Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

16. Bjargingarskip í føroyskum sjóøki

« Aftur

 

Spyrjari: Henrik Old
Svarari: Jákup Mikkelsen
Spurningur:

 Á tingfundi 15. desember 2011 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 

1.      Hvussu kann landsstýrismaðurin tryggja eina forsvarliga bjargingarætlan á føroyskum sjóøki við einum bjargingarskipi?
2.      Hvørja loysn hevur landsstýrismaðurin til reiðar, tá einsamalla skipið ikki er tøkt?
3.      Ætlar landsstýrismaðurin at taka upp samráðingar við danskar myndugleikar um at tryggja, at teirra vaktarskip er tøkt við Føroyar alt árið?  

Viðmerkingar
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012 boðar samgongan frá, at annað av skipunum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni verður lagt. Sostatt verður einans eitt skip tøkt til bjarging við Føroyar komandi ár.

Á føroyskum sjóøki verður roynt víða um, heilt út á 200 fjórðingar úr landi, og eisini uttan fyri 200 fjórðingar. Tí kann vera langt ímillum, um einsamalla skipið er í holt við ávísar uppgávur á einum staði, um brúk verður fyri hjálp á øðrum staði.

Eisini eigur at verða mint á tann stóra flota av smærri útróðrarbátum, sum eru á Norðhavinum í vártíðini. Tá hevur vanligvís annað av vaktarskipunum verið í umráðnum.

Avgerðin um einans at hava eitt bjargingarskip á øllum hesum stóra sjóøki má byggja á manglandi vitan og royndir og hevur ikki verið løgd fyri tey manningarfeløg, sum umboða manningarnar á teimum skipum, sum virka her um leiðir.

Stóran part av árinum er vælútgjørda danska vaktarskipið í føroyskum sjóøki, tí er áhugavert av fáa upplýst, um landsstýrismaðurin ætlar at taka upp samráðingar við danskar myndugleikar um ein nýggjan samstarvssáttmála, so at danska vaktarskipið kann vera til reiðar, tá okkara egna skip ikki er tøkt.

Hettar má skjótast møguligt fáast í eina fasta og trygga avtalu.

Eisini eigur landsstýrismaðurin at upplýsa fyri teimum londum, sum hava fiskiveiðiavtalu við Føroyar, og skipum, sum annars sigla gjøgnum føroyskt sjóøki, at Føroyar frá komandi ári, langt frá hava eina nøktandi bjargingartænastu.


Tí verða hesir fyrispurningar settir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Á tingfundi 16. desember 2011 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 23. januar 2012 svaraði Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

Til nr. 1

Ein bjargingarætlan í føroyskum sjóøki fevnir um fleiri bjargingareindir umframt bjargingarskipini. Í stuttum eru høvuðseindirnar hesar:

·        Innan samskifti virka eindirnar MRCC/Tórshavn Radio í vaktarskifti alt árið. Eindirnar hava til endamáls at móttaka neyðarkall og samskipa bjargingarátøk á sjónum, har millum annað fiski- og ferðamannaskip í økinum eisini luttaka.

·        Samskiftismøguleikar og fylgisveinaeftirlit er fyri øll stór fiskifør – og skip annars – ið til eina og hvørja tíð eru í sjóøki okkara. Tøkniliga er hendan útgerðin ment almikið seinastu árini.

·        Vaktar- og bjargingarskipini, “Brimil” og “Tjaldrið”, vera framhaldandi virkin við tøkari manning, sjálvt um bert annað skipið í høvuðsheitum verður í sigling.

·        Bjargingarbátarnir “Lív” og “Ziska” vera tøkir.

·        Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog verður partur av tilbúgvingini eins og tiltakstyrlan.

·        Føroyar hava samstarvsavtalur við grannalondini Ísland, Hetland og Skotland.

·        Færøernes Kommando hevur verið regluliga í føroyskum sjóøki.

·        Bjargingarfeløgini eru tøk til tilbúgvingaruppgávur í breiðari høpi.

 

Samlaða bjargingarætlanin fevnir eisini um ymsar stovnar, ið veita ráðgeving og týðandi tænastur. Dømi um slíkar stovnar eru Tilbúgvingarstovnur Føroya, Skipaeftirlitið og Trygdarmiðstøðin.

 

Sum víst omanfyri fevnir bjargingarætlanin um virksemið hjá fleiri eindum, ið allar skulu samvirka sum ein eind.

 

Í sambandi við játtanir og menning kann eg kunna um, at játtanin til tyrlutænastuna verður økt munandi komandi 4 árini, úr umleið 21 mió. kr. árliga í umleið 36 mió. kr. árliga. Í framtíðini verður tiltakstyrlan ment tøkniliga, soleiðis at hon verður bjargingartyrla á so at siga sama støði sum høvuðstyrlan. Tænastan verður harvið ment at fevna um tvær bjargingartyrlur, heldur enn eina bjargingartyrlu og eina tiltakstyrlu, ið ikki beinleiðis er tilætlað bjargingaruppgávum.

Í framtíðini vera báðar tyrlurnar tøkar hjá Landinum burturav.

 

Við atliti at framtíðar menning kann eg harnæst kunna um, at Landið hevur latið íløgustuðul til bygging av bjargingarbátum. Bjargingarbáturin “Lív” er eitt úrslit av hesi fígging, og væntandi verður annar bjargingarbáturin liðugur seint í 2012 ella í 2013. Tá vera tríggir bátar av slíkum slag í skipanini.

 

Innleiðslan til svarið staðfestir, at samlaða skipanin viðvíkjandi trygd á sjónum er umfatandi. Skipanin er sett saman av mongum ymsum eindum, ið eru annað enn bjargingarskip. Um skipanin er fult forsvarlig, verður altíð ein spurningur um tulking, tí neyvan kann nakar veita trygd fyri, at vit megna at møta øllum vandastøðum, uttan at nakað teirra hevur skaðaárin við sær. Støðan á sjónum verður altíð merkt av uttanhýsis viðurskiftum, so sum veðri og eini røð av fíggjarligum og tekniskum avmarkingum. Og tó; sæð undir einum, so verður fíggjarliga orkan aftan fyri tilbúgvingina størri í árunum sum koma, samanborið við undanfarin ár.

 

Til nr. 2

Tað, at annað skipið ikki verður í regluligari sigling, merkir ikki, at tað ikki er tøkt. Tjaldrið verður tøkt, um Brimil ikki verður í sigling. Sambært dagførdari kunning frá Fiskiveiðieftirlitinum, so vera Brimil ella Tjaldrið í sigling hvørja viku í 2012, undantikið eina viku á hásumri, har onki skip verður tøkt. Eg ætli mær alt fyri eitt at kanna møguleikan fyri broyttum raðfestingum, ið hava til endamáls, eisini at hava skip tøkt hesa vikuna.

Til nr. 3

Nei. Sum sagt í svarinum til spurning 2 er skip tøkt so at siga alt árið, og eg ætli mær at kanna møguleikan fyri broyttari siglingarætlan innan føroysku tilbúgvingareindirnar í fyrstu atløgu, soleiðis at eitt føroyskt bjargingarskip er tøkt hvørja viku í árinum.

 

Málið avgreitt.