Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

78. fundur 

Ár 2020, hósdagin 13. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 95/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyting í WLTP avgjaldssatsunum fyri stórar vørubilar)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0
Málið avgreitt

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Lov om Vivisektioner, Lov om Ødelæggelse af Ravnens Yngel paa Færøerne og Lov om Hesteavlens fremme på Færøerne

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2019: Uppskot til samtyktar um at gera broytingar í dagpeningaskipanini

Uppskotið fall 12-0-15
Málið avgreitt

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Langtíðarsjúk rætt til at vera í dagpeningaskipanini longur enn 40 vikur)

Uppskotið fall 9-2-14
Málið avgreitt

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2019: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni (Náttúrumargfeldislógin)

Uppskotið fall 11-0-16
Málið avgreitt

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum (Kærumyndugleikin sambært náttúrumargfeldislógini, náttúrufriðingarlógini, umhvørvisverndarlógini og havumhvørvisverndarlógini lagdur til Kærunevndina í lendismálum, sum skiftir navn til Kærunevndin í náttúru-, umhvørvis- og lendismálum)

Uppskotið fall 11-0-16
Málið avgreitt

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 56/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd (Heimild at leggja kærumyndugleikan til ávísa kærunevnd)

Uppskotið fall 11-0-16
Málið avgreitt

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Avtøka av friðingarnevndum o.a.)

Uppskotið fall 11-0-16
Málið avgreitt

Tingmálini nr. 28, 55, 56 og 57/2019 verða viðgjørd undir einum

9.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 52/2019: Uppskot til samtyktar um at banna óneyðugum einnýtisplasti og nr. 43/2019: Uppskot til samtyktar um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, fríggjadagin 15. mai 2020, kl. 9.30 við hesi dagsskrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 140/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avmarkað skattskylda við avhendan av partabrøvum o.a.)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 141/2019: Uppskot til løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 142/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Vinnuligar royndir og verkætlanir, endalig avhending av rættindum, samanlegging av bólkunum 4 A og 4 B, tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

4.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 16.45

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg, Ingilín D. Strøm og Jóhannis Joensen, løgtingsmenn