Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

2.       fundur 

 

Ár 2019, hósdagin 1. august, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir, Kaj Leo Holm Johannesen, Kristin Michelsen, Bjarni Hammer og Magni Laksáfoss og vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Edmundi Joensen, dagfest 31. juli 2019 har biðið verður um farloyvi frá 1. til og við 7. august 2019, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins tekur sæti.
Næsti maður á lista Sambandsfloksins er Helgi Abrahamsen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Helgi Abrahamsen tekur sæti á tingi.


Til viðgerðar: 

 

1.      Umrøða av frágreiðing løgmans 2019

Fundur niðurlagdur kl. 12.18
Fundur uppafturtikin kl. 13.04
Fundur niðurlagdur kl. 18.58
Fundur uppafturtikin 2. august kl. 9.30
Fundur niðurlagdur kl. 13.06
Fundur uppafturtikin kl. 13.27

2.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Høgni Hoydal landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 3/2019: Uppkot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Stilling av fiskidagatalinum í bólki 5)

at løgtingsmenninir Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Jákup Mikkelsen, Joen Magnus Rasmussen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdótur og Jógvan á Lakjuni hava lagt fram tingmál nr. 1/2019: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Fleiri fiskidagar til bólk 5)

 


Frávik:
Formaðurin las skriv frá Kristionnu Winther Poulsen, Jørgeni Niclasen, Bárði á Steig Nielsen, Jónleifi Johannesen, Annitu á Fríðriksmørk og Jenisi av Rana um at víkja frá øllum tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum, sambært § 85 í Tingskipanini

Samtykt 20-0-2

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 2. august 2019, kl. 17.15, við hesi dags­skrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 1/2019: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Fleiri fiskidagar til bólk 5)

2.       1.  viðgerð a tingmáli nr. 3/2019: Uppkot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Stilling av fiskidagatalinum í bólki 5)

3.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 16.50

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal