Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

69. fundur 

Ár 2020, hósdagin 23. apríl, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2019: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Loyva peningastovnum at velja millum ymiskar undirskriftarloysnir

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyting í WLTP avgjaldssatsunum fyri stórar vørubilar)

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) og løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. (Rætting viðvíkjandi eftirløn uttanfyri Eftirlønarlógina, strikað prísjavning av upphæddum og ymiskar nágreiningar)

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-2

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 115/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-3

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmálinr. 130/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Afturbering av lønarútreiðslum hjá altjóða flogvinnuni)

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2019: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra KT-Skipanina hjá Apoteksverkinum

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

9.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
44/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nýtíðargera Landssjúkrahúsið

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, fríggjadagin 24. apríl 2020, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2019: Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti
Málið verður beint í Mentanarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúla (Forskúli, serligur tørvur, grundarlagið undir stuðulsveitingini, skrivstovuhald og málsligar rættingar)
Málið verður beint í Mentanarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til gransking, menning og nýskipan
Málið verður beint í Mentanarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 112/2019: Uppskot til samtyktar um at styrkja støðuna hjá føroyskum í Føroyum
Málið verður beint í Mentanarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Heimild at loyva ávísum matstovum og fyritøkum at innflyta borðvín og heimild til bryggjarí at selja beinleiðis til proviantering og tollfríar sølubúðir)
Málið verður beint í Vinnunevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 121/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
Málið verður beint í Vinnunevndina

7.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl.  15.32

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Høgni Hoydal Beinta Løwe Jacobsen vegna Tjóðveldi