Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

78. fundur 

 

Ár 2018, fríggjadagin, 3 mai, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Farloyvi:
Skriv frá Katrini Kallsberg, dagfest 3. mai 2019 har biðið verður um farloyvi frá 3. mai til og við 9. mai 2019, og at næsti maður á lista Tjóðveldis tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti maður á lista Tjóðveldis er Petur Háberg
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Petur Háberg tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

1.       Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 126/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

Broytingaruppskot frá meirilutanum í Vinnunevndini samtykt 15-0-14
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 132/2018: Uppskot til løgtingslóg um Virkisskrá

Uppskotið samtykt 29-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 160/2018: Uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika

Uppskotið samtykt 28-1-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Tingmálini nr. 132 og 160/2018 vórðu viðgjørd undir einum

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 170/2018: Uppskot til samtyktar um at seta donsku royndarskipanina við cannabisheilivági í gildi í Føroyum

Broytingaruppskot frá einum minniluta (Katrin Kallsberg, Sonja Jógvansdóttir og Óluva Klettskarð) fall 7-9-17
Uppskotið samtykt
Málið avgreitt

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2018: Uppskot til samtyktar um menningarætlan fyri endurmenning (rehabilitering) í Føroyum

Broytingaruppskot frá samdari Trivnaðarnevnd samtykt 32-0-0
Málið avgreitt

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 154/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin) (Ábyrgd fyri útvegan av loðsing)

Uppskotið samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

7.       2. viðgerð av tingmáli nr.159/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019

Broytingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd samtykt 32-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 32-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 162/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019-2

Broytingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd samtykt 33-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 33-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

9.       2.viðgerð av tingmáli nr. 165/2018: Uppskot til samtyktar um jarðhita og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta heita vatnið í føroysku undirgrundini til upphiting av sethúsum

Uppskotið samtykt 33-0-0
Málið avgreitt

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp

Uppskotið samtykt  32-0-0
Málið avgreitt

Fundur niðurlagdur kl. 12.10
Fundur uppafturtikin kl. 13.12

 

11.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevdin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
141/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja  húsarhaldsskúla í Klaksvík, nr. 120/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan, 175/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019 og 178/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019-3

 

Formaðurin las skriv frá Bjarna Hammer, Jákupi Mikkelsen, Bill Justinussen, Henriki Old, Jacobi Vestergaard og Jógvani Skorheim, har heitt varð á Løgtingið um at geva frávik sbrt. § 85 í Tingskipanini frá øllum tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum, ið eftir eru í løgtingsmálunum
nr. 126/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

nr. 132/2018: Uppskot til løgtingslóg um Virkisskrá

nr. 160/2018: Uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika

nr. 154/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin) (Ábyrgd fyri útvegan av loðsing)

nr. 159/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019

nr. 162/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019-2

nr. 141/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja  húsarhaldsskúla í Klaksvík

nr. 175/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019

nr. 120/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan


Samtykt 33-0-0

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 3. mai 2019, kl.14 .00, við hesi dags­skrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 132/2018: Uppskot til løgtingslóg um Virkisskrá

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 160/2018: Uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 154/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin) (Ábyrgd fyri útvegan av loðsing)

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 159/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 162/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019-2

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 141/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja  húsarhaldsskúla í Klaksvík

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 120/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 178/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019-3

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 175/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019

10.    Framløga

Fundur lokin kl. 13.19

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Bárður S. Nielsen, Edmund Joensen, Kaj Leo Holm Johannesen og Helgi Abrahamsen,vegna Sambandsflokkin