Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

83. fundur 

Ár 2020, mikudagin 27. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 70/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (Heilivágsskráin, undantikin kunngering í Kunngerðablaðnum og danski tvíteksturin strikaður)      

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 59/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Lov om Vivisektioner, Lov om Ødelæggelse af Ravnens Yngel paa Færøerne og Lov om Hesteavlens fremme på Færøerne

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0
Málið avgreitt
 

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2019: Uppskot til samtyktar um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum eitt nú vegna aldur

Broytingaruppskot frá minnilutanum fall 12-1-13
Uppskotið fall 13-0-15
Málið avgreitt

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2019: Uppskot til samtyktar um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna

Uppskotið fall 11-0-14
Málið avgreitt

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 114/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-2

Uppskotið fall 11-0-12
Málið avgreitt

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 115/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-3

Uppskotið fall 8-0-13
Málið avgreitt

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2019: Uppskot til samtyktar um at banna óneyðugum einnýtisplasti

Uppskotið fall 8-0-10
Málið avgreitt

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 108/2019: Uppskot til samtyktar um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum

Atkvøðugreiðslan útsett

9.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 112/2019: Uppskot til samtyktar um at styrkja støðuna hjá føroyskum í Føroyum
at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 51/2019: Uppskot til løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (Dátuverndarlógin) og 61/2019: Uppskot til samtyktar um at føroyska málið skal vera rættarmál burturav
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 109/2019: Uppskot til samtyktar um at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum, nr.
121/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) og nr. 69/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)

Formaðurin setti næsta fund at verða, hósdagin 28. mai 2020, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

1.       Atkvøðugreiðsla í løgtingsmáli nr. 108/2019: Uppskot til samtyktar um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 96/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) og løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. (Rætting viðvíkjandi eftirløn uttanfyri Eftirlønarlógina, strikað prísjavning av upphæddum og ymiskar nágreiningar)

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 89/2019: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 76/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af forvaltningsloven m.v.

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 84/2019: Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúla (Forskúli, serligur tørvur, grundarlagið undir stuðulsveitingini, skrivstovuhald og málsligar rættingar)

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 101/2019: Uppskot til samtyktar um at fremja lóggávu, ið forðar fyri, at útlendingar kunnu keypa jørð og bústaðir í Føroyum.

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 53/2019: Uppskot til samtyktar um at løgtingslóg um innlit í fyrisitingina skal galda fyri almenn partafeløg

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 71/2019: Uppskot til samtyktar um at tryggja, at negativ renta ikki kann leggjast á lønarkontur og pensjónskontur

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2019: Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri námsfrøðingar við serkunnleika á dagstovnaøkinum og við serkunnleika í sernámsfrøði

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2019: Uppskot til samtyktar um at dagføra lóg um starvsmenn

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 119/2019: Uppskot til samtyktar um fjarstørv kring landið

13.    Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 19.56

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Høgni Hoydal Beinta Løwe Jacobsen vegna Tjóðveldi