Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 


SM/am

 

75. fundur 

Ár 2020, hósdagin 7. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

75. fundur 

Ár 2020, hósdagin 7. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Formaðurin bar fram minningarorð um Agnar Nielsen, fyrrverandi løgtingsmann, ið andaðist 3. mai 2020, og tingmenn mintust hann í tøgn

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 137/2019: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2020 og 2021

Uppskotið endaliga samtykt 26-1-0
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 136/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Heimild til at víkja frá, at svartkjaftur verður settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 15, stk. 1, nr. 1)

Uppskotið endaliga samtykt 15-11-1
Málið avgreitt

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið (Dagførdur kostnaður, nýggj tøkni, útgerð og prosjektering)

Broytingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd samtykt 27-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð



Fundurin niðurlagdur kl. 15.08
Fundurin uppafturtikin kl. 15.48

 

4.     Framløga
Formaðurin boðaði frá,
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 95/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyting í WLTP avgjaldssatsunum fyri stórar vørubilar),
at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 14/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum lógum vegna nýggja rættargangslóg fyri Føroyar (Broyttar greinatilvísingar í serlógum),
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 58/2019: Uppskot til samtyktar um at javnseta útgjald til menn og kvinnur tá umræður lívrentutryggingar, nr. 59/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Lov om Vivisektioner, Lov om Ødelæggelse af Ravnenes Yngel paa Færøerne og Lov om Hesteavlens fremme på Færøerne, nr. 64/2019: Uppskot til samtyktar um at javnseta kvinnur og menn, tá umræður allar tryggingar og pensjónir í Føroyum, nr. 68/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Javnseta útgjald av lívrentutryggingum til menn og kvinnur) og nr. 139/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi)
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 70/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (Heilivágsskráin, undantikin kunngering í Kunngerðablaðnum og danski tvíteksturin strikaður), nr. 79/2019: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, nr. 80/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur), nr. 81/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum), nr. 82/2019: Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin) og nr. 83/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, týsdagin 12. mai 2020, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið (Dagførdur kostnaður, nýggj tøkni, útgerð og prosjektering)

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 95/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyting í WLTP avgjaldssatsunum fyri stórar vørubilar)

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 139/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi)

4.      Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 15.50

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari

 

Uppskotssetari:
Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmenn