Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
SM/ód

 

38. fundur 

 

Ár 2018, mánadagin, 10. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi

Til viðgerðar:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 60/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 56/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat stuðulsveiting og lønarískoyti)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-3
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 57/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat dagpeningaveitingini)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-2
Málið avgreitt

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 58/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om offentlig forsorg (Forsorgarlógin) (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat forsorgarveiting)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-2
Málið avgreitt

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 71/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-5
Málið avgreitt

7.       3. viðgerð av tingmáli nr. 77/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Tøknilig rætting viðvíkjandi innseting av skjali, umsitingarlig heimild at umsita stigvaksandi skatt og undantak fyri inntøku úr Grønlandi)

Uppskotið samtykt 29-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2018: Uppskot til samtyktar um, at allir miðnámsskúlanæmingar fáa lestrarstuðul

Uppskotið fall 5-0-24
Málið avgreitt

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanleggin o.a. (Endurskoðan)

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika uppboðssølu av rættindum á Flemish Cap)

Uppskotið fall 11-0-15
Málið avgreitt

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Avtaka uppboðssølu av fiskirættindum)

Uppskotið fall 10-0-16
Málið avgreitt

13.    2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Tillagan av tøkugjaldi)

Uppskotið samtykt 14-0-10
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

14.    2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinslóg um fyrisiting av sjófeingi (Longd gildistíð á rættindum)

Broytingaruppskot frá meirilutanum í Vinnunevndini fall 7-0-16
Uppskotið samtykt 23-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

15.    2. viðgerð av tingmáli nr. 17/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

Broytingaruppskot frá Bill Justinussen tingmanni fall 9-1-11
Broytingaruppskot frá minnilutanum í Vinnunevndini samtykt 13-0-8
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 12-0-9
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. við­gerð

16.    Framløga

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 11. desember 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 5/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um gildistíð fyri koyrikort til tey eldru)

2.     3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

3.     1. viðgerð av tingmáli nr. 85/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringer af lov om dansk indfødsret (Dupultan ríkisborgararætt o.a.) og at kunngera § 30 í lov nr. 542 frá 24. juni 2005 og § 6 í lov nr. 647 frá 12. juni 2013
Málið verður beint í Rættarnevndina

4.     1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2018: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2018
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

5.     1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan tunnil til Dals við tilhoyrandi vegum
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

6.     Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 17.00

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari

 

Uppskotssetari:
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, vegna Fólkaflokkin