Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 
91. fundur
 
Ár 2011, fríggjadagin 13. mai, kl. 9.00, varð tingfundur settur.
Sjúrður Skaale, løgtingsmaður, og løgmaður vóru ikki á fundi

Til viðgerðar
1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 87/2010: Uppskot til løgtingslóg um at nýta part av stovnsfænum hjá Vinnuframagrunninum at innrætta høli til granskarasetur

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 111/2010: Uppskot til løgtingslóg um sjómenn, løgtingslóg um trygd á sjónum og løgtingslóg um manning av skipum

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 118/2010: Uppaskot til løgtingslóg um tyrlutænastu

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0
Málið avgreitt

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 145/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá

Uppskot frá Poul Michelsen um at beina málið aftur í nevnd fall 5-0-26
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

5.      Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í ting­skipanini, og møgulig 2. viðgerð av tingmáli nr. 109/2010: Uppskot til samtyktar um at skipa Føroyar frælsar

Uppskot um at fáa málið úr aftur nevnd fall 15-0-16

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2010: Uppskot til løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagslógin)

Broytingaruppskot frá samdari nevnd samtykt 28-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2010: Uppskot til løgtingslóg um at broyta ársroknskaparlógina, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, grannskoðaralógina og tryggingarlógina (fylgibroytingar til Vinnufelagslógina)

Broytingaruppskot frá samdari nevnd samtykt 27-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

8.      Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (viðv. barnsins fyrsta sjúkradegi)

Broytingaruppskot frá minnilutanum samtykt 16-2-13
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-0-13
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

9.      2. viðgerð av tingmáli nr 85/2010: Uppskot til samtyktar um ásetan av fátækramarki

Broytingaruppskot frá meirilutanum samtykt 16-0-12
Málið avgreitt
Fundur niðurlagdur kl. 12.11
Fundur uppafturtikin kl. 12.40

10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 110/2010: Uppskot til samtyktar um gerð av nýggjari forsorgarlóg

Uppskotið fall 11-0-17
Málið avgreitt

11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 114/2010: Uppskot til samtyktar um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika

Broytingaruppskot frá Hans Paula Strøm og Bergtóru H. Joensen fall 14-0-16
Uppskotið fall 12-0-18
Málið avgreitt

12. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 115/2010: Uppskot til løgtingslóg um manntal 2011

Broytingaruppskot frá Jørgen Niclasen og Bill Justinussen fall 9-0-23
Broytingaruppskot frá Bjørn Kalsø, Jørgen Niclasen og Bill Justinussen fall 13-0-19
Broytingaruppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini samtykt 28-0-3
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-4
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð


13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 116/2010: Uppskot til samtyktar um at landsstýrið heitir á donsku stjórnina um eina óhefta kanning av fangaflutningi í føroyskum loftrúmi

Uppskotið fall 10-1-20
Málið avgreitt

14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 124/2010: Uppskot til samtyktar um fíggjarligt frípláss

Uppskotið fall 13-0-14
Málið avgreitt

15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 134/2010: Uppskot til løgtingslóg um solarium

Broytingaruppskot frá Bergtóru H. Joensen fall 12-0-18
Uppskotið fall 13-0-18
Málið avgreitt

16. 2. viðgerð av tingmáli nr. 140/2010: Uppskot til samtyktar um at útgreina orsøkir til høga kostnaðin á vørum og tænastum í Føroyum og at vísa á neyðug tiltøk til tess at lækka kostnaðarstøðið

Uppskotið fall 15-0-15
Málið avgreitt

17. 2. viðgerð av tingmáli nr. 147/2010: Uppskot til løgtingslóg um málráð

Uppskot frá Bjørt Samuelsen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 25-0-6

18. 2. viðgerð av tingmáli nr. 148/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

Uppskotið samtykt 26-0-4
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

19. 2. viðgerð av tingmáli nr. 152/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn

Broytingaruppskot frá samdari nevnd samtykt 30-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

20. 2. viðgerð av tingmáli nr. 159/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin - gjald fyri náttarvakt á sambýlum)

Uppskotið samtykt 20-2-6
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

21. 2. viðgerð av tingmáli nr. 174/2010: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin

Uppskot frá Bill Justinussen um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-21
Uppskotið samtykt 19-0-13
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

22. 2. viðgerð av tingmáli nr. 183/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011-3

Uppskot frá Bill Justinussen um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-21
Uppskotið samtykt 19-1-12
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Tingmálini nr. 174 og 183/2010 vórðu viðgjørd undir einum

23. 2. viðgerð av tingmáli nr. 176/2010: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera

Uppskot frá Jørgen Niclasen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 17-0-13

24. 2. viðgerð av tingmáli nr. 177/2010: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av ríkislóg om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler

Uppskot frá Jørgen Niclasen, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 16-0-15
 
Tingmálini nr. 176 og 177/2010 vórðu viðgjørd undir einum

25. 2. viðgerð av tingmáli nr. 180/2010: Uppskot til samtyktar um føroyskt mál á almennum skíggjum

Broytingaruppskot samtykt 24-0-7
Málið avgreitt

26. 2. viðgerð av tingmáli nr. 181/2010: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya

Broytingaruppskot frá meirilutanum samtykt 26-0-5
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-6
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

27. 2. viðgerð av tingmáli nr. 186/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)

Uppskot frá Karsten Hansen um at beina málið aftur í nevnd fall 13-0-18
Uppskotið fall 11-1-19
Málið avgreitt

28. 2. viðgerð av tingmáli nr. 187/2010: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at gera fíggingarleist til útbygging av samferðslukervinum

Broytingaruppskotið frá samdari Rættarnevnd samtykt 25-0-5
Málið avgreitt

29. 2. viðgerð av tingmáli nr. 189/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki)

Broytingaruppskot frá Høgna Hoydal, Kára á Rógvi, Jenis av Rana og Poul Michelsen samtykt 18-0-12
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-0-12
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð


Tikið aftur
Tingmál nr. 106/2010: Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd varð tikið aftur av uppskotssetarunum. Upp á fyrispurning frá tingfor­manni­num, sambært tingskipanini § 55, stk. 3, tók eingin málið uppaftur.


Formaðurin boðaði frá at Tórbjørn Jacobsen tók áheitanina aftur um atkvøðugreiðslu sambært § 32, stk. 3 í ting­skipanini, og møguliga 2. viðgerð av tingmáli nr.185/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Frávik
Skriv frá Eyðgunn Samuelsen, Poul Michelsen, Edvu Jacobsen, Tórbjørn Jacobsen, Bjarna Djurholm, Jenis av Rana og Kára P. Højgaard, við áheitan um, at frávik verður givið frá tíðarfreistunum í § 85 í tingskipanini millum 2. og 3. viðgerð í tingmálunum nr. 42/2010: Uppskot til løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnuvelgaslógin)
nr. 43/2010: Uppskot til løgtingslóg um at broyta ársroknskaparlógina, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, grannskoðaralógina og tryggingarlógina (fylgibroytingar til Vinnufelagslógina)
nr. 63/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (viðv. barnsins fyrsta sjúkradegi)
nr. 79/2010:
Uppskot til løgtingslóg um rættarskipanarnevnd
nr. 102/2010: Uppskot til broyting í Tingskipanini
nr. 115/2010: Uppskot til løgtingslóg um manntal 2011
nr. 148/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
nr. 152/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn
nr. 159/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin - gjald fyri náttarvakt á sambýlum)
nr. 174/2010: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin
nr. 183/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011-3
nr. 181/2010: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya
nr. 189/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki)

Samtykt 25-2-5

Formaðurin setti næsta fund at verða leygardagin, 14. mai 2011, kl. 00.15, við hesi dagsskrá:
1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2010: Uppskot til løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnuvelgaslógin)
2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 43/2010: Uppskot til løgtingslóg um at broyta ársroknskaparlógina, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, grannskoðaralógina og tryggingarlógina (fylgibroytingar til Vinnufelagslógina)
3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (viðv. barnsins fyrsta sjúkradegi)
4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 79/2010: Uppskot til løgtingslóg um rættarskipanarnevnd
5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2010: Uppskot til broyting í Tingskipanini
6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 115/2010: Uppskot til løgtingslóg um manntal 2011
7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 148/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
8.      3. viðgerð av tingmáli nr. 152/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn
9.      3. viðgerð av tingmáli nr. 159/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin- gjald fyri náttarvakt á sambýlum)
10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 174/2010: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin
11. 3. viðgerð av tingmáli nr. 181/2010: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya
12. 3. viðgerð av tingmáli nr. 183/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011-3
13. 3. viðgerð av tingmáli nr. 189/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki)
14. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-32/2010 til Kaj Leo Johanessen, løgmann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ørandi upphæddunum, útgoldnar eru til leiðslufólki í bankum, tá hesi fara úr starvi
15. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-33/2010 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu frá Bergtóru Høgnadóttir Joensen, løgtingskvinnu viðvíkjandi tí at gevast í miðnámsútbúgving
16. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-34/2010 til Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi heimahjálpartænastuni
17. Framløga
 
 
 
 
Fundur lokin kl. 23.45
 
 
Hergeir Nielsen
løgtingsformaður
 
/Beinta Isaksen
skrivari