Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

19. Heimildir Húsalánsgrunsins

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Aksel V. Johannesen
Svarari: Jørgen Niclasen
Spurningur:

Á tingfundi 23. januar 2012 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 

1)      Hvat er niðurstøðan av tí kanningararbeiði hjá Fíggjarmálaráðnum, ið varð sett í verk á heysti 2011, um møguleikarnar hjá Húsalánsgrunninum at veita realkredittlán at fíggja føroyskar bústaðir?

 

2)      Áleið hvat er renta og umsitingarkostnaður (bidrag), sum Húsalánsgrunnurin kann veita realkredittlán fyri?

 

3)      Um niðurstøðan av kanningararbeiðinum er jalig – sum greiðar ábendingar vóru um í heyst – ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum so at gera neyðugu kunngerðir, so Húsalánsgrunnurin kann sleppa í gongd við at veita føroysku familjuni realkredittlán?

 

4)      Hvussu stór er tøka ognin hjá Húsalánsgrunninum ultimo 2011?

 

Viðmerkingar

Yvirskipaða ætlanin við nýskipanini var at fáa Húsalánsgrunnin at virka sum eitt veruligt bústaðarpolitiskt amboð hjá politisku skipanini at røkka ymsum samfelagsgagnligum málum, ið ikki verða rokkin undir vanligum marknaðarfortreytum. Í stuttum vóru broytingarnar:

 

1)      at Húsalánsgrunnurin sjálvur ella saman við øðrum kann byggja, eiga og reka leiguíbúðir og lestraríbúðir.

2)      at Húsalánsgrunnurin kann veita lán til íbúðastovnar og íbúðafeløg, sum byggja ella útvega íbúðahús.

3)      at Húsalánsgrunnurin kann veita realkreditt at fíggja føroyskar bústaðir

 

Realkredittlán til føroysku familjuna

Longu í heyst fór Fíggjarmálaráðið undir at kanna møguleikarnar og grundarlagið fyri føroyskari realkredittfígging. Um tað vísti seg at grundarlag var fyri føroyskari realkredittfígging, sum var bíligari enn tann sethúsafíggingin, sum føroysku peningarstovnarnir bjóða, so skuldi Húsalánsgrunnurin umsita føroyska realkredittfígging til føroysku familjuna.

 

Í dag er tað soleiðis, at tú sum húsakeypari kann fáa donsk realkredittlán í gjøgnum føroysku peningastovnarnar. Føroysku peningastovnarnir samstarva við danskar realkredittstovnar og formidla lán til føroyskar lántakarar. Bankarnir taka eitt umsitingargjald á 1,9 prosent afturfyri ómakin, tað sonevnda bidragið, og ikki óvæntað rinda føroysku kundarnir munandi meira í umsitingargjaldi enn teir donsku. Hetta kemst m.a. av, at føroysku bankarnir veðhalda fyri donsku realkredittlánini.

 

Hvussu er og ikki, so er munurin stórur. Hóast umsitingargjaldið hjá donsku realkredittstovnunum varierar nakað, so kemur tað ikki upp um tað eina prosentið, samsvarandi við helvtina av tí, sum føroyski lántakarin skal rinda. Og tað eru nógvir pengar hjá einari familju. Situr tú t.d. við einum láni á 2 mió. krónur, so samsvarar eitt prosent í rentu við 20.000 krónur í rentu árliga ella knappliga 1.700 krónur um mánaðin áðrenn rentustuðul.

 

Og tað er her Húsalánsgrunnurin kemur inn. Fyribils kanningarnar hjá Fíggjarmálaráðnum í heyst vístu, at greiðar ábendingar vóru um, at Húsalánsgrunnurin í samstarvi við onnur kann veita realkredittlán við somu treytum, sum danskir lántakarar hava. Og tá skuldi grunnurin ikki veðhalda. Umframt at verið ein kærkomin eyka lánimøguleiki fyri føroysku familjuna, sum annaðhvørt vil seta búgv ella hevur sett búgv og situr trongliga, so hevði hesin nýggi aktørurin á lánimarknaðinum verið ein veruligur kappingarneyti til bankarnar.

 

Húsalánsgrunnurin byggja leiguíbúðir og lestrarbýli

Farna minnilutasamgonga og Tjóðveldi høvdu stórar og ambitiøsar ætlanir við nýskipaða Húsalánsgrunninum. Ætlanin var somuleiðis at útvega leiguíbúðir av ymsum slagi, sum grunnurin fíggjaði, annaðhvørt einsamallur ella saman við øðrum. Húsalánsgrunurin hevur eina tøka ogn á umleið 350 mió. kr., sum kundu verið brúktar til endamálið.

 

Við fænum kundi Húsalánsgrunnurin skjótt bygt 100-150 leiguíbúðir kring landið til ymiskar málbólkar við ymiskum tørvi til ein lagaligan leigukostnað. Í valstríðnum vísti Javnaðarflokkurin á, at grunnurin kann útvega íbúð á 60 kvm fyri um 4.000 krónur í høvuðsstaðnum. Hetta hevði loyst stórar trupulleikar á alt ov lítið fjøltáttaða bústaðarmarknaðinum, og leiguíbúðirnar kundu verið eitt veruligt alternativ til stóru siðbundnu sethúsini. Somuleiðis kundu fólk við serligum tørvi endiliga fáa teir hóskandi og virðiligu bústaðirnar, sum tey hava longst eftir í so drúgva tíð.

 

Men enn er einki frætt frá samgonguni um hesar møguleikar, sum Húsalánsgrunnurin hevur fingið. Í farnu viku kom gamaní kunngerð frá Fíggjarmálaráðnum um fyrisitingarligar mannagongdir og treytir fyri virkseminum hjá grunninum, men eingin politikkur var at hóma.

 

Og havandi í huga, at Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, átti harðastu mótmælini, tá hetta nýbrotið í føroyskari bústaðarpolitisku søgu varð framt, so er vandi fyri, at málið dettur niðurfyri. Tí hesar spurningar til landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 Á tingfundi 26. januar 2012 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Svar:
Á tingfundi 29. februar 2012 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:


 

Svar:
 
1)   Eftir áheitan frá Fíggjarmálaráðnum gjørdi Húsalánsgrunnurin á vári 2011 eina kanning av møguleikunum fyri realkreditti í Føroyum. Ein av niðurstøðunum í frágreiðingini var, at tað neyvan loysir seg at fara í holt við eina føroyska realkreditt loysn, tí marknaðurin er ov lítil til at kunna kappast við donsku realkredittlánini, sum í dag verða veitt umvegis føroyskar peningastovnar.
 
Ongar aðrar niðurstøður eru tøkar í Fíggjarmálaráðnum í løtuni, men arbeitt verður við at kanna møguleikarnar fyri at veita føroyskum bústaðaeigarum bíligari realkredittfígging.
 
2)   Í løtuni liggur bidragið í Danmark millum 0,6 og 0,7%, oftast íroknað eitt sokallað afturføringsprinsipp, har formidlarin (bankin) fær nakað afturgoldið um fá ella eingi tap eru.
 
Tað eru ongar ábendingar um, at tað ber til at formidla donsk realkredittlán til føroyska bústaðamarknaðin uttan veðhald úr Føroyum. Harafturímóti er bidragið, sum føroyskir peningastovnar taka fyri at formidla donsk realkredittlán til føroyskar kundar, óvanliga dýrt. Samstundis sum rentan á donskum realkredittlánum hevur sett botnmet, hava føroysku peningastovnarnir sett bidragið upp, soleiðis at føroysku kundarnir ongan lætta hava merkt av lágu rentuni. Fleiri kundar hava enntá fingið eykarokning. Føroysku peningastovnarnir veðhalda fyri einum parti av realkredittlánunum til føroysku kundarnar, men at bidragið, sum føroyskir peningastovnar taka frá føroyskum kundum, er meira enn tríggjar ferðir so høgt sum bidragið, ið danskir bankar taka frá sínum kundum, krevur eina nærri frágreiðing.  
 
3)   Sum sagt omanfyri, so eru ongar niðurstøður tøkar í løtuni, men arbeitt verður við at kanna møguleikarnar fyri at veita føroyskum bústaðaeigarum bíligari realkredittfígging.
 
Sjálvur eri eg av tí fatan, at tað almenna ikki eigur at blanda seg upp í handil ella vinnuligt virksemið, har tað er kappingin, ið ásetur marknaðarprísin. Hetta er tó ikki galdandi á føroyska lánimarknaðinum, sum er merktur av doupol, har tveir stórir peningastovnar stýra rentuni. Duopol er ein tann ringasta marknaðarstøðan vit kunnu ímynda okkum, tí tá verður prísurin altíð hægri enn hann hevði verið, um tað var kapping á marknaðinum. Eg haldi tí, at vit eiga at gera tað vit kunnu fyri at fáa meiri kapping á føroyska lánimarknaðin.
 
4)   Ultimo 2011 var tøka ognin hjá Húsalánsgrunninum 335 mió. kr.

Málið avgreitt.