Gerðabók
BI/sm
60. fundur
Ár 2019, mikudagin, 13. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.
Landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 113/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Reglur um sjóuppmerking o.a.)
2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum sjóuppmerking og vitaverk)
3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 123/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum sjórættur)
Tingmálini nr. 113, 114 og 123/2018 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Uttanlandsnevndina
4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 137/2018: Løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni (Náttúrumargfeldislógin)
5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 138/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Avtøka av friðingarnevndum o.a.)
6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 139/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd (Heimild at leggja kærumyndugleikan til ávísa kærunevnd)
7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 140/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum (Kærumyndugleikin sambært náttúrumargfeldislógini, náttúrufriðingarlógini, umhvørvisverndarlógini og havumhvørvisverndarlógini lagdur til Kærunevndina í lendismálum, sum skiftir navn til Kærunevndin í náttúru-, umhvørvis- og lendismálum)
Tingmálini nr. 137, 138, 139 og 140/2018 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Rættarnevndina
8. Framløga
Formaðurin fráboðaði skrivligum fyrispurningum nr. S-12/2019 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jógvani Skorheim, løgtingsmanni viðvíkjandi, hvussu leingið skal Føroyabanki vera stongdur fyri línu- og snellu bátum og nr. S-13/2018 til Honnu Jensen, landsstýrismann, frá Jógvani Skorheim, løgtingsmanni, viðvíkjandi, hvør hevur ábyrgdina av heimaundirvísing
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 14. mars 2019, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:
1. Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-12/2019 Til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jógvani Skorheim, løgtingsmanni viðvíkjandi, hvussu leingi skal Føroyabanki vera stongdur fyri línu- og snellu bátum
2. Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-13/2018 til Honnu Jensen, landsstýrismann, frá Jógvani Skorheim, løgtingsmanni, viðvíkjandi, hvør hevur ábyrgdina av heimaundirvísing
3. Val av § 25 nevnd at viðgera tingmálini nr. 110/2018: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna og 111/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. (Samsýningar og eftirløn løgtingsmanna v.m.)
4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 124/2018: Uppskot til løgtingslóg um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum
Málið verður beint í Vinnunevndina
5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 146/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), løgtingslóg um broyting í løgtingslóg í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og ll.. (Striking av handahavapartabrøvum og tøkniligar rættingar)
6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 147/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), an.. (Skráseting av veruligir eigarar o.a.)
Tingmálini nr. 146 og 147/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Vinnunevndina
7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 121/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Útbjóðingin av rakstrinum broytt frá 5 til 7 ár)
Málið verður beint í Rættarnevndina
8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 142/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fjøruveg í Runavík
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 143/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan innkomuveg til Tórshavn
Tingmálini nr. 142 og 143/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina
10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 153/2018: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum
Málið verður beint í Rættarnevndina
11. Framløga
Fundur lokin kl. 16.01
Páll á Reynatúgvu
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari