Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

28. Lønarinntøkur, skattir, gjøld og frádráttir fyri ymsar lønarbólkar

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Bjarni Djurholm
Svarari: Jørgen Niclasen
Spurningur:

Á tingfundi 15. desember 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.      Hvussu stórt er lands- og kommunuskattatrýstið í krónum og prosentum á hvønn lønarbólk frá 0 kr. í árligari inntøku og upp til 2 mió. kr. við 10.000 kr. intervallum (tó oman fyri milliónina við 100.000 kr. intervallum)?
(Biðið verður um at fáa hetta greinað í tabell)

2.      Eftir somu fortreytum og intervallum sum í spurn. 1, hvussu nógv rinda ymsu lønar­bólkarnir frá 0 kr. í inntøku og uppeftir í landsskatti, lutað í kr. og prosent av samlaðu landsskattainntøkuni?
(Biðið verður um at fáa hetta greinað í tabell)

3.      Hvussu stóran part av landsskattinum í krónum og prosentum rinda inntøkur niðan fyri 250.000 kr. árliga og oman fyri 250.000 kr árliga?

4.      Hvussu stóran part av kommunuskattinum í krónum og prosentum rinda inntøkur niðan fyri 250.000 kr. árliga og oman fyri 250.000 kr. árliga?

5.      Vísandi til fortreytirnar í spurn. 2 og pensjónistar og lesandi verða tikin burtur úr løntakarahópinum, hvussu nógvir skattgjaldarar eru? og hvussu er skattliga býtið lutað í kr. og prosent?

6.      Hvussu nógvan tøkan pening hevur familja við tveimum børnum (annað í dagstovnaaldri og hitt í skúlaáldri), har annar forvinnur 5.400 kr./mð. (t.e. 64.800 kr./árl.) og hin 25.000 kr./mð. (t.e. 300.000 kr./árl.)?
(Biðið verður um, at skattaútrokningin fyri bæði verður víst hvør sær (útrokningin skal taka støði í lands-, kommunu- og kirkjuskatti, barnafrádráttum, AMEG-gjøldum o.ø., og viðkomandi búgva í Tórshavnar Kommunu)

7.      Við somu fortreytum sum í spurn. 6, hvussu nógvan tøkan pening hava familjur, har annar forvinnur 8.333 kr./mð. (100.000 kr./árl.) og hin 25.000 kr./mð. (300.000 kr./árl.), 15.000 kr./mð. (180.000 kr./árl.) og 30.000 kr./mð. (360.000 kr./árl.) og 20.833 kr./mð. (250.000 kr./árl.) og 33.333 kr./mð. (400.000 kr./árl.)?

8.      Við somu fortreytum sum í spurn. 6, hvussu nógvan tøkan pening hevur stakur persónur við ongum barni. er inntøkan 15.000 kr./mð. (180.000 kr./árl.), 20.000 kr./mð. (240.000 kr./árl.), 30.000 kr./mð. (360.000 kr./árl.) og 40.000 kr./mð. (480.000 kr./árl.)?

9.      Hvussu verður munurin millum brottoinntøku og skattskylduga inntøku roknaður?

10.  Hvussu nógv er inntøkubólkurin við meira enn 250.000 kr. árliga vaksin síðani 2011?

11.  Hvussu nógv fær stakur uppihaldari við 2 børnum (í dagstovni) útgoldið í forsorg pr. mð. og árliga brutto pr. 1. januar 2015?

12.  Hvussu nógv rindar sami staki uppihaldari í lands-, kommunu- og kirkjuskatti og í AMEG-gjøldum, býr viðkomandi í Tórshavnar Kommunu?

13.  Hvussu stóran barnafrádrátt í lands- og kommunuskattinum fær viðkomandi persónur, og hvussu stór eru barnaískoyti og barnagjøld?

14.  Vísandi til spurn. 1-3, hvussu stór er nettoinntøkan hjá viðkomandi pr. mð. og fyri árið?

15.  Um sami staki uppihaldari við tveimum børnum í dagstovni er løntakari, hvussu nógv hevur viðkomandi eftir netto, um inntøkan er 12.500 kr./mð. (150.000 kr. árliga), 16.666 kr./mð. (200.000 kr. árliga), 20.833 kr./mð. (250.000 kr. árliga), 25.000 kr./mð. ( 300.000 kr. árliga) og 30.000 kr./mð. (360.000 kr. árliga)?

16.  Kann landsstýrismaðurin greina gjøldini fyri ansing og frípláss, og hvussu hesi gjøld verða skipað fyri uppihaldarar, búsitandi í Tórshavnar Kommunu?

 

Viðmerkingar:

Talið av løntakarum er støðugt vaksið í hesum valskeiðinum. Samstundis er talið av løntakar­um, sum hava lønarinntøku oman fyri 250.000 kr árliga eisini hækkað, og er vøksturin av hesum løntakarabólkinum hugsandi tann størsti í nýggjari tíð.

Politiskt og í miðlunum hevur verið stórur áhugi fyri lønar- og skattastøðuni hjá ymsu løn­takarabólkunum. Kortini hevur lítið gjøgnumskygni verið í kjakinum, har tøl hvørt um annað hava verið nýtt, alt eftir sjónarhornunum hjá teimum, sum hava varpað ljós á lønar- og skatta­viðurskiftini og skattainntøkurnar hjá landi og kommunum.

Landsskattabroytingin í 2011 hevur serstakliga verið skýrd bert at gagna hægri inntøkunum. At allar inntøkurnar undir 250.000 kr. fingu munandi skattalætta frá 2004 til 2008 verður stórt sæð ikki umrøtt.

At lægru inntøkurnar annars rinda avmarkaðan landsskatt og munandi meira í kommunuskatti hevur ikki verið serliga frammarlaga í kjakinum, tá funnist hevur verið at skattabroytingini í 2011.

Somuleiðis hava frádráttirnir í lands-og kommunuskattinum verið lítið umrøddir, tá upplýst hevur verið um nettoúrtøkuna hjá løntakarum, familjum sum støkum.

Eisini hevur verið tvíhildið um, at landsins partur er ov lakur til, at stakir uppihaldarar kunnu byggja sína tilveru á haldgott grundarlag.

Flestu eru samd um, at landsstýrið og Løgtingið eiga at tryggja inntøkubólkunum so muna­góðar umstøður sum gjørligt. At skattligu viðurskiftini ikki forða fyri møguleikunum hjá løntakarunum at fáa ta úrtøku burtur úr lønini, sum í minsta lagi er rímilig.

Í kjakinum eru hópurin av tølum varpað almenninginum um inntøkurnar hjá støkum uppi­haldarum, tøl, sum ofta tykjast at vera tikin úr heildini, og tí ikki lýsa faktisku viðurskiftini, tá um brutto- og nettoinntøkur ræður.

Fyri at fáa faktuella vitan um kringumstøðurnar viðvíkjandi lønarinntøkunum hjá familjum, støkum og teimum upp á forsorg, har skattir, gjøld, ískoyti o.s.fr. verða tikin við í útrokning­unum og lýsing av lands- og kommunuskattabýtinum v.m., verða omanfyrinevndu spurningar settir landsstýrismanninum at útgreina.

Á tingfundi 16. desember 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 6. februar 2015 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Skjal 1

Skjal 2

Skjal 3

Skjal 4

Málið avgreitt