Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm
 
89. fundur
 
Ár 2011, mikudagin 11. mai, kl. 11.00, varð tingfundur settur.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Formaðurin las skriv frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, um at fáa tingmál nr. 102/2010: Uppskot til broyting í Tingskipanini úr nevnd aftur sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini og skriv frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um at fáa tingmál nr. 79/2010: Uppskot til løgtingslóg um rættarskipanarnevnd úr nevnd aftur sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini.

Til viðgerðar
1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 86/2010: Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding

Broytingaruppskot frá Hans Paula Strøm, Gerhard Lognberg, Bjørt Samuelsen og Helga Abrahamsen fall 11-2-18
Broytingaruppskot frá Alfred Olsen, Gerhard Lognberg, Hans Paula Strøm, Jákup Mikkelsen, Bjørt Samuelsen, Heina O. Heinesen og Poul Michelsen samtykt
31-0-0
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt
2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 136/2010: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt
3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 154/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum

Uppskotið, sum smatykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt
4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 166/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt
5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2010: Uppskot til løgtingslóg um at nýta part av stovnsfænum hjá Vinnuframagrunninum at innrætta høli til granskarasetur

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 111/2010: Uppskot til løgtingslóg um sjómenn, løgtingslóg um trygd á sjónum og løgtingslóg um manning av skipum

Uppskotið samtykt 24-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 115/2010: Uppskot til løgtingslóg um manntal 2011

Uppskot frá Jenis av Rana um at beina málið aftur í nevnd samtykt 16-0-15
8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 118/2010: Uppskot til løgtingslóg um tyrlutænastu

Uppskotið samtykt 28-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 145/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá

Uppskotið samtykt 26-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
Fundur niðurlagdur kl. 16.50
Fundur uppafturtikin kl. 21.15

10. Framløga
Formaðurin boðaði frá, 
- at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 147/2010: Uppskot til løgtingslóg um málráð, nr. 148/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan og nr. 180/2010: Uppskot til samtyktar um føroyskt mál á almennum skíggjum
- at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 106/2010: Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd og nr. 187/2010: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at gera fíggingarleist til útbygging av samferðslukervinum
- at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit II í tingmálunum nr. 63/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., og álit í nr. 85/2010: Uppskot til samtyktar um ásetan av fátækramarki, nr. 110/2010: Uppskot til samtyktar um gerð av nýggjari forsorgarlóg, nr. 114/2010: Uppskot til samtyktar um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika, nr. 124/2010: Uppskot til samtyktar um fíggjarligt frípláss, nr. 134/2010: Uppskot til løgtingslóg um solarium og nr. 159/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin - gjald fyri náttarvakt á sambýlum)
- at Uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 116/2010: Uppskot til samtyktar um at landsstýrið heitir á donsku stjórnina um eina óhefta kanning av fangaflutningi í føroyskum loftrúmi, nr. 176/2010: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, nr. 177/2010: Uppskot til ríkslógartilmæli um avtøku av ríkislóg om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler, nr. 181/2010: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya og nr. 189/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki) og
- at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 42/2010: Uppskot til løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagslógin), nr. 43/2010: Uppskot til løgtingslóg um at broyta ársroknskaparlógina, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, grannskoðaralógina og tryggingarlógina (fylgibroytingar til vinnufelagslógina) og nr. 152/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn og
- at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.140/2010: Uppskot til samtyktar um at útgreina orsøkir til høga kostnaðin á vørum og tænastum í Føroyum og at vísa á neyðug tiltøk til tess at lækka kostnaðarstøðið, nr. 174/2010: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin, nr. 183/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011-3 og nr. 186/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)

Frávik:
Skriv frá Eyðgunn Samuelsen, Hans Paula Strøm, Bjørn Kalsø, Edvu Jacobsen, Magna Laksáfoss og Alfred Olsen við áheitan um, at frávik verður givið frá tíðarfreistunum í § 85 í tingskipanini millum framløgu og 1. viðgerð í tingmálunum nr. 194/2010: Uppskot til løgtingslóg um at byggja vardar bústaðir í Norðoyggjum og Eysturoy til fólk við serligum tørvi, nr. 195/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2011, nr. 196/2010: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um trygdargrunn fyri innskjótarar og íleggjarar og nr. 197/2010: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting av lóg um trygdargrunn fyri innskjótarar og íleggjarar, lóg um fíggjarligt støðufesti og álíkningarlógini

Samtykt 25-0-6.
Sostatt vórðu omanfyri nevndu mál løgd fram.

Formaðurin setti næsta fund at verða dagin, . mai 2011, kl. 11.00, við hesi dagsskrá:
1.      Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í ting­skipanini, og møgulig 2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2010: Uppskot til broyting í Tingskipanini
2.      Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í ting­skipanini, og møgulig 2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2010: Uppskot til løgtingslóg um rættarskipanarnevnd
3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 194/2010: Uppskot til løgtingslóg um at byggja vardar bústaðir í Norðoyggjum og Eysturoy til fólk við serligum tørvi
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 195/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2011
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 196/2010: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um trygdargrunn fyri innskjótarar og íleggjarar
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 197/2010: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting av lóg um trygdargrunn fyri innskjótarar og íleggjarar, lóg um fíggjarligt støðufesti og álíkningarlógini
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
7.      Framløga
 
 
Fundur lokin kl. 21.20
 
 
Hergeir Nielsen
løgtingsformaður
 
/Beinta Isaksen
skrivari