Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/td
 
51. fundur
 
     Ár 2011, mikudagin 19. januar, kl. 11.00, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Høgni Hoydal, Magni Laksáfoss, Marjus Dam, Edmund Joensen, Heðin Zachariasen, Eyðgunn Samuelsen og Poul Michelsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin boðaði frá, at løgmaður í skrivi, dagfest 19. januar 2011, ger Løgtingi­num kunnugt, at hann hevur loyst Jørgen Niclasen úr embæti sínum sum landsstýrismaður samsvarandi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya § 29, 2. stk., og hevur tilnevnt Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, eisini at vera landstýrismaður í uttanríkismálum.
 
      Formaðurin boðaði eisini frá, at Anfinn Kallsberg, tingmaður, í skrivi, dagfest 19. januar 2011, ger Løgtingi­num kunnugt, at hann leggur tingsess sín frá sær vísandi til løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting, § 34, og at næsti á lista Fólkafloksins tekur sæti.
 
      Til viðgerðar:
1.      Ófráboðaðir fyrispurningar
2.      Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-26/2010 til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi rættartrygd hjá føroyskum børnum og foreldrum

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast
3.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-17/2010 til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum

Málið avgreitt

4.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-18/2010 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskum bátasmíði

Málið avgreitt
5.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-19/2010 til Kaj Leo Johannesen, løgmann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi vinnupolitikkinum hjá samgonguni

Málið avgreitt
Fundur niðurlagdur kl. 14.52
Fundur uppafturtikin kl. 15.07

6.      Svar upp á  skrivligan fyrispurning nr. S-20/2010 til Aksel V. Johannesen, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi talinum av fosturtøkum

Málið avgreitt

7.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-21/2010 til Kaj Leo Johannesen, løgmann, frá Kitty May Ellefsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi at minka um aðalráðini úr 9 niður í 6

Málið avgreitt

8.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-22/2010 til Kaj Leo Johannesen, løgmann, frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, um avleiðingar av grannskoðaramálinum

Málið avgreitt

9.      Framløga
Formaðurin boðaði frá,
-at  Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 78/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt,
-at Kári á Rógvi og Bjørt Sameulsen, hava lagt fram tingmál nr.
79/2010: Uppskot til løgtingslóg um rættarskipanarnevnd og,
-at
Katrin Dahl Jakobsen og Jenis av Rana hava lagt fram tingmál nr. 71/2010: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2010 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2010.

      Formaðurin fráboðaði hesar skrivligur fyrispurningar:
Nr. S-27/2010 til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkumissi hjá fiskimonnum og
nr. S-28/2010 til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, viðvíkjandi umskipan av Arbeiðseftirlitinum
      Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 20. januar 2011, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:
1.      Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-27/2010 til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkumissi hjá fiskimonnum
2.      Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-28/2010 til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, viðvíkjandi umskipan av Arbeiðseftirlitinum
3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
Málið verður beint í Mentanarnevndina
4.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-7/2010 til Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmann, frá Kára P Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguligum bygnaðarbroytingum og skerjingum á løgreglustøðini í Runavík
5.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-23/2010 til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, viðvíkjandi bygningsfígging við realkreditti
6.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-24/2010 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, um sanering, bústaðarskyldu og uppsøgn av festum
7.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-25/2010 til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, um kommunureform
8.      Framløga
 
 
Fundur lokin kl. 18.10
 
 
Hergeir Nielsen
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Katrin Dahl Jakobsen og Jenis av Rana løgtingsmenn