Gerðabók
10. fundur
Ár 2019, mánadagin 23. september, kl. 13.15 var tingfundur settur.
Tordur J. Niclasen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Kaj Leo Holm Johannesen, Jenis av Rana, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Helgi Abrahamsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Farloyvi:
Skriv frá Jaspuri Langgaard, dagfest 23. september 2019, um farloyvi sambært § 63 í Tingskipanini, og at næsti á lista Sambandsfloksins tekur sæti
Formaðurin heitti á Jákup Mikkelsen, Henrik Old, Magnus Rasmussen, Bjørt Samuelsen og Bjarna Kárason Petersen, um at kanna, hvør er næst valdur á lista Sambandsfloksins
Fundur niðurlagdur kl. 13.24
Fundur uppafturtikin. kl. 13.26
Jákup Mikkelsen mælti vegna seg sjálvan, Henrik Old, Magnus Rasmussen, Bjørt Samuelsen og Bjarna Kárson Petersen, at næstur á lista Sambandsfloksins er Sámal Hanne Lognberg
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Sámal Hanne Lognberg, tekur sæti á tingi:
Til viðgerðar:
1. Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 4/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019
Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 23. september 2019, kl. 13.00 við hesi dagsskrá:
1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019
2. Framløga
Fundur lokin kl. 13.27
Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari