Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 

BI/sm
 
88. fundur
 
Ár 2011, mánadagin 9. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, og Kaj Leo Johannesen, løgmaður, vóru ikki á fundi

Til viðgerðar
1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 84/2010: Uppskot til ríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-2-10
Málið avgreitt

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

Uppskot frá Alfred Olsen um at beina málið aftur í nevnd fall 12-0-16
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-11
Málið avgreitt

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 119/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 128/2010: Uppskot til løgtingslóg um ávís tiltøk samsvarandi stovningarsáttmála Sameindu Tjóða

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 137/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-1
Málið avgreitt

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 151/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

7.      Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn

Uppskot frá Høgna Hoydal um at beina málið aftur í nevnd samtykt 23-0-5

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2010: Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding

Broytingaruppskot frá minnilutanum í Rættarnevndini samtykt 19-0-11
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-1-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 121/2010: Uppskot til samtyktar um lóggávu um realkredittlán

Uppskotið fall 13-0-18
Málið avgreitt

10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 136/2010: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki

Uppskotið samtykt 31-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 154/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum

Uppskotið samtykt 31-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 166/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting

Uppskotið samtykt 31-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2010: Uppskot til løgtingslóg um Stjórnarskipan Føroya

Uppskot frá Høgna Hoydal um at beina málið aftur í nevnd samtykt 15-0-14

14. Framløga
Formaðurin boðaði frá, 
- at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 87/2010: Uppskot til løgtingslóg um at nýta part av stovnsfænum hjá Vinnuframagrunninum at innrætta høli til granskarasetur, nr. 111/2010: Uppskot til løgtingslóg um sjómenn, løgtingslóg um trygd á sjónum og løgtingslóg um manning av skipum, nr. 118/2010: Uppskot til løgtingslóg um tyrlutænastu og nr. nr. 145/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá og 
- at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
115/2010: Uppskot til løgtingslóg um manntal 2011
  
 
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 11. mai 2011, kl. 11.00, við hesi dagsskrá:
1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 86/2010: Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding
2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 136/2010: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki
3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 154/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 166/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting
5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2010: Uppskot til løgtingslóg um at núyta part av stovnsfænum hjá Vinnuframagrunninum at innrætta høli til granskarasetur
6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 111/2010: Uppskot til løgtingslóg um sjómenn, løgtingslóg um trygd á sjónum og løgtingslóg um manning av skipum
7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 115/2010: Uppskot til løgtingslóg um manntal 2011
8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 118/2010: Uppskot til løgtingslóg um tyrlutænastu
9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 145/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá
10. Framløga
 
 
Fundur lokin kl. 20.25
 
 
Hergeir Nielsen
løgtingsformaður
 
/Beinta Isaksen
skrivari