Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

13. Tey, ið eru dottin úr ALS-skipanini og yvir á forsorg

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen
Svarari: Annika Olsen
Spurningur:

Á tingfundi 7. oktober 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1)      Hvussu nógv fólk hava verið á forsorg vegna arbeiðsloysi í 2012 og 2013, og hvussu nógv eru á forsorg vegna arbeiðsloysi (d.d) í 2014?

2)      Hvussu nógv av hesum fólkum eru komin í aðrar fyriskipanir sambært lógini um arbeiðs­fremjandi tiltøk?

3)      Hvussu nógv fólk eru í ávikavist virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagaðum starvið v.m.?

4)      Hvussu nógv fólk eru farin frá forsorgarhjálp og út á arbeiðsmarknaðin?

 
Viðmerkingar:

Sambært upplýsingum frá Arbeiðsloysisskipanini so eru 393 fólk dottin úr ALS skipanini í tíðarskeiðnum 2011 til 22. mai 2014. Samstundis er talið av fólki í ALS-skipanini minkað úr gott 1900 fólkum í 2011 til 760 fólk tann 26. september 2014. Orsøkin til, at fólk eru dottin úr ALS-skipanini, er, at tey hava verið í ALS í meir enn 648 dagar í eitt 3 ára skeið.

Tað ber ikki til við vissu at siga, hvar hesi fólkini eru farin. Ein møguleiki er, at ein partur er fluttur av landinum ella er farin at arbeiða uttanlands. Ein annar møguleiki er, at hesi fólk eru komin í skipanina hjá Almannaverkinum, forsorg vegna arbeiðsloysi, og møguliga síðan eru komin undir onkra fyriskipan sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Hyggja vit at gongdini í játtanini á fíggjarlógini til arbeiðsloysisforsorg, so síggja vit, at játtanin í 2011 var 13,7 mió., í 2012 øktist hon til 16,5 mió., í 2013 til 19,1 mió., og í 2014 var játtanin 28,6 mió.

Í september 2013 var søkt um eykajáttan á 11,4 mió. kr. til Arbeiðsloysisforsorg við hesum grund­gevingum: ”Talið av fo?lkum, sum fa?a fyribilshja?lp vegna arbeiðsloysi, er økt munandi i? 2013 i? mun til 2012. Higartil i? a?r eru tað 352 fo?lk fleiri, sum hava fingið u?tgoldið veitingina, sammett við somu ti?ð i? 2012. Tað eru serliga fo?lk i? teimum bo?lkunum, sum fa?a hægru veitingarnar (sum t.d. stakir forsyrgjarar), sum eru vorðin fleiri, meðan t.d. ungfo?lk, sum bu?gva hja? foreldrum, eru økt lutfalsliga li?tið. Tað eru ongar skra?setingar yvir, hvar viðskiftafo?lkini koma fra?, men tað kann sambært ALS staðfestast, at tað i? 2012 og higartil i? 2013 eru gott 200 fo?lk, sum eru fallin u?r ALS-skipanini, ti? tey hava bru?kt allar teir 648 dagarnar, sum tey hava rætt til. Framrokningar vi?sa, at tað verður neyðugt at hækka ja?ttanina til undirkontu 07. Arbeiðsloysisforsorg § 9,2 við 11,4 mio?. kr.”

Eykajáttannarumbønin var gingin á møti, og sostatt var samlaða játtanin til arbeiðsloysisforsorg í 2013 á 30,5 milliónir. Í 2014 var játtanin 28,5 mió., men í umbønini til eykajáttan fyri september 2014 verður biðið um at fáa flutt 1,5 mió. á hesa konto, sostatt verður upphæddin fyri 2014 áleið sama upphædd, sum játtað varð í 2013.

Hugsandi er, at tey fólk, ið fáa arbeiðsloysisforsorg, og ikki koma út aftur á arbeiðsmarknaðin, so ella so, koma undir onkra av fyriskipanunum í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Hyggja vit at játtanini til hesa konto, so er hon 28,5 mió. í 2014. Á eykajáttannarumbønini fyri september 2014 verður biðið um at fáa hækkað hesa játtan við 8 mió. kr. til 36,5 mió. Orøkin til umbønina um eykajáttan er, at serliga útreiðslurnar til tillagað størv eru vaksandi, millum annað orsakað av, at fleiri fólk hava fingið rætt til tillagað starv.

Vit frøast um, at arbeiðsloysið er lækkað sera nógv, í hesum sambandi er tað týdningarmikið at fáa upplýst, um tey, sum eru dottin úr ALS-skipanini, eisini eru komin í arbeiði, ella framvegis eru í skipanini hjá Almannaverkinum.

Bæði fyri at kenna veruligu arbeiðsloysistølini og fyri at fáa staðfest, um skipanin við arbeiðsfremjandi tiltøkum virkar eftir ætlan, verða hesir spurningar settir.

Á tingfundi 10. oktober 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 19. november 2014 savraði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

1) Hvussu nógv fólk hava verið á forsorg vegna arbeiðsloysi í 2012 og 2013, og hvussu nógv eru á forsorg vegna arbeiðsloysi (d.d) í 2014?

Samlað tal av persónum, sum í 2012, 2013 og higartil í 2014 hava fingið forsorgarveiting vegna arbeiðsloysi, eru:

2012                            549 persónar

2013                            571 persónar

jan-sept. 2014               515 persónar

Talan er her um ymiskar persónar, sum gjøgnum árið hava móttikið veiting. Miðal talið um mánaðin hetta tíðarskeiðið er:

2012                            229 persónar

2013                            270 persónar

jan-sept. 2014               258 persónar

Miðaltalið í 2013 øktist við 41 persónum í mun til 2012, meðan talið higartil í ár er lækkað við 12 fólkum í mun til 2013. Tað er ikki einans økta talið av arbeiðsleysum, sum eru orsøk til øktu útreiðslurnar. Eisini hevur tað týdning, at veitingarnar eru broyttar frá tørvsmettum veitingum til fastar skattskyldugar veitingar.

2) Hvussu nógv av hesum fólkum eru komin í aðrar fyriskipanir sambært lógini um arbeiðs­fremjandi tiltøk?

Almannaverkið hevur ikki skrásetingar og harvið hagtøl um uppihaldsgrundarlag frammanundan eini fyriskipan eftir arbeiðsfremjandi tiltøk. Ein stórur partur av teimum, sum fáa forsorgarveiting vegna arbeiðsloysi, fáa forsorgarveitingina í stutta tíð. Fyriskipanir eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk eru tí ikki viðkomandi hjá øllum hesum fólkum.

Ein uppteljing fyri tíðarskeiðið januar til og við august 2014 vísir, at 276 fólk hesa tíðina eru farin úr skipanini við arbeiðsloysisforsorg. Av teimum eru 109 farin í aðra almenna fyriskipan – tað verið seg forsorg vegna sjúku, virknisvenjing, arbeiðsfremjandi tiltøk ella pensjón.

 

3) Hvussu nógv fólk eru í ávikavist virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagaðum starvið v.m.?

Samlaða talið av fólkum, sum í endanum av septembur 2014 vóru eini fyriskipan eftir lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk ella í vardum starvi, eru:

Virknisvenjing
16
Førleikagevandi skeið
2
Avklárandi fyriskipan
61
Fyrireikandi fyriskipan
66
Arbeiðsvenjing
 10
Yrkisútbúgving
27
Ástøðilig útbúgving
51
Útbúgving uttanlands
7
Tillagað starv
53
Vard størv
134

Viðvíkjandi virknisvenjing skal eg gera vart við, at talið í byrjanini av septembur 2014 var uml. 24. Orsøkin til at talið minkar niður í 16 er, at fleiri vóru liðug við virknisvenjing í endanum av mánanum.

Ein uppteljing vísir, at síðani virknisvenjing var ásett í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, hava tilsamans verið 113 fólk í virknisvenjing. Av teimum eru 10 farin undir útbúgving, meðan 35 hava fingið arbeiði, harav 13 á sama arbeiðsplássi, sum virknisvenjingin var.

Eg skal eisini nevna, at vit við Fountainhúsinum hava fingið ein nýggjan viðleikara í arbeiðinum at hjálpa fólki tættari at arbeiðsmarknaðinum. Leikluturin hjá Fountainhúsinum í sambandi við arbeiðsbúgving er í fyrireikandi partinum, soleiðis at borgarin verður betur førur fyri at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum ein arbeiðsbúgving hevur við sær.

Eg kann eisini upplýsa, at í løtuni eru tað umleið 250 fólk, sum hava søkt um stuðul eftir lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Almannaverkið er í ferð við at viðgera umsóknirnar.

 

4) Hvussu nógv fólk eru farin frá forsorgarhjálp og út á arbeiðsmarknaðin?

Sambært eini uppteljing av fólkum, sum í tíðarskeiðinum jan. – aug. 2014 hava fingið útgoldið forsorgarveiting vegna arbeiðsloysi, og teimum, sum eru farin úr skipanini, eru hetta hagtølini:

Komin inn í skipanina

246
 
 

Farin úr skipanini

276

-         Í arbeiði

115

-         Í skúla

23

-         Til annað átak/veiting í Almannaverkinum

109

-         Farin til útlandið

14

-         Annað

15
 

Sum nevnt eru 276 fólk farin úr skipanini, harav 109 í aðra skipan undir almannalóggávuni, sum til dømis forsorgarveiting vegna sjúku ella barnsburð, arbeiðsbúgving ella aðra skipan eftir lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og fyritíðarpensjón. Av teimum 276 eru 167 ikki longur undir almannalóggávuni, og av teimum eru 115 farin í arbeiði.

Hagtølini vísa, at tað er ein ávís útskifting í bólkinum, sum fær útgoldið forsorgarveiting vegna arbeiðsloysi. Hetta er úrslit av, at Almannaverkið áhaldandi ger átøk, sum fyribyrgja, at fólk í ov langa tíð fáa forsorgarveiting vegna arbeiðsloysi. Í teimum førum tað er gjørligt, verða fyriskipanir settar í gongd soleiðis, at hesi kunna flyta frá forsorgarveiting vegna arbeiðsloysi.

Yvirlitini vísa eisini, at mong, sum ikki kunnu fáa, hava mist ella eru í vanda fyri at missa tilknýti til arbeiðsmarknaðin orsakað av likamligum, sálarligum ella sosialum ávum, eru í arbeiðsbúgving. Hesar fyriskipanir eru við til at bøta um arbeiðsførleikan, soleiðis at tey aftur gerast kappingarfør á arbeiðsmarknaðinum. Almannaverkið er av tí fatan, at nógv av teimum koma í arbeiði eftir lokna arbeiðsbúgving.

Harumframt er tillagað starv við til at tryggja, at persónar við varandi niðursettum arbeiðsførleika, kunnu verið í arbeiði.

Sum nevnt eru tær fyriskipanir, sum eg her havi tikið fram, við til at bøta um møguleikarnar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at fleiri kunna forsyrgja sær og sínum, heldur enn at fáa almannaveiting. Samstundis sum vit síggja eitt økt virksemi á arbeiðsbúgvinginarøkinum, kann Almannaverkið staðfesta, at talið av játtanum til fyritíðarpensjón er lækkandi.

Málið avgreitt