Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

8. fundur 

Ár 2019, mánadagin 23. september, kl. 10.20 var tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jaspur Langgaard og Tordur Niclasen og landsstýrismenninir Jacob Vestergaard, Kaj Leo Holm Johannesen, Jenis av Rana, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Helgi Abrahamsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Farloyvir:
Skriv frá Johan Dahl, dagfest 23. september 2019, um farloyvi sambært § 63 í Tingskipanini, og at næsti á lista Sambandsfloksins tekur sæti.
Næsta á lista Sambandsfloksins er Eyðdis Hartmann Niclasen, ið áður hevur havt sæti á tingi.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Eyðdis Hartmann, Niclasen tekur sæti á tingi.

Skriv frá Poul Michelsen, dagfest 21. september 2019, um farloyvi sambært § 63 í Tingskipanini, og at næsti maður á lista Framsóknar tekur sæti.

Skriv frá Anniku Olsen, dagfest 22. september 2019, um farloyvi sambært § 63 í Tingskipanini, og at næsti maður á lista Fólkafloksin tekur sæti,

Skriv frá Steffani Klein Poulsen, dagfest 22. september 2019, um farloyvi sambært § 63 í Tingskipanini, og at næsti maður á lista Miðfloksins tekur sæti.
Skriv frá Ragnari Ludvig, har hann boðar frá, at hann ikki kann møta á tingi:


Formaðurin heitti á Jákup Mikkelsen, Henrik Old, Magnus Rasmussen, Bjørt Samuelsen og Bjarna Kárason Petersen, um at kanna hvørji eru næst vald



Fundur niðurlagdur kl. 10.28
Fundur uppafturtikin kl. 10.38


Jákup Mikkelsen mælti vegna seg sjálvan, Henrik Old, Magnus Rasmussen, Bjørt Samuelsen og Bjarna Kárson Petersen, at Ruth Vang, Jóhan Eli Lyngvej Poulsen og Rani Andrasson Skaalum taka sæti á tingi.


Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Ruth Vang, Jóhan Eli Lyngvej Poulsen og Rani Andrasson Skaalum taka sæti á tingi.


Til viðgerðar:

 

1.       Framløga

Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fram tingmál nr.
4/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019

Frávik:
Formaðurin las skriv frá Christiani Andreasen, Frimodt Rasmussen, Kristinu Háfoss, Magnusi Rasmussen, Akseli V. Johannesen og Bjarna Kárason Petersen, um at víkja frá øllum tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum sambært § 85 í Tingskipanini í løgtingsmáli nr. 4/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019 sambært § 85 í Tingskipanini

Samtykt 31-0-0

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 23. september 2019, kl. 10.55, við hesi dags­skrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 4/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019

2.       Framløga

 

 

 

 

Fundur lokin kl. 10.38

 

 

Jógvan á Lakjuni

 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen

skrivari