Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/td

 
63. fundur
 
Ár 2011, mánadagin 7. mars, kl. 16.00, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Heini O. Heinesen, Rodmundur Nielsen, Jákup Mikkelsen, Heðin Zachariasen, Poul Michelsen, Mikkjal Sørensen, Eyðgunn Samuelsen og Jóannes Eidesgaard, og landsstýrismenninir Aksel V. Johannesen, Helena Dam á Neystabø, Rósa Samuelsen og Annika Olsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:
 
1. Framløga
Formaður boðaði frá, at
- Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Bjørt Samuelsen, Bergtóra H. Joensen, Sjúrður Skaale, Heini O. Heinesen, Tórbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen, vegna Tjóðveldi, hava lagt fram tingmálini nr. 109/2010: Uppskot til samtyktar um at skipa Føroyar frælsar, nr. 113/2010: Uppskot til samtyktar um at skipa óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur, nr. 140/2010: Uppskot til samtyktar um at útgreina orsøkir til høga kostnaðin á vørum og tænastum í Føroyum og at vísa á neyðug tiltøk til tess at lækka kostnaðarstøðið, nr. 188/2010: Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu og nr. 189/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki)
- Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Bjørt Samuelsen, Bergtóra H. Joensen, Sjúrður Skaale, Heini O. Heinesen, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen, vegna Tjóðveldi og Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 114/2010: Uppskot til samtyktar um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika
- Høgni Hoydal, vegna Tjóðveldi hevur lagt fram tingmálini nr. 143/2010: Uppskot til samtyktar um at taka upp samráðingar um at javnseta økini í landinum við at tryggja sjóvegis samferðslu í støðu við arbeiðssteðgi og nr. 184/2010: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
- Annita á Fríðriksmørk, vegna Tjóðveldi hevur lagt fram tingmálini nr. 123/2010: Uppskot til samtyktar um krøv til peningastovnar, nr. 180/2010: Uppskot til samtyktar um føroyskt mál á almennum skíggjum
- Bergtóra Høgnadóttir Joensen, vegna Tjóðveldi, hevur lagt fram tingmálini nr. 124/2010: Uppskot til samtyktar um fíggjarligt frípláss, nr. 134/2010: Uppskot til løgtingslóg um solarium
- Høgni Hoydal, Jenis av Rana og Kári á Rógvi, hava lagt fram tingmál nr. 150/2010: Uppskot til samtyktar um at seta § 25 nevnd at fyrireika rættarligt ábyrgdarmál móti landsstýrismanni í fiskivinnumálum
- Kári á Rógvi og Kári P. Højgaard, vegna Sjálvstýrisflokkin hava lagt fram tingmál nr. 122/2010: Uppskot til samtyktar um brúkaranøgdsemiskanning av almennari fyrisiting
-Kári á Rógvi, vegna Sjálvstýrisflokkin hevur lagt fram tingmálini nr. 99/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna, nr. 101/2010: Uppskot til samtyktar um dagføring av lóg um foreldramyndugleika og samveru, nr. 112/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m., nr. 120/2010: Uppskot til samtyktar um at tryggja nøktandi lestrarpláss undan skúlaársbyrjan í 2016, nr.121/2010: Uppskot til samtyktar um lóggávu um realkredittlán, nr. 132/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, nr. 149/2010: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, nr. 179/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) og nr. 186/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
- Kári á Rógvi og Jenis av Rana, vegna Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 178/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
grannskoðan av landsroknskapinum v.m.
- Tórbjørn Jacobsen og Jenis av Rana, vegna Tjóðveldi og Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 100/2010:
Uppskot til samtyktar um burðardygga fiskiveiðu
- Høgni Hoydal, Jenis av Rana og Kári á Rógvi, hava lagt fram tingmál nr. 102/2010: Uppskot til broyting í Tingskipanini
- Høgni Hoydal og Kári á Rógvi, vegna Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkin hava lagt fram tingmálini nr. 108/2010: Uppskot til samtyktar um at nýta altjóða próvtalsstiga í føroyskum útbúgvingum, nr. 116/2010: Uppskot til samtyktar um at landsstýrið heitir á donsku stjórnina um eina óhefta kanning av fangaflutningi í føroyskum loftrúmi, 176/2010: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera og nr. 177/2010: Uppskot til ríkslógartilmæli um avtøku av ríkislóg om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler
- Bjørt Samuelsen, Magni Laksáfoss og Kári á Rógvi hava lagt fram tingmál nr. 88/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
- Bjørt Samuelsen og Hergeir Nielsen, vegna Tjóðveldi hava lagt fram tingmál nr. 106/2010: Uppskot til løgtingslóg um náttúrvernd
- Bjørt Samuelsen, vegna Tjóðveldi hevur lagt fram tingmál nr. 187/2010: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at gera fíggingarleist til útbygging av samferðslukervinum
- Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen, vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmálini nr. 138/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011-2, nr. 153/2010: Uppskot til samtyktar um føroyska arbeiðsmegi, nr. 181/2010: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya og nr. 190/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
- Poul Michelsen, tingmaður, Høgni Hoydal og Kári á Rógvi, vegna Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 96/2010: Uppskot til samtyktar um val av Útnorðurráðnum
- Tórbjørn Jacobsen, hevur lagt fram tingmálini nr. 103/2010: Uppskot til broyting í Tingskipanini, nr. 110/2010: Uppskot til samtyktar um gerð av nýggjari forsorgarlóg, nr. 117/2010: Uppskot til samtyktar um samsýning til rithøvundar og listafólk og vegna Tjóðveldi nr. 185/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løtingslóg um vinnuligan fiskiskap
- Kári á Rógvi hevur lagt fram tingmálini nr. 104/2010: Uppskot til løgtingslóg um áhugamál tingmanna, nr. 105/2010: Uppskot til samtyktar um at skjalfesta orðaskiftið í Løgtinginum, nr. 107/2010: Uppskot til samtyktar um UNIKLAX og ábøtur á viðareiðisvegin og nr.133/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
haugers styrelse og drift
- Edmund Joensen, hevur lagt fram tingmálini nr. 182/2010: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin og nr. 183/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011-3
- Jørgen Niclasen, hevur lagt fram tingmál nr. 169/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
- Jacob Vestergaard, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 118/2010: Uppskot til løgtingslóg um tyrlutænastu, nr. 127/2010: Uppskot til samtyktar um at góðkenna Sáttmála Evroparáðsins um at forða fyri ríkisloysi í sambandi við ríkisframhald, nr. 128/2010: Uppskot til løgtingslóg um ávís tiltøk samsvarandi stovningarsáttmála Sameindu Tjóða, nr. 129/2010: Uppskot til samtyktar um at góðkenna frumskjal til sáttmala um marknaseting á landleiðunum millum Føroyar og Stórabretlands frá 18. mai 1999, nr. 130/2010: Uppskot til samtyktar um at góðkenna Stockholmssáttmálan um seinthvørvandi lívrunnin dálkingarevni, nr. 131/2010: Uppskot til samtyktar um at góðkenna Sáttmála um at taka av krav at lógfesta útlendsk almenn skjøl (Apostillesáttmálin), nr. 135/2010: Uppskot til samtyktar um Evropapolitikk Føroya, nr. 142/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð, nr. 152/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn, nr. 175/2010: Uppskot til løgtingslóg um tilbúgving (Tilbúgvingarlógin)
- Helena Dam á Neystabø, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 89/2010: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung, nr. 119/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, nr. 141/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn, nr. 148/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
- Johan Dahl, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 111/2010: Uppskot til løgtingslóg um sjómenn, løgtingslóg um trygd á sjónum og løgtingslóg um manning av skipum, nr. 136/2010: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki, nr. 139/2010: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtinslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, nr. 145/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá, nr.  146/2010: Uppskot til løgtingslóg um løggilding av el-innleggjarum, nr. 151/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring, nr. 163/2010: Uppskot til løgtingslóg um jarðhitaskipanir, nr. 171/2010: Uppskot til løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn,
- Rósa Samuelsen, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 155/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., nr. 156/2010: Uppskot til løgtingslóg um javning av fólkapensjón, nr. 157/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg áseting og javning av almannaveitingum, nr. 159/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin - gjald fyri náttarvakt á sambýlum), nr. 160/2010: Uppskot til løgtingsóg um broyting í lóg um almenna forsorg, nr. 161/2010: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um uppihald á stovni, nr. 168/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar penjónistar v.fl.
-  Annika Olsen, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 125/2010: Uppskot til løgtingslóg um tunnil til Viðareiðis við tiloyrandi vegum, nr. 126/2010: Uppskot til løgtingslóg um einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, nr. 144/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum, nr. 154/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum, nr. 172/2010: Uppskot til løgtingslóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a., nr. 173/2010: Uppskot til løgtingslóg um at byggja bygningar o.a. (Byggilógin)
- Aksel V. Johannesen, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 93/2010: Uppskot til løgtingslóg um tøkniliga umlegging av skattaskipanini, nr. 94/2010: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan í 2011, nr. 97/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting i løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, nr. 98/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll, nr. 115/2010: Uppskot til løgtingslóg um manntal 2011, nr. 137/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011, nr. 162/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, nr. 164/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, nr. 165/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m., nr. 166/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting, nr. 167/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, nr. 170/2010: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn, nr. 174/2010: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin,
- John Johannessen, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 158/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 8. mars 2011, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:
1.      Møgulig 1. viðgerð av tingmáli nr. 169/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 85/2010: Uppskot til samtyktar um ásetan av fátækramarki
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2010: Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding
Málið verður beint í Rættarnevndina
4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2010: Uppskot til løgtingslóg um at nýta part av stovnsfænum hjá Vinnuframagrunninum at innrætta høli til granskarasetur
Málið verður beint í Vinnunevndina
5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2010: Uppskot til løgtingslóg um bygging av stovni í Eysturoynni til børn við fjølbreki
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2010: Uppskot til løgtingslóg um bygging av sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2010: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme”
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
9.      Framløga
 
 
Fundur lokin kl. 16.30
 
 
Hergeir Nielsen
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari