Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 
90. fundur
 
Ár 2011, hósdagin 12. mai, kl. 11.00, varð tingfundur settur.
Løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Formaðurin las skriv frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, um at fáa tingmálini nr. 109/2010: Uppskot til samtyktar um at skipa Føroyar frælsar og nr. 185/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løtingslóg um vinnuligan fiskiskap  úr nevnd aftur sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini

Til viðgerðar
1.      Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í ting­skipanini, og møgulig 2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2010: Uppskot til broyting í Tingskipanini

At fáa málið úr aftur nevnd samtykt 16-0-9
Uppskotið samtykt 16-0-11
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.      Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í ting­skipanini, og møgulig 2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2010: Uppskot til løgtingslóg um rættarskipanarnevnd

At fáa málið úr aftur nevnd samtykt 16-1-10
Uppskotið samtykt 13-0-11
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 194/2010: Uppskot til løgtingslóg um at byggja vardar bústaðir í Norðoyggjum og Eysturoy til fólk við serligum tørvi

Málið beint í Fíggjarnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 195/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2011

Málið beint í Fíggjarnevndina

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 196/2010: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um trygdargrunn fyri innskjótarar og íleggjarar

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 197/2010: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting av lóg um trygdargrunn fyri innskjótarar og íleggjarar, lóg um fíggjarligt støðufesti og álíkningarlógini

Tingmálini nr. 196 og 197/2010 vóru viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

7.      Framløga
Formaðurin boðaði frá at Johan Dahl, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 198/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a. Hesir tingmenn tilmæla, at málið kann verða lagt fram og fáa viðgerð: Katrin D. Jakobsen, Poul Michelsen, Jóannes Eidesgaard, Hans Pauli Strøm, Edva Jacobsen, Alfred Olsen, Bjørt Samuelsen, Høgni Hoydal, Helgi Abrahamsen, Heini O. Heinesen, Eyðgunn Samuelsen, Jacob Vestergaard, Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, Bill Justinussen, Gerhard Lognberg og Annika Olsen, og at Vinnunevndin hevur lagt fram álit II í løgtingsmáli nr. 115/2010: Uppskot til løgtingslóg um manntal 2011

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 13. mai 2011, kl. 11.00, við hesi dagsskrá:
1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 87/2010: Uppskot til løgtingslóg um at nýta part av stovnsfænum hjá Vinnuframagrunninum at innrætta høli til granskarasetur
2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 111/2010: Uppskot til løgtingslóg um sjómenn, løgtingslóg um trygd á sjónum og løgtingslóg um manning av skipum
3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 118/2010: Uppaskot til løgtingslóg um tyrlutænastu
4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 145/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá
5.      Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í ting­skipanini, og møgulig 2. viðgerð av tingmáli nr. 109/2010: Uppskot til samtyktar um at skipa Føroyar frælsar
6.      Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í ting­skipanini, og møgulig 2. viðgerð av tingmáli nr. 185/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2010: Uppskot til løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagslógin)
8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2010: Uppskot til løgtingslóg um at broyta ársroknskaparlógina, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, grannskoðaralógina og tryggingarlógina (fylgibroytingar til Vinnufelagslógina)
9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (viðv. barnsins fyrsta sjúkradegi)
10. 2. viðgerð av tingmáli nr 85/2010: Uppskot til samtyktar um ásetan av fátækramarki
11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2010: Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd
12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 110/2010: Uppskot til samtyktar um gerð av nýggjari forsorgarlóg
13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 114/2010: Uppskot til samtyktar um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika
14. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 115/2010: Uppskot til løgtingslóg um manntal 2011
15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 116/2010: Uppskot til samtyktar um at landsstýrið heitir á donsku stjórnina um eina óhefta kanning av fangaflutningi í føroyskum loftrúmi
16. 2. viðgerð av tingmáli nr. 124/2010: Uppskot til samtyktar um fíggjarligt frípláss
17. 2. viðgerð av tingmáli nr. 134/2010: Uppskot til løgtingslóg um solarium
18. 2. viðgerð av tingmáli nr. 140/2010: Uppskot til samtyktar um at útgreina orsøkir til høga kostnaðin á vørum og tænastum í Føroyum og at vísa á neyðug tiltøk til tess at lækka kostnaðarstøðið
19. 2. viðgerð av tingmáli nr. 147/2010: Uppskot til løgtingslóg um málráð
20. 2. viðgerð av tingmáli nr. 148/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
21. 2. viðgerð av tingmáli nr. 152/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn
22.  2. viðgerð av tingmáli nr. 159/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin - gjald fyri náttarvakt á sambýlum)
23. 2. viðgerð av tingmáli nr. 174/2010: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin
24. 2. viðgerð av tingmáli nr. 176/2010: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera
25. 2. viðgerð av tingmáli nr. 177/2010: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av ríkislóg om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler
26. 2. viðgerð av tingmáli nr. 180/2010: Uppskot til samtyktar um føroyskt mál á almennum skíggjum
27. 2. viðgerð av tingmáli nr. 181/2010: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya
28. 2. viðgerð av tingmáli nr. 183/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011-3
29. 2. viðgerð av tingmáli nr. 186/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
30. 2. viðgerð av tingmáli nr. 187/2010: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at gera fíggingarleist til útbygging av samferðslukervinum
31. 2. viðgerð av tingmáli nr. 189/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki)
32. Framløga
 
 
 
Fundur lokin kl. 16.30
 
 
Hergeir Nielsen
løgtingsformaður
 
/Beinta Isaksen
skrivari