Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 Løgtingsins gerðabók
BI/sm

 

37.  fundur 

 

Ár 2018, fríggjadagin, 7. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 1/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð (Tunlar norður um Fjall)

Uppskotið fall 14-0-15
Málið avgreitt

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um gildistíð fyri koyrikort til tey eldru)

Broytingaruppskot frá samdari Rættarnevnd samtykt 26-0-2
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Ókeypis læknaváttan)

Uppskotið fall 2-0-26
Málið avgreitt

Tingmálini nr. 5 og 6/2018 vóru viðgjørd undir einum

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið og løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur.

Uppskot frá Edmundi Joensen, um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-14
Uppskotið fall 9-1-16
Málið avgreitt

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 74/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

Uppskotið fall 12-0-14
Málið avgreitt

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2018: Uppskot til samtyktar um barnaansingargjald

Uppskotið fall 13-0-16
Málið avgreitt

8.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
62/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanleggin o.a. (Endurskoðan)
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 17/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka


Tikið av skrá:
2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika uppboðssølu av rættindum á Flemish Cap)
2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Avtaka uppboðssølu av fiskirættindum)
2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Tillagan av tøkugjaldi)
2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinslóg um fyrisiting av sjófeingi (Longd gildistíð á rættindum)

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 10. desember 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 60/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 56/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat stuðulsveiting og lønarískoyti)

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 57/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat dagpeningaveitingini)

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 58/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om offentlig forsorg (Forsorgarlógin) (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat forsorgarveiting)

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 71/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)

7.       3. viðgerð av tingmáli nr. 77/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Tøknilig rætting viðvíkjandi innseting av skjali, umsitingarlig heimild at umsita stigvaksandi skatt og undantak fyri inntøku úr Grønlandi)

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2018: Uppskot til samtyktar um, at allir miðnámsskúlanæmingar fáa lestrarstuðul

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanleggin o.a. (Endurskoðan)

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika uppboðssølu av rættindum á Flemish Cap)

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Avtaka uppboðssølu av fiskirættindum)

13.    2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Tillagan av tøkugjaldi)

14.    2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinslóg um fyrisiting av sjófeingi (Longd gildistíð á rættindum)

15.    2. viðgerð av tingmáli nr. 17/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

16.    Framløga

 

 

Fundur lokin kl.  16.10

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Bárður á Steig Nielsen, Kaj Leo Holm Johannesen, Edmund Joensen og Helgi Abrahamsen vegna Sambandsflokkin