Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

54. fundur 

Ár 2020, fríggjadagin 6. mars, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

 

Johan Dahl, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Jenis av Rana og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin las skriv frá Poul Michelsen, har hann boðar frá, at hann vegna persónligar umstøður sigur tingsessin frá sær. Poul Michelsen boðaði samstundis frá, at Ruth Vang er vald til formann fyri Framsókn

Til viðgerðar:

 

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-4/2019 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi grótkasti, brimverju og innsigling í Skopun

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-5/2019 til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, viðvíkjandi miðsavnan av sjúkrahúsunum

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

3.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-6/2019 til Helga Abrahamsen, landsstýrismann i umhvørvis- og vinnumálum, frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi at verja børnini ímóti pornografi á internetinum

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

4.       Val av § 25 nevnd at viðgera tingmál nr. 62/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýris­skipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti)

Vald vóru:
Jógvan á Lakjuni
Ingilín Didriksen Strøm
Frimodt Rasmussen
Hervør Pálsdóttir
Bill Justinussen
Bjarni Kárason Petersen
Kristin Michelsen

Varalimir:
Christian Andreasen
Aksel Vilhelmson Johannesen
Erhard Joensen
Høgni Hoydal
Steffan Klein Poulsen
Poul Michelsen
Magnus Rasmussen


5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 45/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Broytt minstamark fyri skrásetingarskyldu o.a.)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om børns retsstilling (Váttan av faðirskapi)

Broytingaruppskot frá Una Rasmussen, Sirið Stenbeg, Rósu Samuelsen, Erhardi Joensen, Akseli Vilhelmsyni Johannesen, Hervør Pálsdóttir og Jóhan Eli Poulsen samtykt 31-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

7.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
løgmaður hevur lagt fram tingmálini

nr. 74/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven),
nr. 75/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET) (PET-loven) og
nr. 76/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af forvaltningsloven m.v.

at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fram tingmálini
nr. 85/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Bensinstøðir fáa talgilda atgongd til upplýsingar úr akfarsskránni),
nr. 86/2019: Uppskot til løgtingslóg um vakmyndatól í undirsjóvartunlunum og um rætt hjá tunnilsfeløgunum at fáa elektroniskar stakupplýsingar úr akfarsskránni hjá Akstovuni,
nr. 87/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttarøki),
nr. 93/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Loyva peningastovnum at velja millum ymiskar undirskriftarloysnir,
nr. 95/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyting í WLTP avgjaldssatsunum fyri stórar vørubilar),
nr. 96/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) og
nr. 97/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðaríverksemi (Tonsaskattalógin) (Víðkan av tonsaskattaskipanini til at fevna um eina røð av serskipum o.a.)

at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevur lagt fram tingmálini
nr. 77/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Hækkan av arbeiðsloysisstuðli og eftirløn av arbeiðsloysisstuðli),
nr. 78/2019: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin) og
nr. 94/2019: Uppskot til løgtingslóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin)

at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum hevur lagt fram tingmálini
nr. 70/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (Heilivágsskráin, undantikin kunngering í Kunngerðablaðnum og danski tvíteksturin strikaður),
nr. 72/2019: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra KT-Skipanina hjá Apoteksverkinum og
nr. 73/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (Ajourføre sagsbehandlingsregler og borgernes rettigheder m.m.)
at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum, hevur lagt fram tingmálini
nr. 79/2019: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
nr. 80/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur),
nr. 81/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum),
nr. 82/2019: Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin),
nr. 83/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin) og
nr. 89/2019: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum

at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur lagt fram tingmálini
nr. 84/2019: Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti,
nr. 88/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúla (Forskúli, serligur tørvur, grundarlagið undir stuðulsveitingini, skrivstovuhald og málsligar rættingar),
nr. 90/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til gransking, menning og nýskipan,

nr. 91/2019: Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Noregs Kongsríkis hinumegin og
nr. 92/2019: Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Íslands hinumegin

at løgtingsmenninir Sirið Stenberg, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Kristina Háfoss, Beinta Løwe Jacobsen og Hervør Pálsdóttir, vegna Tjóðveldi hava lagt fram tingmálini,
nr. 71/2019: Uppskot til samtyktar um at tryggja, at negativ renta ikki kann leggjast á lønarkontur og pensjónskontur,
nr. 101/2019: Uppskot til samtyktar um at fremja lóggávu, ið forðar fyri, at útlendingar kunnu keypa jørð og bústaðir í Føroyum,
nr. 110/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (At taka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan undir føroyskt ræði),
nr.
111/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Skeið í fyrstuhjálp),
nr. 114/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-2 og
nr. 119/2019: Uppskot til samtyktar um fjarstørv kring landið

at løgtingsmenninir Aksel V. Johannesen, Ingilín Didriksen Strøm, Henrik Old, Heðin Mortensen, Bjarni Hammer, Djóni Nolseø Joensen og Jóannis Joensen, vegna Javnaðarflokkin hava lagt fram tingmálini
nr. 69/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin),
nr.
99/2019: Uppskot til samtyktar um at dagføra lóg um starvsmenn og
nr. 100/2019: Uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna

at løgtingsmenninir Poul Michelsen og Bjarni Kárason Petersen, vegna Framsókn, hava lagt fram tingmálini
nr. 112/2019: Uppskot til samtyktar um at styrkja støðuna hjá føroyskum í Føroyum,
nr. 113/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um málráð (Styrkja støðuna hjá føroyska málinum við samskipara),
nr. 116/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-4 og
nr. 120/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Heimild at loyva ávísum matstovum og fyritøkum at innflyta borðvín og heimild til bryggjarí at selja beinleiðis til proviantering og tollfríar sølubúðir)

at løgtingsmenninir Kristina Háfoss, vegna Tjóðveldi og Heðin Mortensen, vegna Javnaðarflokkin, hava lagt fram tingmál
nr. 102/2019: Uppskot til samtyktar um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum eitt nú vegna aldur

at løgtingsmenninir Ingilín Didriksen Strøm og Bjarni Hammer, vegna Javnaðarflokkin, hava lagt fram tingmál
nr. 103/2019: Uppskot til samtyktar um at skipa felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur

at Sirið Stenberg, vegna Tjóðveldi, hevur lagt fram tingmál
nr. 98/2019: Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri námsfrøðingar við serkunnleika á dagstovnaøkinum og við serkunnleika í sernámsfrøði

at løgtingsmenninir Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir, vegna Tjóðveldi, hava lagt fram tingmál
nr. 104/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung (Hækka aldurin upp til 18 ár)

at Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál
nr. 105/2019: Uppskot til samtyktar um at geva persónum við bústaði og arbeiði á útoyggj ein serligan skattafrádrátt

at løgtingsmenninir Kristina Háfoss, vegna Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen, vegna Javnaðarflokkin og Poul Michelsen, vegna Framsókn, hava lagt fram tingmálini
nr. 106/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Eftirløn løgd afturat fyritíðarpensjón) og
nr. 107/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020

at løgtingsmenninir Høgni Hoydal og Bjørt Samuelsen, hava lagt fram tingmál

nr. 109/2019: Uppskot til samtyktar um at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum

at løgtingsmenninir Høgni Hoydal og Beinta Løwe Jacobsen, hava lagt fram tingmál
nr. 115/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-3

at Hervør Pálsdóttir, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál
nr. 108/2019: Uppskot til samtyktar um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum

at Bjørt Samulsen, vegna Tjóðveldi hevur lagt fram tingmálini
nr. 117/2019: Uppskot til samtyktar um menning av føroyskari filmsvinnu og
nr.
121/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)

at Henrik Old, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál
nr. 118/2019: Uppskot til samtyktar um frágreiðing um ætlaðu royndirnar og útlitini fyri varandi vinnuligum fiskiskapi eftir reyðæti í føroyskum sjógvi

at løgtingsmenninir Djóni Nolsøe Joensen og Rósa Samuelsen, hava lagt fram tingmál
nr. 122/2019: Uppskot til samtyktar um at kanna og taka neyðug stig til at umstøðurnar í varhaldinum verða nøktandi og á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum

at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 28/2019: Løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni (Náttúrumargfeldislógin), nr. 55/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum (Kærumyndugleikin sambært náttúrumargfeldislógini, náttúrufriðingarlógini, umhvørvisverndarlógini og havumhvørvisverndarlógini lagdur til Kærunevndina í lendismálum, sum skiftir navn til Kærunevndin í náttúru-, umhvørvis- og lendismálum), nr. 56/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd (Heimild at leggja kærumyndugleikan til ávísa kærunevnd) og nr. 57/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Avtøka av friðingarnevndum o.a.) og
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 47/2019:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Heimavirki)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 11. mars 2020, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 60/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om børns retsstilling (Váttan av faðirskapi)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven)
Málið verður beint í Rættarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET) (PET-loven)
Málið verður beint í Rættarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af forvaltningsloven m.v.
Málið verður beint í Rættarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2019: Uppskot til samtyktar um at javnseta kvinnur og menn, tá umrøður allar tryggingar og pensjónir í Føroyum
Málið verður beint í Vinnunevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Javnseta útgjald av lívrentutryggingum til menn og kvinnur)

Málið verður beint í Vinnunevndina

7.       Framløga

 

 

 

 

Fundur lokin kl. 12.10

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen