Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/td

 
78. fundur
 
Ár 2011, hósdagin 31. mars, kl. 11.00, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Andrias Petersen og Jenis av Rana eru uttanlands á fundi við Norðurlandaráðið, og Magni Laksáfoss og landsstýrismenninir Johan Dahl, Helena Dam á Neystabø, Rósa Samuelsen og Annika Olsen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:
1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 123/2010: Uppskot til samtyktar um krøv til peningastovnar

Málið beint í Vinnunevndina

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 115/2010: Uppskot til løgtingslóg um manntal 2011

Málið beint í Fíggjarnevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 184/2010: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

Málið beint í Fíggjarnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 178/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.

Málið beint í Fíggjarnevndina

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 179/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 186/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)

Tingmálini nr. 179 og 186/2010 vóru viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

7.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 191/2010: Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2012

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 1. apríl 2011, kl. 9.30 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 171/2010: Uppskot til løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn
    Málið verður beint í Vinnunevndina
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 172/2010: Uppskot til løgtingslóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a.
    Málið verður beint í Rættarnevndina
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 173/2010: Uppskot til løgtingslóg um at byggja bygningar o.a. (Byggilógin)
    Málið verður beint í Rættarnevndina
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 166/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting
    Málið verður beint í Fíggjarnevndina
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 189/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki)
    Málið verður beint í Uttanlandsnevndina
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 188/2010: Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu
    Málið beint í Vinnunevndina
    Tingmálini nr. 189 og 188 verða viðgjørd undir einum
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 181/2010: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya
    Málið verður beint í Uttanlandsnevndina
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 138/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011-2
    Málið verður beint í Fíggjarnevndina
    Tingmálini nr. 181 og 138 verða viðgjørd undir einum
  9. Framløga
 
Fundur lokin kl. 17.15
 
Hergeir Nielsen
løgtingsformaður
 
 
/Beinta Isaksen
skrivari