Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

55. fundur 

 

Ár 2019, mikudagin, 6. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Kristin Michelsen og Jákup Mikkelsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 75/2018: Uppskot til samtyktar um sundurskiljing av netinum hjá SEV soleiðis, at netparturin verður ein sjálvstøðug eind

Broytingaruppskot frá samdari Vinnunevnd samtykt 27-0-1
Málið avgreitt

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðarbygging

Uppskotið fall 12-0-14
Málið avgreitt

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2018: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra vegir og tunlar

Tingmálini nr. 95 og 96/2018 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019-2

Málið beint í Fíggjarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki og løgtingslóg um manning av skipum (Góðkenning av millumtjóðasáttmála ILO 188 – Work in Fishing Convention)

Málið varð beint í Vinnunevndina

7.       Framløga
Formaðurin fráboðaði skrivligum fyrispurningi nr. S-11/2018
til Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, frá løgtingsmonnunum, Bill Justinussen og Jenis av Rana, viðvíkjandi luttøku føroyinga á 75 ára hátíðarhaldi í Keypmannahavn fyri, at danir og eisini føroyingar bjargaðu túsundtals jødum yvir til Svøríkis undir seinna heimsbardaga.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 7. mars 2019, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-11/2018 til Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, frá løgtingsmonnunum, Bill Justinussen og Jenis av Rana, viðvíkjandi luttøku føroyinga á 75 ára hátíðarhaldi í Keypmannahavn fyri, at danir og eisini føroyingar bjargaðu túsundtals jødum yvir til Svøríkis undir seinna heimsbardaga.

2.       Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum leggur fram frágreiðing F-5/2018 sambært § 51. stk. 4 í Tingskipanini um samferðsluætlan

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 100/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum (Leigulógin) (Ikki vinnulig útleiga víðkað, Almannaverkið heimild at gera avtalur við útleigarar um ávísingarrætt, leigunevndin heimild at seta til viks greitt órímiliga leigu o.a.)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 101/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Heimild kommununnar at seta á stovn eldraíbúðir víðkað)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 102/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at útskriva lánsbrøv og til at útvega lutaíbúðir)
Tingmálini nr. 100, 101 og 102/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Trivnaðarnevndina og Fíggjarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leingjan av rættinum til barsilspening við tveimum vikum, harav onnur er markað til pápan)
Málið verður beint í Rættarnevndina

7.       Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-9/2019 til Sirið Stenberg, landsstýrismann í heilsu- og innlendismálum, frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilboði frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv og at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum

8.       Framløga

Fundur lokin kl. 17.35

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Bárður S. Nielsen, Edmund Joensen, Kaj Leo Holm Johannesen og Helgi Abrahamsen vegna Sambandsflokkin