Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm
 
92. fundur
 
Ár 2011, leygardagin 14. mai, kl. 00.15, varð tingfundur settur.
Sjúrður Skaale, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Helena Dam á Neystabø, Rósa Samuelsen og John Johannessen og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar
1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2010: Uppskot til løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagslógin)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

2.      3. viðgerð av tingmáli nr.43/2010: Uppskot til løgtingslóg um at broyta ársroknskaparlógina, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, grannskoðaralógina og tryggingarlógina (fylgibroytingar til vinnufelagslógina)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

3.      3. viðgerð av tingmáli nr.63/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (viðv. barnsins fyrsta sjúkradegi)

Uppskot um burturvísing smb. § 57, stk. 3 í tingskipanini fall 14-0-17
Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen, um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-20
Broytingaruppskot frá Poul Michelsen, Tórbjørn Jacobsen, Jørgen Niclasen, Kára á Rógvi og Marjus Dam fall 15-0-16
Uppskotið endaliga samtykt 17-0-13
Málið avgreitt

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 79/2010: Uppskot til løgtingslóg um rættarskipanarnevnd

Broytingaruppskot frá Kára á Rógvi, Bjørt Samuelsen, Jenis av Rana og Anniku Olsen samtykt 17-1-12
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt, endaliga samtykt 17-0-12
Málið avgreitt

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2010: Uppskot til broyting í Tingskipanini

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-14
Málið avgreitt

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 115/2010: Uppskot til løgtingslóg um manntal 2011

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-5
Málið avgreitt

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 148/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-1
Málið avgreitt

8.      3. viðgerð av tingmáli nr. 152/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

9.      3. viðgerð av tingmáli nr. 159/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin - gjald fyri náttarvakt á sambýlum)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-2-8
Málið avgreitt

10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 174/2010: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin

Broytingaruppskot frá
Tórbjørn Jacobsen, Magna Laksáfoss, Jóannesi Eidesgaard og Edvu Jacobsen samtykt 17-5-10
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt, endaliga samtykt 19-0-13
Málið avgreitt

11. 3. viðgerð av tingmáli nr. 181/2010: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-1-5
Málið avgreitt

12. 3. viðgerð av tingmáli nr. 183/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011-3

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 17-0-15
Málið avgreitt

13. 3. viðgerð av tingmáli nr. 189/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-12
Málið avgreitt

14.  Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-32/2010 til Kaj Leo Johanessen, løgmann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ørandi upphæddunum, útgoldnar eru til leiðslufólki í bankum, tá hesi fara úr starvi

Málið avgreitt

15. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-33/2010 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, frá Bergtóru H. Joensen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi tí at gevast við miðnámsútbúgving

Málið avgreitt

16. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-34/2010 til Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi heimahjálpartænastuni
Helgi Abrahamsen tók skrivliga fyrispurningin aftur.Upp á fyrispurning frá formanninum, sambært § 55, stk. 3 í Tingskipanini, tók eingin fyrispurningin uppaftur.
Málið avgreitt

Ætlanin var at hetta skuldi verða seinasti fundur í hesi tingsetuni, og plagar formaðurin at boðað frá, at um ikki okkurt serligt tekur seg upp, so kemur tingið saman aftur á ólavsøku. Í ár er tað tó soleiðis, at vit vita, at nøkur mál eru eftir at avgreiða, og tá hesi eru klár væntandi um eina góða viku, verður Løgtingið kallað til fundar eftir § 59, stk. 2 í tingskipani..
 
Løgtingið hevur, síðani á ólavsøku 2010, havt 92 fundir, ið hava vart  398 tímar. 194 mál eru framløgd, umframt 1 frágreiðing sambært § 51 í tingskipanini. 7 mál eru tikin aftur av uppskotssetarunum, 53 mál eru ikki komin aftur úr nevnd. Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum. 34 skrivligir fyrispurningar eru settir. 157 munnligir fyrispurningar eru settir og svaraðir, og 42 ófráboðaðir fyri­spurningar vóru á skrá á 6 fundum. 78 § 52 a spurningar eru settir higartil. Fíggjarnevndin hevur havt 51 fundir, Uttan­lands­nevndin 30, Landsstýrismálanevndin 16, Vinnunevndin 42, Trivnaðarnevndin 19, Mentanarnevndin 18 og Rættarnevndin hevur havt 25 fundir. Tvær § 25 nevndir hava havt tilsamans 27 fundir.
 
 
Fundur lokin kl. 02.30
 
 
Hergeir Nielsen
løgtingsformaður
 
/Beinta Isaksen
skrivari