Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

31. Umsiting av alilógini

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Henrik Old
Svarari: Johan Dahl
Spurningur:

Á tingfundi 12. apríl 2012 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

Fyrispurningur 

Er landstýrismaðurin vitandi um, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur broytt manna­gongd í sambandi við, at vikið verður frá upprunaligu uppgerðini um, hvørji aliloyvir telja við, tá talan er um eigaraavmarking upp á 50% markið.
Hettar sjálvt um boðað verður frá í seinastu lógarbroyting í 2009, at ongar umsitingarligar broytingar verða gjørdar.
Viðmerkingar:
Eftir at Heilsufrøðiliga Starvsstovan er farin at umsita alilógina, er ein ógvuslig broyting hend í sambandi við, hvørji aliloyvir verða tald við í eigaraavmarkingini.
M.a. eru 3 loyvir hjá p/f Fiskaaling tald við.
Hesu eru:
1. Sjódepilin í Nesvík matr.nr. 182
2. Við Áir matr.nr. 38a+b
3. Lívfiskastøðin í Skopun
Umframt eitt loyvið at ala tosk uppi á landi, sum í løtuni ikki verður brúkt.

Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.

Á tingfundi 17. apríl 2012 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 3. mai 2012 svaraði Johan Dahl, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:
Alilógin (løgtingslóg nr. 83 frá 25 mai. 2009 um aling av fiski v.m.) fevnir um alla aling, uttan mun til hvat slag av aling talan er um, og uttan mun til, um tað er aling á landi ella á sjónum, og aliloyvi krevst til alt alivirksemi, sum er fevnt av lógini.
 
Eigaraavmarkingin er í § 7, stk. 2, pkt. 1 og 2 í lógini ásett soleiðis:
“Eingin likamligur ella juridiskur persónur kann beinleiðis ella óbeinleiðis við atkvøðurætti ella á annan tilsvarandi hátt hava ræði á alifyritøkum, smbr. § 13 í kappingarlógini, sum hava meira enn 50% av aliloyvunum. Verða aliloyvir løgd saman, verður ásetingin í pkt. 1 bert nýtt fyri hesi aliloyvi.”
 
Eigaraavmarkingin í § 7, stk. 2, 1. og 2 pkt. er sostatt í útgangsstøði ásett í mun til talið á aliloyvum (t.e. øllum aliloyvum, sum eru latin eftir lógini). Í § 7, stk. 2, pkt. 3 er ásett at “Pkt. 1 og 2 galda ikki smoltloyvi.” Eftir hesum er tað bert smoltloyvini, sum ikki skulu teljast við í uppgerðini av eigaraavmarkingini.
 
Verður mett, at tað er framt brot á eigaraavmarkingina, kann tað eftir § 7, stk. 3 í lógini verða álagt alifyritøkuni innanfyri nærri ásetta freist at rætta viðurskiftini. Ein tílík álegging er inntrívandi og krevur greiða lógarheimild, og tá tað, sum lógin er orðað, bert eru smoltloyvini, sum eru undantikin eftir alilógini, er ikki grundarlag fyri at undantaka t.d. tey 3 loyvini hjá p/f Fiskaaling ella loyvi at ala tosk uppi á landi í Hvalba. Í hesum sambandinum skal nevnast, at loyvir, sum ikki verða brúkt, eisini leggja hald á aliøki, og eisini tí eiga tey at telja við.
 
Omanfyri nevnda hevur verið umsitingarlig praksis, síðani galdandi alilóg kom í gildi miðskeiðis í 2009.
 
Tá tað verður ført fram, at tað varð boðað frá í sambandi við seinastu lógarbroyting í 2009, at ongar umsitingarligar broytingar verða gjørdar, so er hetta ikki rætt, sí álit frá Vinnunevndini í løtingsmáli nr. 180/2008: Uppskot til løgtingslóg um aling av fiski v.m., har tað verður sagt:
 
“Frá Føroya Sílaveiðifelag hevur nevndin fingið skriv, dagfest 6. mai 2009, við viðmerkingum til
málið. Við telduskrivi frá Vinnumálaráðnum, dagfest 7. mai 2009, hevur nevndin fingið upplýst, at

lógaruppskotið regulerar ikki umhvørvis- ella veterinerviðurskiftir, og eru tí ongar broytingar hesum viðvíkjandi fyri virksemið hjá Sílaveiðifelagnum.”

Málið avgreitt.