Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

1. Fiskiveiðieftirlitið

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Henrik Old
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen
Spurningur:

Á tingfundi 31. juli 2012 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum var soljóðandi:

  1.  Hvørji stig tekur løgmaður, nú Fiskimálaráðið hevur sett Fiskiveiðieftirlitið út av spælinum við at útskriva nýggj fiskiloyvir til tey skip, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur sett forboð fyri at fiska?
  2. Hvørji stig tekur løgmaður, so at eigarar og manning á teimum skipum, sum fyrr hava mist fiskiloyvið í ávísa tíð, kunnu føla at ein ávís rættartrygd ræður í samfelagnum?
  3. Hvørji stig tekur løgmaður, so at tað endaliga verður ruddað upp í Fiskimálaráðnum?
 
Viðmerkingar.

Øll vinnan, umframt flest onnur í samfelagnum, stendur spyrjandi, nú tað ber til, at skip, sum hava mist fiskiloyvið, halda fram við at fiska við tí grundgeving, at skipið hevur skift eigara. Ber slíkt til, so er grundarlagið tikið undan tí uppgávu, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur.

Tí verða hesir spurningar settir løgmanni sum ovasta ábyrgdara av almennu fyrisitingini.

Á tingfundi 3. august 2012 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast. 

 

 

Svar:

Á tingfundi 23. oktober 2012 svaraði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:
 

Til 1. Spyrjarin setir í spurninginum upp ta fortreyt, at Fiskimálaráðið hevur sett Fiskiveiðieftirlitið út av spælinum við at útskriva nýggj fiskiloyvir til tey skip, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur sett forboð fyri at fiska.

Hetta er ikki rætt.

Málið er í stuttum hetta: Eitt skip fær forboð frá Fiskiveiðieftirlitinum at veiða, tí skipið hevur brotið ásetingar um fiskiskapin. Eigarin tekur avgerð um at selja skipið til eitt annað felag. Nýggi eigarin setir skipið í fiskiskap við einum nýggjum veiði- og fiskiloyvi, sum nýggi eigarin hevur ræði á.

Fiskimálaráðið hevur ikki tikið stig til at taka burtur eitt forboð frá Fiskiveiðieftirlitinum. Hinvegin mátti almenni myndugleikin, t.e. bæði Fiskimálaráðið og Fiskiveiðieftirlitið, staðfesta, at hann hevur ikki heimild at nokta nýggja eigaranum at taka skipið í brúk við nýggja veiði- og fiskiloyvinum.

Til 2. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur upplýst, at hann fer at taka stig til lógarbroyting, ið forðar fyri, at skip, sum hava fingið forboð at veiða, kunna verða nýtt av nýggjum eigara, við nýggjum loyvum, so leingi sum uppruna forboðið framhaldandi er í gildi.

Til 3. Sum nevnt setir spyrjarin upp eina skeiva fortreyt, tí tað er ikki soleiðis, at Fiskimálaráðið hevur sett Fiskiveiðieftirlitið út av spælinum, sí svarið til spurning 1.

Trupulleikan í ítøkiliga málinum, sum spyrjarin spyr um, fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum undir at loysa, sí svarið til spurning 2.

Málið avgreitt.