Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/td

 

75. fundur 

 

Ár 2017, týsdagin 30. mai kl. 10.00, varð tingfundur settur.
Magni Laksáfoss, løgtingsmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

 

Til viðgerðar:  

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning (Nágreingin í lógarregluni at signa borgarliga stovnað hjúnalag)

Broytingaruppskot nr. 1 fall 15-1-16
Broytingaruppskot nr. 2 fall 10-0-22
Broytingaruppskot nr. 3 fall 8-0-24
Broytingaruppskot nr. 4 fall 8-0-24
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-14
Málið avgreitt

Fundur niðurlagdur kl. 12.00
Fundur uppafturtikin kl. 12.30

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 92/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Broyting av vørunumrum og lækking av tolli)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-10
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 113/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barndaverndarlógin) (Privat samdøgursrøkt o.a.)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-8
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 104/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Atgongd til upplýsingar úr akfarsskránni, hægri aldursmark fyri endurnýggjan av koyrikorti, kravd eftirútbúgving og broyttar frádømingarreglur fyri koyrilærarar og dagføring av sektarupphæddum)

Broytingaruppskot frá Kristin Michelsen, Ingolf S. Olsen, Ruth Vang, Sonju J. Jógvansdóttir, Magnus Rasmussen og Edmund Joensen  samtykt 31-0-0
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt, endaliga samtykt
31-0-0
Málið avgreitt

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 100/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjarti og botnfiski í Barentshavinum í 2017 (Strika krav um veiðiloyvi)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-14
Málið avgreitt

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 122/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (mvg endurrindan til elriknar hitapumpuskipanir)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-11
Málið avgreitt

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 85/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djórasjúkur

Broytingaruppskot frá meirilutanum í Vinnunevndini fall 12-0-14
Broytingaruppskot frá minnilutanum í Vinnunevndini samtykt 14-0-12
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 14-0-12
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 125/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund

Uppskotið fall 9-0-16
Málið avgreitt

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 128/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

Uppskotið fall 9-0-16
Málið avgreitt

Tingmálini nr. 125 og 128/2016 vóru viðgjørd undir einum

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 132/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi (Økt játtan)

11.    1. viðgerð av tingmáli nr. 136/2016: Uppskot løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja miðnámsskúla í Tórshavn (Útlegg, undirvísingaramboð og flagtekja)

12.    1. viðgerð av tingmáli nr. 133/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2017

Tingmálini nr. 132, 136 og nr. 133/2016 vóru viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

Tikið av skrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 134/2016: Uppskot til løgtingslóg um at seta nýggjan partapening í P/F Fiskaaling

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 31. mai 2017, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m. (Ávís matvøruframleiðsla til heimamarknaðin undantikin frá vanligu reglunum um løggilding ella skráseting)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 137/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Strika skattaafturbering til bare-boat leigað skip uttan fyri FAS)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 135/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin) (Heimildir hjá landsstýrismanninum at seta tiltøk í verk mótvegis kommunalum samstørvum)
Málið verður beint í Rættarnevndin

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 138/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Lønarískoyti til tillagað starv)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 134/2016: Uppskot til løgtingslóg um at seta nýggjan partapening í P/F Fiskaaling
Málið verður beint í Vinnunevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 139/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um málráð (føroyskt teknmál)
Málið verður beint í Mentanarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 140/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017 (Revsiheimild fyri brot á sáttmála)
Málið verður beint í Vinnunevndina

8.       Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-22/2016 til Henrik Old, landsstýrismann frá Ingolf S. Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi endurtøku av koyrikorti

9.       Framløga

Fundur lokin kl. 23.28

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari