elektron upplýsir, at niðurskurðurin í ársverkum eisini hevur aðrar orsøkir, so sum automatiseringar og effektiviseringar.

Til spurning 8 og 9

Landsstýrið hevur ikki tikið avgerð um talgilda undirskrift, men slík avgerð krevur eina kanning.

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2015 er økið talgilding av Føroyum raðfest við 3  mió. kr. hesin peningur skal nýtast til at lýsa hvussu vit talgilda Føroyar her undir eisini talgilda undirskrift.

Til spurning 10

Tað er harmiligt at KT- virksemið á peningastovnsøkinum er flutt av landinum, og at vit í Føroyum missa vitan og arbeiðspláss, men hetta er ikki nakað, ið landsstýrið hevur myndugleika at forða fyri.

Tað er ikki uppgávan hjá landsstýrinum sum politiskur myndugleiki at fara inn og stýra vinnuni, Tað er hinvegin uppgávan hjá landsstýrinum at verða við til at skapa karmar fyri vinnuligum virksemi í landinum. Tað er eisini ein búskaparlig meginregla, at marknaforðingar virka forðandi fyri búskaparvøkstri og framburði. Hetta er helst eisini orsøkin til, at man frá politiskari síðu tá hevur hildið aftur við lóg at forða fyri, at KT-raksturin hjá peningastovnunum varð fluttur av landinum.

Til spurning 11

Í sínum áliti til løgtingsmál nr. 142 / 2013 uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum sigur rættarnevndin:

Meirlutin tekur ikki undir við málinum, men metir, at løgmaður, ið varðar av økinum, átti at eftirmett málið við atliti til, um tað var rætt at flyta skipanir av landinum.”

Eg havi ikki gjørt eftirmeting av nevnda máli.

Málið avgreitt.