Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

73. fundur 

Ár 2020, fríggjadagin 1. mai, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

 

1.       Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-2/2019 til løgmann, Bárð á Steig Nielsen, frá Sirið Stenberg, løgtingsmanni, viðvíkandi viðurskiftunum í Mjørkadali

Málið avgreitt

2.       Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-3/2019 til løgmann, Bárð á Steig Nielsen, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi inngjaldi til Heilsutrygd


Málið avgreitt

3.       Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-4/2019 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi grótkasti, brimverju og innsigling í Skopun

Málið avgreitt

 

4.       Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-5/2019 til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, viðvíkjandi miðsavnan av sjúkrahúsunum


Málið avgreitt

5.       Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-6/2019 til Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum, frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi at verja børnini ímóti pornografi á internetinum

Málið avgreitt

6.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 139/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi)
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
23/2019: Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk, nr. 63/2019: Uppskot til samtyktar um at gera broytingar í dagpeningaskipanini, nr. 65/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Pensjónistar varðveita dagpening) og nr. 66/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Langtíðarsjúk rætt til at vera í dagpeningaskipanini longur enn 40 vikur)
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 137/2019: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2020 og 2021

at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
136/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Heimild til at víkja frá, at svartkjaftur verður settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 15, stk. 1, nr. 1)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, mánadagin 4. mai 2020, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 137/2019: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2020 og 2021

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 136/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Heimild til at víkja frá, at svartkjaftur verður settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 15, stk. 1, nr. 1)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 139/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi)

4.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 15.05

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

 

Uppskotssetari:
Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Beinta Løwe Jacoben, Kristina Háfoss og Høgni Hoydal,løgtingsmenn