Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

52. fundur 

 

Ár 2019, mikudagin, 20. februar, kl. 11.35, varð tingfundur settur.

Pauli T. Petersen, løgtingsmaður og Sirið Stenberg, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Formaðurin las skriv, um at løgmaður ger kunnugt, at hann frá 14. februar 2019 hevur tilnevnt Honnu Jensen, sum landsstýrismann í skúlamálum.


Farloyvi:

Skriv frá Honnu Jensen, dagfest 14. februar 2019 har biðið verður um farloyvi sambært § 32, stk. 1 í Stýrisskipanarlógini.
Næsti á lista Framsóknar er Bjarni Kárason Petersen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Bjarni Kárason Petersen tekur sæti á tingi.

Skriv frá Kaj Leo Holm Johannesen, dagfest 18. februar 2019, har biðið verður um farloyvi frá 20. til og við 26. februar 2019 og at næsti maður á lista Sambandsfloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti á maður á lista Sambandsfloksins er Gerhard Lognberg, ið áður hevur havt sæti.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Gerhard Lognberg tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp (Vinnufeløg undantikin kringvarpsgjald)

Uppskot frá Jørgeni Niclasen, um at beina málið aftur í nevnd fall 12-0-13
Uppskotið fall 12-0-13
Málið avgreitt

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og løgtingslóg um áseting av skatti (Heimavirki) 

Uppskotið fall 11-0-12
Málið avgreitt

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2018: Uppskot til samtyktar um eina listaskúlaskipan

Uppskotið fall 9-0-11
Málið avgreitt

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2018: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2018

Málið varð beint í Uttanlandsnevndina

5.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at løgtingsmenninir Jenis av Rana og Bill Justinussen, hava lagt fram tingmálini nr. 95/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019, nr. 96/2018: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra vegir og tunlar og nr. 97/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019-2
at Heðin Mortensen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 98/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leingjan av rættinum til barsilspening við tveimum vikum, harav onnur er markað til pápan)
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
50/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum og nr. 84/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan tunnil til Dals við tilhoyrandi vegum
at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 90/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin) (Bráfeingis frástøðuboð sett inn og orðið tilhald broytt til frástøðuboð)

 

Tikið av skrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2018: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2018 og um frágreiðing um virkið ráðsins í 2018

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 26. februar 2019, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin) (Bráfeingis frástøðuboð sett inn og orðið tilhald broytt til frástøðuboð)

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum.

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan tunnil til Dals við tilhoyrandi vegum

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2018: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2018 og um frágreiðng um virkið ráðsins í 2018

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leingjan av rættinum til barsilspening við tveimum vikum, harav onnur er markað til pápan)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2018: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra vegir og tunlar

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019-2

9.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 16.00

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, vegna Fólkaflokkin