Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

87. fundur                                                    

Ár 2020, hósdagin 4. juni, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 72/2019: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra KT-Skipanina hjá Apoteksverkinum

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 51/2019: Uppskot til løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (Dátuverndarlógin)

Uppskot frá Høgna Hoydal, um at beina málið aftur í nevnd fall 8-0-23
Broytingaruppskot frá Tjóðveldi fall 6-8-17
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-8
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 74/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-8
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 75/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET) (PET-loven)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-7
Málið avgreitt

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 138/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin) (Víðkan av tonsaskattaskipanini til at fevna um eina røð av serskipum o.a.)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 93/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Loyva peningastovnum at velja millum ymiskar undirskriftarloysnir

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 14-0-12
Málið avgreitt

7.       3. viðgerð av tingmáli nr. 90/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til gransking, menning og nýskipan

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-1-1
Málið avgreitt

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýris­skipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti)

Uppskotið fall 11-0-13
Málið avgreitt

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 122/2019: Uppskot til samtyktar um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali verða nøktandi og á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum annars

Broytingaruppskot frá samdari Rættarnevnd samtykt 26-0-0
Málið avgreitt

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 117/2019: Uppskot til samtyktar um menning av føroyskari filmsvinnu

Uppskotið fall 11-0-13
Málið avgreitt

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 120/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Heimild at loyva ávísum matstovum og fyritøkum at innflyta borðvín og heimild til bryggjarí at selja beinleiðis til proviantering og tollfríar sølubúðir)

Broytingaruppskot frá einum minniluta í Vinnunevndini samtykt 19-1-6
Uppskotið fall 2-2-22
Málið avgreitt

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at hesi lógaruppskotið vera tikin aftur, nr.
73/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (Ajourføre sagsbehandlingsregler og borgernes rettigheder m.m.), nr. 77/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Hækkan av arbeiðsloysisstuðli og eftirløn av arbeiðsloysisstuðli), nr. 78/2019: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin), nr. 94/2019: Uppskot til løgtingslóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin), nr. 91/2019: Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Noregs Kongsríkis hinumegin, nr. 92/2019: Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Íslands hinumegin, nr. 85/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Bensinstøðir fáa talgilda atgongd til upplýsingar úr akfarsskránni), nr. 86/2019: Uppskot til løgtingslóg um vakmyndatól í undirsjóvartunlunum og um rætt hjá tunnilsfeløgunum at fáa elektroniskar stakupplýsingar úr akfarsskránni hjá Akstovuni, nr. 87/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttarøki), nr. 100/2019: Uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna, nr. 103/2019: Uppskot til samtyktar um at skipa felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur, nr. 104/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung (Hækka aldurin upp til 18 ár), nr. 110/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (At taka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan undir føroyskt ræði), nr. 111/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Skeið í fyrstuhjálp), nr. 106/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Eftirløn løgd afturat fyritíðarpensjón), nr. 107/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020, nr. 113/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um málráð (Styrkja støðuna hjá føroyska málinum við samskipara), nr. 116/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-4 og nr. 105/2019: Uppskot til samtyktar um at geva persónum við bústaði og arbeiði á útoyggj ein serligan skattafrádrátt. Uppá fyrispurning frá formanninum sambært § 55, stk. 3, tók ongin uppskotini uppaftur.

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður lýstur á vanligan hátt

 

 

Fundur lokin kl. 20.50

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana