Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

3. Útbúgvingar til heilsuhjálpara og heilsurøktara

« Aftur


o

 

Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Svarari: Rigmor Dam
Spurningur:

Á tingfundi 12. august 2016 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.             Hvør er orsøkin til, at ein stórur partur av útbúgvingini til heilsuhjálpara verður brúktur til almennar lærugreinir, sum føroyskt, danskt, enskt og náttúrulæru?

2.             Hvør er orsøkin til, at næmingarnir ikki fáa undirvísing um demens, hóast sagt verður, at flestu heilsuhjálparar væntandi koma at arbeiða innan eldraøkið?

3.             Hvør er orsøkin til, at ein stórur partur av útbúgvingini til heilsurøktara verður brúktur til almennar lærugreinir sum føroyskt, danskt, enskt og náttúrulæru?

4.             Hvør er orsøkin til, at lutfallið í undirvísingartímum millum psykiatriska sjúkralæru og demens er so ójavnt í útbúgvingini til heilsurøktara?

 
 
Viðmerkingar

Demensætlanin fyri Føroyar varð handað landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsten Hansen, og landsstýrismanninum í almannamálum, Anniku Olsen, á vári 2015. Í hesari ætlan varð gjørt vart við, at stór sannlíkindi eru fyri, at talið av fólkum við demensi fer at økjast nógv komandi árini. Harafturat eru tað fleiri avvarðandi hjá hesum fólkum, sum eisini hava tørv á umsorgan.

Fleiri kommunur hava sett fokus á demensøkið kring landið. Ábendingar eru um, at tað er stórur tørvur á vitan um demenssjúkur og umsorgan fyri fólkum við demensi og teirra avvarðandi.

Á tingfundi 15. august 2016 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast 

Á tingfundi 22. september 2016 svaraði landsstýrismaðurin í mentamálum, Rigmor Dam, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

Svar

 

Svar til 1 og 3: Útbúgvingin til heilsuhjálpara varð í 2006 broytt samsvarandi danskari útbúgving til heilsuhjálpara.

Almennar lærugreinar vóru tá lagdar inn í útbúgvingarnar í Danmark samstundis, sum útbúgvingin bleiv longd við 3 mánaðum. Útbúgvingin í Føroyum varir sostatt í 15 mánaðir íalt í mun til 12 mánaðir áðrenn 2006. Skúlaparturin í heilsuhjálparaútbúgvingini er íalt 7 mánaðir.

Ein lærugrein á d-stigi fyllir umleið 3 vikur. Almennar lærugreinar føroyskt, danskt, enskt og náttúrulæra fylla sostatt íalt teir 3 mánaðirnar, ið útbúgvingin bleiv longd við.

Almennar lærugreinar blivu lagdar inn í útbúgvingarnar av fleiri orsøkum. Ein orsøk var at geva fakbólkunum betri førleikar at útbúgva seg og eisini møguleika at útbúgva seg víðari. Harumframt fyri at fáa betri almenna vitan, fyri at kunna luttaka í almenna kjakinum og menna demokratiska tilgongd. Næmingarnir brúka eisini skrivligt samskifti at bera boð víðari til aðrar fakbólkar, og tí er tað umráðandi, at bókligur og skrivligur førleiki verður mentur í útbúgvingunum.

Heilsuútbúgvingarnar í Heilsuskúlanum blivu við broytingunum at roknað sum miðnámsútbúgvingar, ið geva atgongd til víðari útbúgving, og tað er ein stór framgongd á útbúgvingarliga økinum. At enda skal sigast til henda spurning, at tað er eitt krav í málunum fyri almennar lærugreinar, at undirvísingin er tvørfaklig, og undirvísingin skal sostatt taka evni upp, ið eru viðkomandi fyri heilsu, røkt og fyri útbúgvingina sum heild - herundir eisini demens.

Svar til 2: Í heilsuhjálparaútbúgvingini verður undirvíst í Demens, og evnið liggur í lærugreinini Røkt. Evnið demens verður annars tikið upp tvørfakliga í øllum lærugreinum í útbúgvingini, eisini almennum lærugreinum. Demens fyllir lutfalsliga nógv meira í útbúgvingini enn aðrar stórar fólkasjúkur gera. Tað er millum annað møguligt hjá næmingum at dýpa seg meira í ávís sjúkuevni, í vallærugreinunum í útbúgvingunum, sum hava skiftandi útboð av evnum og vara eina viku í útbúgvingini.

Heilsuútbúgvingarnar eru breiðar útbúgvingar, sum ikki hava fokus á ávísari sjúku. Heilsuhjálparaútbúgvingin skal sambært málum fyri útbúgvingina geva førleikar at stuðla til umsorgan og røkt, tá evnini hjá borgarum svíkja. Sostatt er útbúgvingin ikki beinleiðis roknað til at taka sær av sjúkrarøkt. “Sjúkra”røkt er uppgávan hjá heilsurøktaranum, ið er framhald av heilsuhjálparaútbúgvingini.

Kortini eru ávísar sjúkur raðfestar í heilsuhjálparaútbúgvingini sum kunnandi táttur, og ikki fyri at gera næmingarnar til serfrøðingar í ávísum sjúkum. Men øktur kompleksitetur í heildarstøðum hjá borgarum, sum m.a. heilsuhjálparar møta í sínum arbeiði, ger, at tað avgjørt er neyðugt við raðfesting av, at tey eisini hava grundleggjandi vitan um sjúkur. Tað eru nógvar sjúkur, ið áttu at fingið meira tíð í einari slíkari útbúgving, men har verður tað longdin á útbúgvingini, ið at enda setur markið.

Svar til 4: Tað er ikki heilt greitt, hvat hugsað verður um í spurninginum, av tí at demens undirvísingin í heilsurøktaraútbúgvingini er partur av lærugreinini “psykiatrisk sjúkralæra”. Men hervið skal kunnast um, at tað er eitt krav í málunum fyri heilsurøktaraútbúgvina, at psykiatri parturin skal fylla 1/3 av útbúgvingini, íroknað skúla og starvsvenjing. Hetta er fyri, at útbúgvingin skal líka krøvunum um autorisatión. 

Evnið Demens liggur sum sagt inni í lærugreinini Psykiatrisk sjúkralæra, ið inniheldur undirvísing um allar diagnosur innan psykiatri. Lutfalsliga fyllir Demens ikki minni á tímatalvuni enn aðrar diagnosur, ið næmingarnir skulu hava vitan um í lærugreinini.

Umráðandi er at hava í huga, at tá næmingar í báðum útbúgvingunum eru í starvsvenjing, fáa tey praktiskar royndir við røkt og sjúkrarøkt av m.a. borgarum við demens, og tað eru ávíkavist 2 og 3 starvsvenjingar á umleið 12 vikur hvør, ið geva nógvar praktiskar royndir, ið menna næmingarnar til at taka sær av hesum økið.

Málið avgreitt.