Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

30. Sjúkraflutningur úr Sandoynni

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Gerhard Lognberg
Svarari: Karsten Hansen
Spurningur:

Á tingfundi 27. november 2012 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi

 
Fyrispurningur

 

  1. Ætlar landsstýrismaðurin at verða við til at niðurprioritera sjúkraflutning úr Sandoynni?
  2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu sjúkraflutningstrygdin kann blíva betri, tá ein flutningsmøguleiki verður tikin úr skipanini?

 

Viðmerkingar

Í sambandi við, at Landssjúkrahúsið ikki ætlar at leingja sáttmálan við Strandferðsluna um at hava Teistan til sjúkraflutning, havi eg hesar spurningar.

Til spurning 1

Vit vilja øll hava trygdina so góða sum gjørligt, men hetta er so avgjørt tað øvugta. Tað kann leggjast afturat, at rutan úr Sandoynni er broytt til tað betra. Síðsti túrurin úr Skopun er kl. 22.30, og fyrsti túrur á morgni er kl. 06.30, so tað eru bara náttartúrar, at Teistin kemur at sigla leigutúrar. Hetta merkir eina sparing, sum er útvið helvtina av teimum kr. 700.000, sum sjúkraflutningurin hevur kostað. At taka Teistan úr sjúkraflutnings skipanini er avgjørt ein niðurprioritering av sjúkraflutninginum úr Sandoynni.

Til spurning 2

Vit, sum liva á hesum oyggjum, vita, at tað eru nógvir túrar, har tyrlan ikki flýgur, og ikki minst at tyrlan tryggjar sær, at 1 tími kann ganga, áðrenn flogið verður úr Vágum. Harafturat hevur tyrlan eisini aðrar leitingar og bjargingaruppgávur. Ístaðin at Teistin liggur klárur við manning, og 20 min. eru úr Skopun til Gomlurætt.

Á tingfundi 28. november 2012 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 18. desember 2012 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

 

 

1.      Ætlar landsstýrismaðurin at verða við til at niðurprioritera sjúkraflutning úr Sandoynni?

Arbeitt verður við eini heilsunýskipan, ið skal tryggja, at heilsutænastan til fólkið í Føroyum framhaldandi skal verða góð. Tað eru stórar avbjóðingar fyri framman við avmarkaðum játtanarkørmum tey komandi árini. Fremsta orsøkin til ætlaðu umleggingina vóru neyðugar tillagingar til givnu játtanarkarmarnar. Í sambandi við ta avtalu, ið er gjørd um tyrlutilbúgving, ið er galdandi frá 1. januar 2012, verður mett, at sjúkraflutningurin úr Sandoynni sum heild verður betri. Mett verður sostatt ikki, at sjúkraflutningurin verður niðurprioriteraður, men at tænastan í størri mun verður øðrvísi, enn hon hevur verið frammanundan.

Skipanin við Teistanum kostaði um 635 tús. kr. í 2011. Roknað verður við, at tá avtornar, verður kostnaðurin í 2012 áleið tann sami sum í 2011.

2.      Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu sjúkraflutningstrygdin kann blíva betri, tá ein flutningsmøguleiki verður tikin úr skipanini?

Tilbúgvingin í Sandoynni er soleiðis, at kommunulækni er í oynni døgnið runt, eins og sjúkraflutningstænastan er við 2 persónum á vakt. M/F Teistin er í sigling í umleið 17 tímar av døgninum árið runt, og tann 1. januar 2012 kom víðkað tyrluavtala í gildi. Harumframt er tilbúgvingin við Receue Lív.

Tað eru sjó- og luftvegis skipanir í sambandi við sjúkuflutning til Sandoynna, tyrluskipanin og skipanin við strandferðsluskipinum um Skopunarfjørð, umframt M/B Rescue Lív. Tilbúgvingaravtalan við Teistanum um Skopunarfjørð er søgd upp til at fara úr gildi.

Ein sáttmáli er millum Atlantic Airways og Fiskimálaráðið um tyrlutilbúgvingarskipanin, ið eisini fevnir um sjúkraflutning. Tað er sostatt møguligt at brúka tyrlu, sum fyrsta val til sjúkraflutning úr Sandoy og aðrastaðni.

Vindstigahámørk eru hjá tyrlunum at flúgva, tá ið talan er um nógvan vind. Hartil verða atlit tikið, um talan er um turbulentan vind, um so er, hvussu nógvan turbulens. Hartil koma onnur atlit til mjørka v.m. Tað er altíð tyrluskiparin, ið avgerð, um flogið verður í mun til slag av uppgávu og annað.

Í sambandi við viðmerking um responstíð, aðrar bjargingar og leitingar, hevur landsstýrismaðurin hesar viðmerkingar.

Avlýsingar.

Árini 2007 til 2011 eru 101 sjúkraflutningar gjørdir við tyrlu ella báti kring landið.

Bjargingarbáturin Rescue Lív hevur, síðani avtala varð gjørd við bjargingarfelagið um sjúkraflutning, staðið fyri 14 túrum. Sostatt hevur tyrlan gjørt 87 túrar í sambandi við sjúkraflutning.

MRCC upplýsir, at tað kemur sjáldan fyri, at tyrlan ikki flýgur. Sambært teirra skrásetingum, eru 4 avlýstir túrar seinastu 5 árini.

Responstíð

Royndirnar gjøgnum árini hava víst, at í dagtímunum er responstíðin umleið 10-15 minuttir. Um náttina kann hon verða nakað longur.

Tyrlan upptikin til aðrar bjargingar- og leitingaruppgávur (SAR)

Í 5 ára skeiðinum frá 2007 til 2011 hava verið  123  SAR tilburðir. Av teimum hevur tyrlan verið boðsend 54 ferðir. Í miðal verður tyrlan boðsend til umleið annan hvønn SAR tilburð.

Títtleikin av SAR tilburðum í Føroyum er ikki høgur, og ikki kann ávísast, at nakar sjúkraflutningur er avlýstur, tí tyrlan var upptikin av einari SAR uppgávu. Men tað kann óivað koma fyri.

Havast skal harumframt  í huga, at øll flutningsfør kunnu verða stødd aðrastaðni. T.d. kann M/F Teistin vera á Gomlurætt, Sjúkrabilurin kann vera í Streymoynni við sjúklingi,  Tyrlan kann verða í øðrum bjargingaruppgávur, M/B Rescue Lív kann vera bundin í øðrum uppgávum v.m., men tað eru ofta fleiri møguleikar at taka av í sambandi við sjúkraflutning.

Í sambandi við uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2013, eru í álitinum frá Løgtingsins Fíggjarnevnd ásettar 400 tús. kr. fyri, at skipanin við M/F Teistanum skal halda áfram.

Málið avgreitt.