Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

4. Viðvíkjandi grótkasti, brimverju og innsigling í Skopun

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Brandur Sandoy
Svarari: Jørgen Niclasen
Spurningur:

Á tingfundi 26. februar 2020 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.     Hvør hevur staðið fyri arbeiðinum at gera grótkastið á Símunarbukt og brimverjuna uttanfyri pirin á Bergi í Skopun?

 

2.     Hvør hevur goldið fyri hetta sama arbeiði?

 

3.     Hvør hevur hildið rakstrarútreiðslurnar higartil, at halda viðlíka og umvæla grótkastið og brimverjuna, og at rudda burtur grót í innsiglingini í Skopun?

 

4.     Hvussu eru eigaraviðurskiftini skipaði av grótkastinum á Símunarbukt og brimverjuni á Bergi?

 

5.     Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um, at Landsverk skal leggja brimverjuna á Bergi aftur í summar, so at kyrrari verður at sigla inn hjá Teistanum og Hasfjord?

 

 

Viðmerkingar:

Undirritaði setti fyrr í ár landsstýrismanninum ein § 52a spurning um somu viðurskifti, sum her verður spurt um, spurning nr. 46/2019.

Út frá svarinum frá landsstýrismanninum at døma, metir Landsverk ikki, at grótkastið og brimverjan í Skopun er rakstrarøki hjá Landsverki. Hetta verður grundgivið við, at sjálv havnin í Skopun er kommunal ogn.

Um man hyggur eftir teimum matrikuleru viðurskiftunum á økinum sæst tó tíðuliga, at brimverjan og grótkastið eru uttan fyri matrikkulmørkini, sum Skopunar kommuna eigur.

Undirritaði hevur varhugan av, at landið einsamalt hevur hildið allar útreiðslur av at gjørt grótkastið og brimverjuna, við tí fyri eyga at fáa eina tryggari og meira regluliga farleið til Sandoynna. Mær vitandi er ongin avtala gjørd við Skopunar kommunu, um at grótkastið og brimverjan eru kommunal ogn, og tí tykist tað løgið, at Landsverk ikki metir, at grótkastið og brimverjan er rakstrarøki hjá Landsverki.

Givið er, at landið hevur flutningsskyldu um Skopunarfjørð, og hevur sjálvandi áhuga í, at farleiðin er so trygg sum gjørligt. Spurningurin er eisini, um tað er rímiligt, at nøkur einstøk kommuna í Sandoynni skal hava skyldu at tryggja oynni trygga atkomu, serliga við atliti at støddini á kommununi og harav fíggjarligu orkuni í kommununi.

Støðan í dag er tann, at nógv grót er komið í innsiglingina í Skopun, sum helst stavar frá brimverjuni á Bergi.

Innsiglingin er tí nógv grynri, enn hon hevur verið, og hevur hetta við sær, at meira súður er í innsiglingini.

At brimverjan uttanfyri pirin á Bergi er burtur ger somuleiðis, at nógv ókyrrari er í innsiglingini.

Hesi viðurskifti hava øll tað við sær, at nógv fleiri avlýsingar eru á Sandoyarleiðini vegna brim, og at farleiðin yvirhøvur er meira óreglulig, enn hon annars vildi verið, um hesi viðurskifti vóru í lagi. Millum annað tarnar hetta eisini flutningi av skervi í oynna.

At Landsverk, sambært svari til fyrispurning nr. 46/2019, í mei/juni mánaði skal fara at kanna hesi viðurskifti, er óskiljandi, tí at talan er um ein akuttan trupulleika. Vórðu kanningarnar ístaðin gjørdar beinavegin, kundi tingið, áðrenn tað fer til hús, fingið møguleikan at játta pening til at dýpa innsiglingina og leggja brimverjuna uttan fyri pirin á Bergi aftur.

Á tingfundi 6. mars 2020 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 1. mai 2020 svaraði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar til spurning 1

Landsverk upplýsir, at eins og við nógvum øðrum íløgum á infrakervið kring landið, hevur landið staðið fyri arbeiðinum at gera grótkastið á Símunarbukt og brimverjuna uttanfyri pierin á Bergi. Fram til einaferð í 1990'unum veitti landið stuðul til havnabygging eftir fastari skipan. Henda skipan er avtikin, men verður stuðul framvegis veittur í ávísum førum. Seinastu árini hevur landið verið við til at goldið íløgur í havnir, eitt nú í Hvannasundi í 2014 og akfarskráa á Eiðinum í Svínoy í 2017.

Svar til spurning 2

Skopunar havn er ein av elstu havnum í landinum og fyrsti parturin er frá 1926. Sambært Landsverki hava kommunan og landið upp gjøgnum tíðirnar býtt kostnaðin av útbyggingum millum sín, sum vanligt var tá. Tó hevur landið goldið allan kostnaðin av grótkastinum á Símunarbukt.

Svar til spurning 3

Ongin serligur rakstur er av grótkastinum á Símunarbukt og viðlíkahald hevur heldur ikki verið stórvegis.

Viðvíkjandi brimverjuni við pierin á Bergi, so er hon hvørki gjørd liðug ella viðlíkahildin. Landsverk upplýsir, at arbeiðið varð gjørt í sambandi við víðkanina av Pollinum í 1991 og steðgaði uttan at stórt verjugrót varð lagt, sum upprunaliga ætlanin var.

Tá árligu uppmátingarnar hava víst, at neyðugt er at taka grót burtur úr innsiglingini hevur Landsstýrið fingið játtan á fíggjarlógini til hetta. Grót er tikið úr innsiglingini í 2015, 2017 og 2019.

Svar til spurning 4

Landsverk upplýsir, at eins og við nógvum øðrum verkløgum, sum landið hevur verið við til at bygt, er hvørki grótkastið á Símunarbukt ella brimverjan frámatrikulerað, hvørki til land ella kommunu. Sambært Landsverki er hetta ikki óvanligt fyri tað landið hevur verið við til at bygt, eitt nú kann nevnast, at Gamlarætt ikki varð frámatrikkulerað fyrr enn eini 20 ár eftir, at hon var tikin í nýtslu. Havnin í Hesti og havnin á Syðradali eru heldur ikki frámatrikuleraðar. Sjálvur pierurin á Bergi er matrikuleraður til kommununa, grótkastið og brimverjan eru ikki frámatrikkulerað.

Svar til spurning 5

Brimverjan á Bergi varð tíverri ongantíð gjørd liðug (sí omanfyri). Seinastu árini er brimverjan farin og grótið er lutvíst lagst í innsiglingina. Landsverk hevur tí hildið eyga við innsiglingini, við regluliga at máta dýpið. Hetta fyri at tryggja, at tað skal bera til hjá Teistanum at koma inn í havnina í Skopun.

Vanliga vera mátingarnar av dýpinum í innsiglingini gjørdar á vári, tá ikki kann væntast, at meira uppgangur verður. Hetta fyri at kenna støðuna og kunna planleggja eitt møguligt dýpingararbeiði um summarið. Í ár hevur Landsverk mált dýpið í innsiglingini beint áðrenn illveðrið 29. februar og 1. mars. Hesar vístu, at nógv grót er komið inn í vetur og neyðugt er at fáa tað burtur. Eftir illveðrið var enn ein uppmáting gjørd, sum vísti at grótið hevði flutt seg nakað, men viðurskiftini vóru ikki blivin verri.

Landsverk metir tað ikki verða átrokandi at leggja nýggjan brimgarð uttanfyri pierin á Bergi. Orsøkin er, at tað hóast alt ikki eru so nógvar dagar hetta er orsøkin til avlýsingar hjá Teistanum. Eisini tykist greitt, at talan skal vera um sera stórt verjugrót sum skal til og er hetta kostnaðarmikið at gera í mun til hvørja nyttu tað ger.

Landsverk upplýsir annars, at tað sum hjálpir mest uppá innsiglingarviðurskiftini er at tryggja, at dýpið er sum tað skal vera. Hetta er eisini tað, sum hevur størsta týdning fyri siglingina hjá Teistanum. Landsverk samskiftir við Strandferðsluna um, hvat er nøktandi dýpi til Sandoyarsiglingina.

Sambært Landverki sær pierurin á Bergi út til at vera nógv slitin á útsíðuni, og eigur at verða mett um ábøtur eru neyðugar. Nú er mestsum alt grótið burtur, sum lá uttanfyri, og átti ein neyvari kanning at verið gjørd. Landsverk hevur havt kavara niðri at kanna veggin og týðulig tekin eru um, at veggurin er slitin, og at hetta eigur at kannast nærri. Hetta verður gjørt í summar.

Viðmerkjast kann, at í Føroyum eru tríggjar landshavnir, sum Landsverk rekur og viðlíkaheldur. Hesar eru samferðsluhavnirnar á Syðradali á Kalsoynni, á Gomlurætt og á Krambatanga. Harafturat rekur Landsverk ferjurampurnar á havnini í Klaksvík (Kalsoyarleiðin) og í Skopun. Viðmerkjast kann eisini, at landshavnirnar eru bygdar til fyrst og fremst at røkja samferðsluna oyggjana millum, og við tað at landið eigur og rekur landshavnirnar, so rindar Strandferðslan ikki havnagjald á hesum havnum.