Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

77. fundur 

Ár 2020, mikudagin 13. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 139/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0
Málið avgreitt

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2019: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur

Broytingaruppskot frá minnilutanum fall 9-0-13
Broytingaruppskot frá samdari nevnd samtykt 22-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-0-0
Uppskotð fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur)

Uppskotið samtykt 22-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum)

Broytingaruppskot frá samdari nevnd samtykt 22-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 82/2019: Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)

Uppskotið samtykt 22-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)

Uppskotið samtykt 22-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (Heilivágsskráin, undantikin kunngering í Kunngerðablaðnum og danski tvíteksturin strikaður)

Uppskotið samtykt 23-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2019:  Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk

Uppskotið fall 10-0-14
Málið avgreitt

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Pensjónistar varðveita dagpening)

Uppskotið fall 4-2-17
Málið avgreitt

10.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini nr. 140/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avmarkað skattskylda við avhendan av partabrøvum o.a.) og nr. 141/2019: Uppskot til løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum
at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr.
142/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Vinnuligar royndir og verkætlanir, endalig avhending av rættindum, samanlegging av bólkunum 4 A og 4 B, tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

Formaðurin setti næsta fund at verða, hósdagin 14. mai 2020, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 95/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyting í WLTP avgjaldssatsunum fyri stórar vørubilar)

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Lov om Vivisektioner, Lov om Ødelæggelse af Ravnens Yngel paa Færøerne og Lov om Hesteavlens fremme på Færøerne

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2019: Uppskot til samtyktar um at gera broytingar í dagpeningaskipanini

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Langtíðarsjúk rætt til at vera í dagpeningaskipanini longur enn 40 vikur)

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2019: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni (Náttúrumargfeldislógin)

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum (Kærumyndugleikin sambært náttúrumargfeldislógini, náttúrufriðingarlógini, umhvørvisverndarlógini og havumhvørvisverndarlógini lagdur til Kærunevndina í lendismálum, sum skiftir navn til Kærunevndin í náttúru-, umhvørvis- og lendismálum)

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 56/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd (Heimild at leggja kærumyndugleikan til ávísa kærunevnd)

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Avtøka av friðingarnevndum o.a.)
Tingmálini nr. 28, 55, 56 og 57/2019 verða viðgjørd undir einum

9.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 18.20

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Beinta Løwe Jacoben, Kristina Háfoss og Høgni Hoydal,løgtingsmenn