Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

17. Lækking ella burturtøka av mvg á matvørum

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Kristianna Winther Poulsen
Svarari: Jørgen Niclasen
Spurningur:

Á tingfundi 21. oktober 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.      Hvørjar fíggjarligar avleiðingar fær tað fyri landskassan at antin lækka ella taka burtur MVG á matvørum?

2.      Hvørja ávirkan metir landsstýrismaðurin, at tað fær á keypiorkuna hjá fólki og fyri livi­kostnaðin at lækka ella at taka burtur MVG á matvørum?

3.      Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at brúka MVG-takstir til at gera gerandismat­­vørur og/ella heilsugóðar matvørur minni kostnaðarmiklar?

4.      Metir landsstýrismaðurin, at MVG kann brúkast fyri at fáa fólk til at eta heilsubetri kost?

 
 
Viðmerkingar

MVG-taksturin í Føroyum er 25 prosent fyri tær flestu vørur og tænastur, og allar matvørur hava MVG-takst á 25 prosent. Hinvegin gera nógv lond mun á MVG-takstum, serliga tá ið talan er um matvørur. Í summum londum er sami, lækkaði takstur fyri allar matvørur, meðan tað í øðrum londum er munur á takstunum, sum hevur samband við, hvat slag av matvørum talan er um. Hesin munur kann vera grundaður á, hvørjar matvørur eru heilsugóðar, og hvørjar matvørur eru minni heilsugóðar, ella á gerandis-matvørur í mun til marglætismat­vørur.

Tað er dýrt at búgva í Føroyum, og prísurin á matvørum er ein stórur og tungur útreiðslu­postur hjá nógvum húsarhaldum. Fyri eitt nú húsarhald við støkum uppihaldarum og húsar­hald við fleiri børnum og láginntøkum kunnu útreiðslurnar til matvørur vera ein orsøk til, at tað í gerandisdegnum er ógjørligt at fáa endarnar at røkka saman.

Í nógvum londum hava myndugleikarnir valt at brúka ymiskar MVG-takstir sum amboð, antin til at lætta um gerandisdagin hjá familjum við at lækka MVG-takstirnar á matvørum, ella til at gera tað minni kostnaðarmikið at keypa heilsugóðar matvørur fyri at bøta um heilsustøðuna hjá fólki.

Av hesum orsøkum verður hesin skrivligi fyrispurningur settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Á tingfundi 22. oktober 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 6. november 2014 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:
 
Til spurning 1

Tað er torført at meta um neyva talið; tað krevur eina størri kanning, men mett verður, at tað hevði kostað landskassanum einar 250-350 mió. kr. árliga at tikið burtur MVG á matvørum. Harumframt hevur tað eisini fyrisitingarligar kostnaðir við sær fyri landið, handlar, heilsølur og onnur at hava ymiskt MVG á matvørum enn øðrum vørum.  

 
Til spurning 2

Tað er greitt, at skattur og avgjøld minka um keypiorkuna hjá fólki. Skattur minkar um keypiorkuna við, at tøka inntøkan minkar. Avgjøld minka um keypiorkuna við, at kostnaðarstøðið hækkar.

Soleiðis, sum almennu útreiðslurnar í Føroyum eru í mun til búskapin, mugu vit hava skatt og avgjøld á tí støði, vit hava. Hetta hevur við sær, at kostnaðarstøðið verður hægri, og keypiorkan hjá húsarhaldunum verður lægri. Tó skal viðmerkjast, at í seinastuni er prístalið lækkað, og tað merkir, at tað er bíligari at liva hjá húsarhaldunum. Eisini eru lønirnar hækkaðar, meðan skatturin er lækkaður og barnafrádrátturin hækkaður. Hetta hevur við sær, at livistøðið hjá føroysku húsarhaldunum er hækkað.

At lækka MVG á matvørum hevði sjálvandi – isolerað sæð – lækka kostnaðarstøðið, og harvið økt um keypiorkuna hjá fólki. Men havast má í huga, at ein lækking skal fíggjast onkursvegna.

Verður lækkingin fíggjað við, at aðrir skattir og avgjøld hækka, so verður keypiorkan hjá húsarhaldunum óbroytt.

Verður lækkingin fíggjað við almennum sparingum, so lækkar kostnaðarstøðið, og keypiorkan hjá húsarhaldunum veksur.  

Samlaða ávirkanin á keypiorkuna er sostatt tengd at, hvussu ein slík lækking verður fíggjað.

 
Til spurning 3

Tað er soleiðis, at skal eitt arbeiði gerast gott og væl, er neyðugt at brúka røttu amboðini til arbeiðið. Soleiðis er eisini í politikki. Skal eitt endamál røkkast, so er at finna fram røttu lóggávuna at gera hetta við.

Sum eg lesi viðmerkingarnar hjá Kristionnu Winther Poulsen, so spyr hon um, hvørt tað er eitt gott hugskot at lækka MVG á matvørum fyri at lætta um hjá støkum uppihaldarum og láginntøkum. Svarið er, at eg haldi ikki, at MVG er rætta amboðið til at loysa hesa uppgávuna.

Í Føroyum er fremsta endamálið við MVG at fíggja almennar útreiðslur. Til hetta endamálið er MVG eitt sera gott amboð. Tað hevur eitt stórt grundarlag, sum er nærum øll endaliga nýtslan í Føroyum. MVG skattar alla inntøku, um hon bert verður umsett til forbrúk í Føroyum, eisini inntøku frá uttanlandsarbeiði, frá ferðafólki – ja, sjálvt inntøku frá svørtum arbeiði. Eisini er MVG lætt at umsita. Gjaldið hevur eittans takst, og gjaldið ávirkar sostatt ikki relativu prísirnar.

MVG kann sjálvandi brúkast til at lætta um gerandisdagin hjá ávísum samfelagsbólkum. Men tað er ikki rætta amboðið til tað endamálið. Til tað endamálið er almannalóggávan besta og neyvasta amboðið.

Skal hetta gerast umvegis skattaskipanina, so er inntøkuskatturin (lands- og kommunuskattur) eitt nógv betri amboð. Tí munurin millum MVG og inntøkuskatt er, at inntøkuskatturin er persónligur, meðan MVG er ópersónligt. Inntøkuskatturin kann leggjast til rættis eftir viðurskiftunum hjá einstaka skattgjaldaranum, og er hann sostatt tað besta og neyvasta amboðið, um ein ynskir at lætta um hjá útvaldum samfelagsbólkum gjøgnum skattaskipanina. Sum dømi kunnu nevnast:

                     At allir skattgjaldarar fáa botnfrádrátt, og hetta hevur við sær, at tær hægru inntøkurnar gjalda lutfalsliga meira (MVG kann ikki gjaldast progressivt).

                     At barnafrádráttur verður veittur soleiðis, at barnafamiljur gjalda minni skatt (tað ber ikki til at lækka MVG einans fyri barnafamiljurnar).

                     At grundupphædd hjá fólkapensjónistum o.a. verður hildin skattafrí, soleiðis at fólkapensjónistar gjalda minni (tað ber ikki til at lækka MVG einans fyri fólkapensjónistar).

                     At fyritíðarpensjónistar fáa ein skattafrádrátt soleiðis, at fólkapensjónistar gjalda minni skatt (tað ber ikki til at lækka MVG einans fyri fyritíðarpensjónistar).

Í Føroyum er persónligi inntøkuskatturin ein stórur partur av almennu fíggingini. Hann stendur fyri meira enn helvtini av samlaðu almennu inntøkunum frá skatti og avgjøldum. Hetta er óvanliga nógv í altjóða høpi, tí í flestu londum er persónligi inntøkuskatturin ein lítil partur av samlaðu inntøkunum. Hetta hevur við sær, at vit í Føroyum, í nógv størri mun enn aðrastaðni, rinda skatt eftir førimuni. Harumframt eru almannaveitingarnar eisini væl hægri í Føroyum enn í flestu øðrum londum. Tí er ikki neyðugt at hava ymiskar MVG-satsir.

Lágt MVG á gerandisvørum er kanska eitt gott hugskot í londum har inntøkuskatturin er lítil, og almannaveitingarnar eru lágar. Men soleiðis er ikki Føroyum, her brúka vit onnur amboð til hetta endamálið.

Til spurning 4

Lægri MVG á heilsugóðum matvørum lækkar sjálvandi prísin á hesum vørum í mun til prísin á øðrum matvørum. Hetta eigur sambært vanligari hugsan at økja um nýtsluna av hesum vørum. Men hinvegin, so skal lækkingin fíggjast, og hetta tekur keypiorku frá teimum, sum verða rakt av skattahækking, og hetta kann hava við sær, at tey velja tað heilsugóða frá.

Í verki hevði tað tó verið trupult at funnið eina breiða semju um, hvørjar vørur eru heilsugóðar, og hvørjar ikki eru. Tilmælini frá serfrøðingum skifta alla tíðina. Tá eg var barn var t.d. frárátt fólki at eta egg; nú verður tað beinleiðis tilmælt. Flestu halda, at eplir eru heilsugóður kostur, men summi siga, at tey fita eins nógv og sukur. Sjálvur haldi eg, at tað avgerandi er, hvussu samlaða nýtslan er samansett, og ikki bert um ein keypir ávísar matvørur.

Eisini hava vit frammanundan punktgjøld á vørum, sum eru heilsuskaðiligar. Tað haldi eg vera nóg mikið.

 

Málið avgreitt