Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

75. fundur 

 

Ár 2019, mánadagin, 29. apríl, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Heðin Mortensen, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í Tingskipanani í løgtingsmáli nr. 33/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul at byggja fótbóltshallir

Uppskotið fall 16-0-16

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 151/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) og løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Strika toll á EL-bilum og ljóðbøkur gerast MVG-fríar)

Broytingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd samtykt 31-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0
Upppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 119/2019: Uppskot til løgtingslóg um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð

Uppskotið samtykt 31-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 172/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leigubilar)

Broytingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd samtykt 30-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-1-0
Upppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af udlændingeloven (Bemyndigelse til at fastsætte integrationsrelevante krav som betingelse for tidsubegrænset opholdstilladelse på Færøerne, hjemmel til delegation af kompetence til at træffe afgørelse om ophold på Færøerne i første instans til færøske myndigheder og ændring af klageadgang i sådanne sager til Udlændingenævnet)

Uppskotið samtykt 24-2-6
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Loyvisviðurskifti, miðsavnan, søla, netvirksemi og ravmagnsmarknaður)

Uppskotið fall 2-2-27
Málið avgreitt

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 85/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringer af lov om dansk indfødsret (Dupultan ríkisborgararætt o.a.) og at kunngera § 30 í lov nr. 542 frá 24. juni 2005 og § 6 í lov nr. 647 frá 12. juni 2013

Broytingaruppskot frá minnilutanum í Rættarnevndini fall 10-0-22
Uppskotið samtykt 22-0-9
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 108/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Brotsverk ímóti almennum myndugleikum o.a., brotsverk ímóti almennum friði og skilhaldi, brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a., følsk frágreiðing og følsk ákæra, brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum og skjalafalsan)

Uppskotið samtykt 33-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leingjan av rættinum til barsilspening við tveimum vikum, harav onnur er markað til pápan)

Broytingaruppskot frá meirilutanum í Rættarnevndini fall 16-0-16
Uppskotið samtykt 32-0-0
Uppskotið fer soleiðs samtykt til 3. viðgerð

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 121/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Útbjóðingin av rakstrinum broytt frá 5 til 7 ár)

Uppskotið samtykt 33-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 117/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um samfelagsfrøði, sang og tónleik, morgunsang, at nýta tveir tímar av kravda tímatalinum í 1.-9. flokki til serlig átøk, skúlasamstarv millum kommunur, skúlasamanlegging og ..)

Broytingaruppskot frá samdari Mentanarnevnd samtykt 33-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 33-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 126/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

Uppskot frá Ingolfi S. Olsen, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 18-0-15

13.    2. viðgerð av tingmáli nr. 95/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019

Uppskotið fall 15-0-15
Málið avgreitt

14.    2. viðgerð av tingmáli nr. 96/2018: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra vegir og tunlar

Uppskotið fall 15-0-15
Málið avgreitt
Tingmálini nr. 95 og 96/2018 vóru viðgjørd undir einum

15.    2. viðgerð av tingmáli nr. 155/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Flyta kvotur yvir um ár)

Broytingaruppskot frá Bill Justinussen, fall 15-0-16
Broytinagruppskot frá meirilutanum í Vinnunevndini fall 15-0-16
Uppskotið fall 15-0-16
Málið avgreitt

16.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at 17 tingmenn hava viðmælt, at Kristina Háfoss, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 176/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019-2
at Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 177/2018: Uppskot til løgtingslóg um royndarverkætlan í Suðuroynni
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 99/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki og løgtingslóg um manning av skipum (Góðkenning av millumtjóðasáttmála ILO 188 – Work in Fishing Convention) og nr.
124/2018: Uppskot til løgtingslóg um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 100/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum (Leigulógin) (Ikki vinnulig útleiga víðkað, Almannaverkið heimild at gera avtalur við útleigarar um ávísingarrætt, leigunevndin heimild at seta til viks greitt órímiliga leigu o.a.) og nr. 101/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Heimild kommununnar at seta á stovn eldraíbúðir víðkað), nr.
133/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað familjuískoyti til familjur við serliga lágum inntøkum og familjuískoyti til kvinnur, sum uppihalda sær á kreppumiðstøð)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 1. mai 2019, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum leggur fram frágreiðing F-8/2018 sambært § 51. stk. 4 í Tingskipanini um uttanríkismál

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 151/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) og løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Strika toll á EL-bilum og ljóðbøkur gerast MVG-fríar)

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 119/2019: Uppskot til løgtingslóg um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 172/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leigubilar)

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 104/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af udlændingeloven (Bemyndigelse til at fastsætte integrationsrelevante krav som betingelse for tidsubegrænset opholdstilladelse på Færøerne, hjemmel til delegation af kompetence til at træffe afgørelse om ophold på Færøerne i første instans til færøske myndigheder og ændring af klageadgang i sådanne sager til Udlændingenævnet)

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 85/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringer af lov om dansk indfødsret (Dupultan ríkisborgararætt o.a.) og at kunngera § 30 í lov nr. 542 frá 24. juni 2005 og § 6 í lov nr. 647 frá 12. juni 2013

7.       3. viðgerð av tingmáli nr. 108/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Brotsverk ímóti almennum myndugleikum o.a., brotsverk ímóti almennum friði og skilhaldi, brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a., følsk frágreiðing og følsk ákæra, brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum og skjalafalsan)

8.       3. viðgerð av tingmáli nr. 98/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leingjan av rættinum til barsilspening við tveimum vikum, harav onnur er markað til pápan)

9.       3. viðgerð av tinmáli nr. 121/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Útbjóðingin av rakstrinum broytt frá 5 til 7 ár)

10.    3. viðgerð av tingmáli nr. 117/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um samfelagsfrøði, sang og tónleik, morgunsang, at nýta tveir tímar av kravda tímatalinum í 1.-9. flokki til serlig átøk, skúlasamstarv millum kommunur, skúlasamanlegging og ..)

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki og løgtingslóg um manning av skipum (Góðkenning av millumtjóðasáttmála ILO 188 – Work in Fishing Convention)

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 100/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum (Leigulógin) (Ikki vinnulig útleiga víðkað, Almannaverkið heimild at gera avtalur við útleigarar um ávísingarrætt, leigunevndin heimild at seta til viks greitt órímiliga leigu o.a.)

13.    2. viðgerð av tingmáli nr. 101/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Heimild kommununnar at seta á stovn eldraíbúðir víðkað)

14.    2. viðgerð av tingmáli nr. 124/2018: Uppskot til løgtingslóg um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

15.    2. viðgerð av tingmáli nr. 133/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað familjuískoyti til familjur við serliga lágum inntøkum og familjuískoyti til kvinnur, sum uppihalda sær á kreppumiðstøð)

16.    1. viðgerð av tingmáli nr. 177/2018: Uppskot til løgtingslóg um royndarverkætlan í Suðuroynni

17.    1. viðgerð av tingmáli nr. 176/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019-2
Tingmálini nr. 176 og 177/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

18.    Framløga

Fundur lokin kl. 20.55

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

 

 

 

Uppskotssetari:
Bill Justinussen og Jákup Mikkelsen, løgtingsmenn