Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

82. fundur 

Ár 2020, týsdagin 26. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 47/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Heimavirki)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 15-0-12
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 48/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja umsóknarfreistina fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum lógum vegna nýggja rættargangslóg fyri Føroyar (Broyttar greinatilvísingar í serlógum)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-3-0
Málið avgreitt

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 96/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) og løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. (Rætting viðvíkjandi eftirløn uttanfyri Eftirlønarlógina, strikað prísjavning av upphæddum og ymiskar nágreiningar)

Broytingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd samtykt 26-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2019: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum

Uppskotið samtykt 24-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af forvaltningsloven m.v.

Uppskotið samtykt 18-2-3
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2019: Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti

Uppskotið samtykt 23-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúla (Forskúli, serligur tørvur, grundarlagið undir stuðulsveitingini, skrivstovuhald og málsligar rættingar)

Uppskotið samtykt 12-0-10
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

9.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at, Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 119/2019: Uppskot til samtyktar um fjarstørv kring landið og nr. 122/2019: Uppskot til samtyktar um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali verða nøktandi og á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum annars
at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 90/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til gransking, menning og nýskipan
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
98/2019: Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri námsfrøðingar við serkunnleika á dagstovnaøkinum og við serkunnleika í sernámsfrøði
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
71/2019: Uppskot til samtyktar um at tryggja, at negativ renta ikki kann leggjast á lønarkontur og pensjónskontur

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, mikudagin 27. mai 2020, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 70/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (Heilivágsskráin, undantikin kunngering í Kunngerðablaðnum og danski tvíteksturin strikaður)

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 59/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Lov om Vivisektioner, Lov om Ødelæggelse af Ravnens Yngel paa Færøerne og Lov om Hesteavlens fremme på Færøerne

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2019: Uppskot til samtyktar um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum eitt nú vegna aldur

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 114/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-2

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 115/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-3

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2019: Uppskot til samtyktar um at banna óneyðugum einnýtisplasti

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2019: Uppskot til samtyktar um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 108/2019: Uppskot til samtyktar um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum

9.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 18.25

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari